spælarar á vøllinum, sum høvdu til við at fegnast, nú máltalvan vísti 2-2. Úrslitið ber við sær, at TB hevur trý stig og má roknast at vera fokið úr bestu deildini, og at ÍF hevur 13 stig og er fýra stig frá [...] heilt víst ber rættin við sær til eisini næsta kappingarár at spæla í bestu deildini. Setningurin hjá TB var at vinna fulla úrtøku og harvið at vinna fyrsta dystin á árinum. Í framrættaða partinum hevði [...] mikið illa skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið førur fyri at vera á vøllinum í ein heilan dyst. Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu hjá ÍF, og hann var í góðari støðu at skora longu áðrenn TB setti
lættari at spæla á vøllinum tá frost og kavi er, sum í dag. Vøllurin er lættur at busta, og neyðugt er ikki at leggja eyka tilfar á vøllin, og tí er loysnin eisini bíligari í rakstri. Arbeiðið at skifta [...] snúraði. Ein partur av stránum verða lagt niður fyri at halda uppá fylluna sum verður løgd á vøllin. Við tað at partur av grasstráum verður lagt niður fyri at halda børkinum, so dálkar hetta ikki umhvørvið runda [...] FIFA sparkivøllirnir allir nøkur ár á baki. Á seinasta býráðsfundi í 2021, samtykti býráðið at fara undir at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sandavági, umframt graslíkið á teimum trimum FIFA spa
Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur [...] sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið av óhappum við fólkaskaða enn longur niður. Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at tað er [...] einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið
betur, próvtøkuhættir eiga at eftirmeta úrslit, arbeiðslag og arbeiðsgongd, umframt at flokslæraraleikluturin saman við undirvísingarpartinum eigur at endurskoðast. Kanska skyldast ein partur av misstrivnaðinum [...] Hetta merkir, at bæði arbeiðsorkan og innlæringsorkan, ið verður brúkt 7. og 8. tíma av skúladegnum ofta er spilt orka. Hetta er mest galdandi fyri framhaldsdeild og miðdeild, av tí at grunddeildin sjáldan [...] Eitt ávíst arbeiði er í gongd í Mentamálaráðnum, men eg kundi hugsað mær, at hetta gekk skjótari. Tað er eisini hugsandi, at ein royndarskipan av ymiskum leistum um longd av skúladegi á ávísum skúlum
loyvdi mær at fara inn á ta síðuna á fjes- og fjasibókini, sum ber navnið ”Føroysk stavseting”, roknaði eg við, at har var fulkomuligt skrivi-frælsi sambært donsku grundlógina. Men eg fekk annað at síggja [...] forargilsi um mín form; innihald vóru tey sjáldan før fyri at analysera og argumentera ímóti. Alt hetta átti at borið til, og man skuldi trúð, at invektivir móti mær, mátti verið teimum nóg mikil terapi [...] skal málið helst fjøtrast í eina brynju av reglum og normum, og tey vilja ikki ella duga illa at síggja, at so steindoyr tað neyðars málið! Mín ósemja við tey ella kritikkur av teimum og ymsum autoriseraðum
spælarunum, at teir miðja eftir aftur at fáa heiðursmerki hesa ferð, eftir at tað var heldur soltið á Rhodos, sigur Andras Nolsøe, formaður í Borðtennissambandinum. Gera nógv við tað Eftir at hava havt fyrst [...] oyggjaleikaúrsliti. At nógv verður gjørt fyri at fáa góð úrslit, boða fyrireikingarnar frá, tí um ein lítlan mánað fer landsliðið til Grønlands at kappast. Upprunaliga var ætlanin, at bæði Føroyar, Grønland [...] liði í Hetlandi, og at tað tí forskjeyt styrkismetingina so nógv, at Rhodos fekk stóran fyrimun av hesum, tá oyggin hýsti leikunum í 2007. Ein onnur orsøk kann helst eisini sigast at vera ættarliðsskiftið
fiskamatur skal ikki gloymast í hesum sambandi. Eg havi tíverri hug at pástanda at klassiskur føroyskur fiskamatur fyri ein part er eyðkendur við at alt er yvir-kókað/-stokt/-bakað og so framvegis. Høvuðsrávøran [...] Í vikuni var eg framvið og smakkaði fiskaborðið á Hafnia. Og fyri at sláa tað fast beinanvegin var tað ein sonn fragd at uppliva at kenda klassiska eyðkennið fyri Hafnia, vertsskapurin, enn stendur í [...] so klassiskt at grind og spik stóð eisini frammi at velja hóast frámæli frá Fólkaheilsuráðnum. Turrur fiskur somuleiðis. Royktur og gravad laksur. Eingin fer svangur frá borðinum og so at siga alt var
føroyskan sjónleik. - Vit hava skilt, at eingin var áhugaður í at gera kabarett í ár, og tí vendi Havnar Sjónleikarafelag sær til okkara um íblástur. Jenny sigur, at umframt at veita sjónleikarafelagnum leikstjórar [...] Reinert verið við og hevur gjørt síni uppskot til rammusøgurnar fyri at fáa alt at hanga saman. Eisini hugvekjandi Hon vísir á, at tó at leikurin – ella myndirnar – í flestu førum eru ógvuliga lættar og [...] ársdag, eru vit farin til verka. Jenny Petersen, leiðari í Tjóðpalli Føroya, sigur, at eitt av teirra høvuðsmálum er at stimbra áhugafeløg kring um landið, og í hesum førinum hava tey latið leikstjórar
Kjartan Thomasen sigur, at hetta er blivið til eitt prinsippmál, har nógv annað er at taka støðu til, enn bara hetta kolldømda málið. – Vónandi kann henda kæran gera sítt til, at betri skil kemur á Hon [...] ført fram, at eftir donsku reglunum fyri dómsnevndir, hevur helst eingin av limunum í Dómsnevndini hjá Hondbóltssambandinum neyðuga førleikan til at sita har. Men eisini heldur Neistin fast við, at VÍF ikki [...] hevur kært úrskurðin hjá Dómsnevndini, ber sjálvandi framvegis til, at útgangurin av málinum verður tann sami, men eingin veit nakað um tað at siga, fyrr enn Ítróttardómstólurin hjá ÍSF hevur viðgjørt kæruna
stuttum, at er politiskur vilji í danskari stjórn at ganga føroyskum ynskjum á møti, ja, so verður okkum gingið á móti. Hetta er ein tilgongd, sum tekur tíð, men tilgongdin endar vanliga, at føroyingar [...] søguliga tulking, at tað ber til at fáa ta skipan, ið vit ynskja, havd á lofti. Eisini her gekk sjón fyri søgn. Tá Per Stig Møller varð konfronteraður við hesi sjónarmið, so var svar hansara, at vóru hesi sjónarmið [...] løgfrøðiligir serfrøðingar hava sagt leingi, nevniliga, at okkara uttanríkispolitisku viðurskifti, snúgva seg meira um politikk enn um løgfrøði. Hetta merkir, at tað, sum løgfrøðingar hjá donsku stjórnini í dag