hjá EB/Streymi og teimum í Eystur kommunu. Fyrstu umførini gekk tað so mikið væl hjá Víkingi, at liðið var fremst eftir fimm umfør. Síðani hevur liðið ikki vunnið í landskappingini, og nú eru víkingarnir [...] aftur, og í kvøld verður hann á beinkinum. Rógvi E. Nielsen hevur havt trupulleikar við fótliðnum, men hann verður við í kvøld. Í Víkingaleguni stendur ikki so væl til. Í fyrru hálvfinaluni ímóti NSÍ vóru [...] Jørgen Djurhuus og Jann Ingi Petersen skaddir. Hans Jørgen spældi fyrsta tíman á Argjum. Tað verður vónað, at hann verður førur fyri at spæla ídag. Jann Ingi hevur brákað fleiri rivjabein, og tí verður hann
er í broytingartíðum og fleiri spælarar halda ikki fram í felagnum. Millum annað stinni liðskiparin Rógvi E. Nielsen, sum er farin til NSÍ. Seinastu tíðina er nýggj nevnd komin til og hevur fingið venja [...] hevði skotið sítt fyrsta mál. Tilsamans hevur hann spælt 36 dystir og skotið 10 mál fyri fyrstalið hjá EB/Streymi umframt fýra dystir og trý mál fyri fyrstalið hjá HB. Sermerkt við hesum er, at í øllum dystunum [...] Zachariassen, Arnbjørn T. Hansen, Rói H. Olsen, Magnus Janskor og Tóki Johannesen játtað seg til komandi kappingarár, umframt ungu Mikkjal S. Hellisá og Gutti Dahl-Olsen, sum millum annað hava umboðað Føroyar
august. Europafótbólturin var orsøk til, at teir vóru fluttir. KÍ – HB og NSÍ – B36 vórðu ásettir at vera fríggjakvøldið 11. september. Fyrr í vikuni varð hetta broytt til leygardagin 12. september. Orsøkin [...] Klaksvík verður klokkan 18, og at dysturin í Runavík verður klokkan 20 og ikki klokkan 18. Sunnudagin 13. september vera tveir dystir í 19. umfari – EB/Streymur – Víkingur og AB – TB. Týsdagin verður ein [...] Skála – KÍ. Teir báðir síðstu dystirnir í 19. umfari eru útsettir til mikudagin 28. oktober – ÍF – B36 og HB – ÍF.
málinum. Rúni Klein Joensen setti eisini orð á hví tað eftir hansara tykki gjørdist Víkingur, og ikki KÍ, NSÍ ella B36 sum vunnu FM í ár. Sorin Anghel er sera fegin um at kunna enda sína fótbóltsyrkisleið við [...] Lurtarar sendu eisini spurningar inn til Bagga og Sorin, sum teir svaraðu uppá. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Rúni Klein Joensen, Sorin Anghel og Bagge søgdu í beinleiðis sending í Gullradio [...] Gullradio á Rás2 endaði við, at høvuðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze og hjálparvenjarin, Sorin Anghel vóru gestir í Rásarúminum, og málmansvenjarin, Rúni Klein Joensen var beinleiðis ígjøgnum á tráðnum
Ein av stóru og spennandi døgunum í kappingini um løgmanssteypið er ídag. Fjórðingsfinalurnar eru á skránni, og har er einki sum eitur. Vinnararnir halda fram í hálvfinaluni, og tapararnir kunnu bara vóna [...] ímóti ÍF, sum var í steypafinaluni í 2010 og 2011, tá ið tað endaði við ávikavíst 1-0 og 3-0 tapi ímóti EB/Streymi. EB/Streymur, sum vann steypafinaluna í bæði 2010 og 2011, skal seint seinnapartin spæla í [...] Fyrsta bríkslið verður við Løkin í Runavík klokkan 13, og síðsta bríkslið verður í Gundadali, tá ið klokkan verður nakrar minuttir í sjey í kvøld. B36 fær vitjan av Víkingi, sum hevur verið í finaluni fimm
