hann komin til húsini hjá Lassa Holm og har við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú vanta bert góð fjøruti hús í hesi bygdini. Tey flestu frammi í Gerði. Prátini við tey viðskiftafólkini, ið eru heima, eru stutt [...] Klokkan er tólv, tá ið vit veitra Kvívíkar bygd farvæl. Hallstein koyrir varðliga móti Leynatunnlinum. Seinasta vetur knústi hann ein postbil har á leiðini. Hann festir sær í aftur. Nú eru bert tey fremstu húsini [...] landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki. Embætismenn Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri
fiskavøruídnaði 30 miljónir. Av útflutningsvøkstrinum upp á 320 miljónir eru soleiðis 170 miljónir farnar til arbeiðsinntøkur. Eftir eru einar 150 miljónir, sum fyritøkurnar í fiskivinnuni hava havt í meirinntøku [...] eitt tað besta árið, hóast ongir studningar eru longur. Avlopið áðrenn rentur og avskrivingar fer helst at liggja upp ímóti 150 miljónum. Av partrolarunum eru tað serliga teir nýggjaru, sum hava havt stór [...] góðum 120 miljónum, tá sammett verður millum sept/august 1996/97 og 1997/98. Rokna vit við, at inflasjónin í londunum vit handla við, hetta tíðarskeiðið er millum 2 og 3%, er ein realur vøkstur í innflutningi
vanlukku. - Tað hevur verið ótrúliga tungt at koma ígjøgnum, og tá fólk so siga við meg, at nú eri eg komin yvir tað, so vita tey slett ikki, hvat tey tosa um. Tey hava onga hóming av tí, sum eg havi verið [...] knústur, og týðilig spor vóru á motorhjálminum eftir ákoyringina. Annie breyt kjálkabeinið og høkuna, sum nú er hildið upp á pláss við stálplátum, og hevði annars skursl um allan kroppin. Hypofysan ávirkað Fólk [...] frá vanlukkuni, og veit tí bert tað, ið hini hava sagt henni frá. Sjálvt dagarnir undan vanlukkuni eru burtur, eins og teir 10-12 av døgunum, hon lá á sjúkrahúsinum í Havn. - Tað var undarligt. Hon
Tað eru evarska lítlar plantur nevndar plantuplankton. Tær síggjast bert í sjóneyku, men um nógv er til av teimum, er sjógvurin grønur á at líta. Plantuplankton er fyrsta lið í føðiketuni og eru tær føði [...] øvugt. Hetta bendir á, at tá stórar nøgdir av reyðæti eru á Landgrunninum, etur tað so nógv burturav gróðrinum, at hann ikki fær tíð at koma fyri seg. Nú ljóðar tað kanska sum um, at tá nógv reyðæti er til [...] Men vit vita lítið um, hvussu ofta hesir meldrar koma, og hvussu nógvan sjógv teir føra. Ein annar møguleiki er rák inn á Landgrunnin. Her benda útrokningar á Náttúruvísinda-deildini á, at tað eru nøkur
- Tað er bara eitt undur, at vit eru á livið í dag. Soleiðis tók ein maður til í Føroya Rætti fyrrapartin í gjár. Hann varð boðsendur í rættin at greiða frá einum sjáldsama ógvusligum ferðsluóhappi í Klaksvík [...] kilometrar um tíman. - Koyringin var púra, púra vitleys og eg ivaðist ikki í, at mín síðsta stund var komin, legði hann afturat. Eitt annað vitni staðfesti, at hetta gekk so skjótt fyri seg, at hóast hann hevði [...] hesum avsannaðu tvey vitni, tí tey søgdu, at bilurin, sum kom av síðuvegnum, var væl og virðiliga komin yvir í høgru síðu og hevði koyrt eitt fitt petti, áðrenn hann varð yvirhálaður av bilinum við øgiligari
