ella í skúla. Árliga undirskotið var nú meira enn tvær milliónir krónur. Og tí skuldi ?Ternan I? nú einaferð med alla leggjast fyri teym. Var hetta rationelt? Hvat nú, um strandferðslumyndugleikarnir í staðin [...] sagt, og ?rationalisering? er vorðið fremsta lyklaorðið. Nú var farið at ganga tann rætta vegin aftur eftir nøkur svong ár. Eftir at fiskurin var komin aftur á grunnarnar, fiskaprísirnir sett met oman á met [...] Hesi 10 árini, ið liðin eru, síðan 80-aragildið fekk ein so bráðan enda, er nógv broytt, bæði her heima og úti í verð. Verðin er vorðin munandi minni, og hon hevur flutt seg ein fittan tein ávegis inn
ávirkaður av eitt nú franska listamanninum Paul Cézanne? Stendur eitt listafólk ikki altíð á herðunum á ættarliðunum frammanundan, og hvat við øllum teimum mongu føroysku listafólkunum, ið eru ávirkað av Mikinesi [...] at Listastevnuni. Men hvussu man hetta hanga saman? Er Øssur Mohr viðurkendur ella ikki, og hvørjar eru orsøkirnar til omanfyri lýstu tvørstøðu? Vantandi sjálvstøði Hvørt eitt listafólk er viðurkent ella [...] gramt seg um vantandi sjálvstøði í verkum Øssurs Mohr, og tað hava aðrir ummælarar eisini gjørt, eitt nú Malan Marnersdóttir. Undirritaða er ei heldur einsamøll um at leggja til merkis, at Øssur Mohr í stóran
vitjaði W. AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelagsskapur. Vit høvdu avtalað við Berit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um viðurskiftini hjá smágentuni, sum pápin misbrúkti [...] løgreglumanni. Vit giftust, men eg var ikki forelskað í honum, tó at eg gjørdi alt fyri at verða houm til vildar. Tá vit høvdu verið gift í eitt ár, kom broytingin. Eg megnaði nú at geva kærleika, [...] stóra bóndagarðin, har vermamman búði, og vit giftust inn. Hann megnaði ikki at standa ímóti áganginum frá mammuni, og tað gjørdi lívið ótolandi fyri okkum. Tá vit høvdu verið gift í nøkur ár, kom lensmaðurin
trummuspælarar eru komnir eftir hann, so hevur Riel fram til í dag megna at hildi seg á fremstu rók. Hansara stílur er í dag ikki so originalur, sum hann var í 60-70-80-unum, men hetta kemst nú mest av, at [...] heimavølli og kundi spæla og improvisera púra frítt. Í so máta eru jazzstandards nógv meira eitt upplagt upplegg til improvisation enn løg, sum eru verd at bíta so nógv merki í. Her ferðast menn frítt og kunnu [...] hevur havt so ovurhonds stóra ávirkan á norðurlendskt og altjóða jazztrummuspæl, og at har sostatt eru fleiri og fleiri sum nærkast hansara máta at handfara trummurnar. Men Alex Riel vil altíð verða ein
ikki sigur naka, undrar meg als ikki. Teir skulla jú tekkjast vinnulívinum, tað er jú tað tey eru vald til. Vit sóðu eisini Jan Cristiansen okkara borgarstjóra, sita so smílandi til háborðs, saman við "t [...] sær uppí hettar kjak. Um tit so eru fyri ella ímóti. Eg vil enda við at siga, at hettar als ikki er eitt álop á Eysturoyingar. Tey, so væl sum øll onnur í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin til Havnar, men [...] veit tað fyri vist. Tunnilin avlastar ikki Havnina Pástandirnir sum Alfred Olsen her leggur fram, eru rætt og slætt "sludir og vrøvl". Ein tílíkur tunnil fer at belasta, (og ikki at avlasta) veganetið
bert fýra síl í. So settu vit garnið aftur. Síðan tóku vit smásteinar úr fjøruni í bátin, og so fóru vit at steina eftir sílunum! Hetta eydnaðist væl, og nú fingu vit 27 síl. Vit plagdu eisini at skjóta [...] tá vit vóru har inni og keyptu. Vit vóru bert 8-9 ár, tá vit róðu til Kaldbaks at keypa. Tað vóru tveir handlar í Kaldbak. Hin var hjá Petur Mohr Reinert, og hann hevði eitt stórt vøruúrval. Vit vóru [...] kilometur hvønn vegin. Vit gingu ikki framvið Hvítanes uttan so, at vit skuldu vitja fólk har. Annars gingu vit eftir Vatnaskørðum. Tað var eitt sindur tyngri, men tað var stytsta leið. Vit skóru eisini torv
Eisini eru bløðini til taks. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánadagin 5. mai. Vit práta og møguliga syngja. Mikudagin 7. mai. Fimleikur við Jacquelinu Benzon. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið [...] Tilmelding: 316491 Týsdagur 10.00 – 11.30 Vit syngja, Simme Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin 15.00 Opið hús Mikudagur 10.00 - 12.00 Bindiklubbur. Øll eru hjartaliga vælkomin 15.00 Túrur Við bussi [...] og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri
Poulsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 »Likamsrørsla er av alstórum týdningi fyri at betra um fólkaheilsuna« (AHR). Njóti hetta saman við okkum. Vit ganga. Møtið stundisliga. Øll eru hjartaliga vælkomin [...] Tlf. 448690 Vit halda til í niðaru hædd á Vesturskin. Teldupost: tilhaldnes@post.fo Opið er týsdag, mikudag og hósdag. Frá kl. 15.00 – 18.00 Vit hava hvønn dag ein góðan drekkamunn, eins og vit hava nógv [...] bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eldrafelagið Nón Í vetur koma vit saman til
Duruta eiga 1 drong og 2 døtur og Idar og Frida eiga 3 døtur. Børn og svigarbørn eru øll vælútbúgvin akademikarar og eru komin væl fyri. Øll hava stór og vøkur hús, og øll hava búsett seg á Argjum. Lat meg [...] Eftir dimissiónina fóru vit øll 5 í leigubili til Hartzen (Goslar) í Týskalandi. Hetta var ein sera góður og flottur túrur, tí har var alt so avbera vakurt. Eftir hetta fóru vit til Keypmannahavnar - Tåstrup [...] fara á húsagang. Poul Hansen heilsøla endaði so á Tvøroyri, og har er hon enn. Endin við tí var, at nú bleiv meginparturin av allari vøru lossaður upp á Tvøroyri, og Tjaldrið gavst við at sigla upp á Vág
Kjølbro svaraði: “Hví skal eg tað? Vit eru báðir føddir á sama hátt við tveimum hondum, so vit hava havt somu møguleikar at klára okkum.” Ja”, svaraði Grani “og vit fara báðir av verðini á sama hátt!” [...] 1. partur Óli Jacobsen Vit fara nú í nøkrum Miðvikum at hava frásøgn frá Torleif Bech í Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl [...] f. 1891, kom av Dul á Strondum. Undan henni var ein onnur systir, Malena f. 1879, komin til Suðuroyar. Hana kallaðu vit gumman. Hon kom suður á Tvøroyri at arbeiða fisk, sum tað var so vanligt hjá gentum