um møguleikan, at Skála kann flyta niður. Skála og EB/Streymur hava sama stigatal, og tað eru fýra stig aftur til 07 Vestur. Í kvøld hittast EB/Streymur og 07 Vestur. Harvið er tað greitt, at um tað í kvøld [...] heimavølli. Víkingur og KÍ eru farin av Skála við 2-1 sigrum, 07 Vestur vann 1-0 á Skála, og tað endaði 1-1, tá ið EB/Streymur var á Skála. Síðsti Skála sigurin á heimavølli var 23. juni, tá ið NSÍ fór til hús [...] hóttanini av niðurflyting, enn liðið er tað undan 23. umfari. Í veruleikanum rokna bæði fuglfirðingar og øll onnur við, at ÍF longu er flutt niður. Um tað ikki eydnast ÍF at vinna stig í oyggjauppgerðini
Stojkovic vann Aron bóltin í kapping við verjuspælara, og hann var tryggur, tá ið hann kom ímóti Stanislav Kuzman. Í 2. hálvleiki hevði FC Suðuroy lotið undan, og tá broyttist spælbýtið fullkomuliga. Henning G [...] álopinum saman við John T. Poulsen, skoraði bæði málini, og í báðum førum var tað við skoti av brotsteigarmarkinum. Hann javnaði til 1-1 í 59. minutti, og sigursmálið skoraði hann í 73. minutti. Tveir minuttir [...] hjá FC Suðuroy gult fyri aðru ferð, og tí varð hann vístur av vøllinum. Nú øll liðini hava spælt 18 dtystir, er FC Suðuroy topplið við 46 stigum. AB hevur 40 stig, og TB hevur 37 stig. Tað eru bara hesi
Gunnari Vatnhamar, Halli Hansson, Meinhardi E. Olsen og Sølva Vatnhamar. Hetta eru bert gitingar og helst verður arbeitt við at fáa Brand Hendriksson og Jóan Símun Edmundsson klárar til dystin. Vit gita: [...] Ragnar Nattestad, Brandur Hendriksson og Jóan Símun Edmundsson ikki eru við frá byrjan, meðan René Shaki Joensen hevur leikbann, tá føroyska landsliðið spælir triðja og seinasta dystin í hesum landsliðsumfarinum [...] dystinum móti Danmark við skaða, og verður ikki tøkur til dystin í kvøld. Í hansara stað kemur Heini Vatnsdal. René Shaki Joensen, sum spældi á vinstra bakki, bleiv útvístur og hevur leikbann. Í hansara stað
skorað, og uppleggið átti Óli Eyðsteinsson Poulsen. Seinna málið skoraði Jóhan Josephsen í 28. minutti, og tá var tað Kristian Svabo Eliasen, sum átti uppleggið. HB hevði fleiri góðar støður og onkran góðan [...] møguleika at minka um munin og av nýggjum kveikja spenningin, men tað eydnaðist ikki. Eisini tí Hannis Matras var so góður í KÍ málinum. KÍ er á sætta plássi við 9 stigum fyri 7 dystir, og HB er á níggjunda plássi [...] plássi við tveimum stigum. Næstu ferð eigur KÍ heimavøll ímóti NSÍ, og tá fer HB at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.
var skjótt, at tað kendist, at NSÍ var omaná. Vit fingu ikki frið, og tað kennist rættuliga strevið, tá ið tú støðugt verður trýstur soleiðis, sum vit vóru á miðvøllinum og í verjuni, sigur Egil á Bø, l [...] steðginum? - At vit skuldu vísa betri hugburð, og at vit skuldu leypa á. Vit broyttu eitt sindur upp á liðið, og vit trýstu teir eitt sindur. Vit fingu tvey mál, og vit kundu kanska havt fingið okkurt afturat [...] - Fyrsta og triðja málið eru framúr væl skotin. Eg hevði ikki roknað við, at Christian Høgni fór at skjóta. Hann hevði fleiri møguleikar at spæla leysar viðspælarar, men hann valdi skotið, og tað var vorðið