fyrrverandi Sovjetlondini hildu eisini, at nú var broyting komin í, og um fá ár var alt ein liberalur dansur á rósum, liberalisman hevði vunnið Kalda kríggið. Vit minnast ikki Kalda kríggi fyri nakað gott [...] krígnum ímóti yvirgangi. Eitt kríggj, har Bush setti heiminum knívin á barkan og segði, at antin eru tit við ella eru tit ímóti. Svart/hvíta myndin átti aftur dagsskránna. Skeivar grundgevingar Slagið um Irak [...] Irak, sum verður grundlagt við stuðli frá Bush stjórnini. Í størri høpi? Meðan eyguni eru vend ímóti Irak, síggja vit samstundis eitt annað stríð, sum fer fram í Somalia, har átrúnaðurin sær út til at hava
Giou) er fyrstu ferð nevnd í teirri fyrstu jarðarbókini í 1584. Har eru fimm bygdarmenn nevndir. Navnið Stavsetingar av bygdanøvnum eru ikki so konsekventar í gamlari tíð. Tað seinasta skjalið, skrivað á [...] aðalsnavn at vera tituleraður ?aff Giou?. Tá ið vit hugsa um ?von und zu? og alt annað. Og so broyt-ingin til ?Fundings Giou? og aðrar stavingarformar, og sum ikki eru serliga rósandi fyri Gjáarfólk. Mál-søguliga [...] skerpingin ella ggv-tilvøksturin vera komin inn í føroyskt mál. Eingin málfrøðingur hevur tímað at granska sovorðin smáting. Gjógvin Men bygdardefinitiónirnar, tær ektaðu, eru altíð áhugaverdar. Har skrivar Petur
kantarnir við samansetingini eru so slættir og síggjast so lítið. Tá ið Don fortelir Ralph, at stykkini, húsið er sett saman av, eru límað saman, sigur admiralurin: "Her í flotanum líma vit ikki skipini saman?" [...] yvir tann lítla bátin, Trieste, sum minnir mest um ein lítlan kavbát. Løtu seinni eru teir niðri á 500 metra dýpi, og nú er bølamyrkt. Bert í lítla húsinum er veikt ljós, soleiðis at teir báðir menninir [...] fyrstu djórini vóru send á stutta ferð út í rúmdina. Men miseydnaðu royndirnar eru eisini fleiri, og um allan heimin eru rúmdarævintýrini hjá USA um hetta mundið til láturs. ? Ætlanin við Trieste fær heitið
segði: “Nú eru fjallboð!” Eg var staddur suðuri í Vági at gera eitt tíðindainnslag, so eg segði, at tað fór neyvan at lukkast hjá mær at sleppa norður. Men so flenti hann og segði: “Noy, noy. Tað eru ikki [...] menna sína bygd, sína tjóð og sítt land. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri. Ein maður, ið hevur lagt so nógv eftir seg, ið fer at grógva og liva í framtíðini. Vit senda samkenslukvøður til øll tykkara hjá [...] ætlaði Jógvan at stima bátin inn á Funningsfjørð, men fekk motorsteðg á leiðini. Var tyrlan ikki komin eftir honum, hevði hann helst fingið motorin í gongd aftur ella bjargað sær onkusvegna. Tí slíkur
Íslandi. Tað hevur verið ein sera lærurík tíð, og tað var stuttligt at royna nakað øðrvísi. Eg eri nú komin meira víða um innan tónleikin, sigur Arnfríð, tá hon hugsar aftur á tíðina í Íslandi. Hon greiðir [...] tríggjar fløgur út, og tvey videobond hava eisini verið á handilshillunum. Nakrir sangir eru týddir til enskt og danskt, og nú er okkurt týtt til grønlendskt í sambandi við hendan túrin. Tey hava sostatt verið [...] áðrenn skúlin var liðugur, men iðrar seg ikki um, at hon royndi seg á tónlistaskúla í Reykjavík, tí nú hevur hon eisini roynt at búgva einsamøll og at klára seg sjálva. Annars er Arnfríð fyri tað mesta