boðrið, og tú undrast. Og fyri ikka at tala um, tá hon sigur ger so væl, tað er borðreitt. At matgera er hon framúrskarandi. Aftaná, at børnini vóru blivin vaksin, fór hon at nema sær kunnleika í roknskapi [...] skipari er hann avgjørdur um, at tað hann hevur í ætlan er tað rætta, men skuldi tað víst seg, at hann kanska tók feil, er hann ikki bangin fyri at viðganga tað. Ikki bangin fyri at taka hond í, um hann kom [...] trýstir einki oman yvir teg. Henni nýtist ikki at veipa við ørmunum, fyri at staðfesta tað, hon vil bera fram, sum veruleika. Hon hevur prógvini. Fá hana at breiða nakað av tí, hon úr hondum sínum og pr
Njál Petersen megnaði at vinna tveir dystir, tó at meðaltalið ikki varð nakað at reypa av., Men tað eru stigini, sum telja. Krisjan Sune hevði ikki ein av sínum allarbestu døgum, tó at hansara meðaltal var [...] tí er so mikið meira týdningarmikið hjá øllum hinum spælarunum at draga so nógv stig í hús sum til ber. Og her kann tað vera sera torført at meta og gita, tí flestu av spælarunum eru ójavnir frá einum dysti [...] skuldi skjótt vísa seg, at Henrik vildi ikki hava hetta sitandi á sær og tók hann bart út og avbukaði Jan Müller, sum ikki fekk ein fót fyri seg í tí dystinum. Jan megnaði so dánt at toga seg upp um tey 200
enn, at ein altíð eigur at vera varin við tí fíggjarliga partinum. - Endamálið hjá kommunalu politikkarunum er at skapa trivnað í bygdini, soleiðis at hon kann menna seg. - Men ein eigur tó altíð at ansa [...] alt sum ætlað, kann hann vænta at byrja at byggja síni egnu sethús innanfyri eitt ár. - So tú sært, Martin, at her fer at koma lív í aftur, sigur Napolion bjartskygdur. - Ja, tað man treingja til, svarar [...] ikki eydnast kommununi at útvega fólki øki her í bygdini. - At ein kommuna kann útvega fólki grundøki, betýðir ómetaliga nógv fyri eina bygd sum okkara. - Tí mugu vit bara staðfesta, at fólk hava búsett seg
fyri, at hann ætlaði at vedda við okkum um, hvussu leingi vit hildu út at verða her. - Vit ætla so okkum at verða her fram til 1. mars næsta ár. Tað gleða vit okkum til, sigur Linda. Vit ERU her At koma [...] krevur sína tíð at venja seg við lívið á útoyggj. Men slíkt kann altso gerast eftir trimum vikum. Tað er tann nýggja familjan í Stóru Dímun prógv um. Heit køka At taka eina so stóra avgerð, sum at fara úr stórbýnum [...] Jógvan Jón sum byrjaði at tosa við meg um hetta fyri eini tveimum árum síðani. Hann luftaði tankan, men vit komu ikki nærri hesum tá. - Vit hildu sjálvandi, at tað verið stuttligt at farið út her, men hetta
Tað er nú einaferð lívsins gongd, at tá tú sjálv røkkur at miðjum aldri, fara tey fólkini, sum tú altíð hevur kent, so smátt at falla frá - tað er eins og grundstuðlarnir ridla undir tær, hvørja ferð onkur [...] børnini eru fá. Tað vil so vera, at fólk eldast og fara hiðani. Ikki ber til at siga, nær eg fyrstu ferð kom á gátt hjá Jóhonnu Frederikku og Christiani - eg veit bara, at eg havi verið ógvuliga ung, ja [...] uppvøkstrinum eggjaði hon døtrum sínum til at gera nógv við skúlatingini og øll børn, sum komu innar, fingu við á vegnum hennara eggjandi orð um at royna at fáa sær onkra útbúgving. Hon hoyrdi sjálv til
orsøkin til at hann var aleinaður, var hon, at stýrimaðurin skuldi hava yvirtíð, og hetta vildi hann ikki, hann fylgdi gomlum siði í Kenn skipanini. Men tryggingarpengar eru góðir at fáa, so nú var at leita [...] havtaskuloyvið frá Edmundi fyri at koma inn í sambandsmyrkrið. Henda avhoppan komst av, at Sjóvinnubankin, sjálvtøkuborð hans, ikki longur lat hann fáa alt, sum hann var vanur at biðja um og altíð fekk. Hin [...] mátti tú hugsa um døgurðan, tá tú skrivaði í grein tíni um at skilja milllum tað sum var títt og annans. Jú, nú var at hyggja til beiggja hans, at finna sær annað far, enn var sjálvtøkuborðið ikki stongt
eingin tosar um, hetta at heimastýrislógin átti altíð at mint okkum um, at demokratarnir sviku demokratiið og at fólkarætturin í Føroyum bleiv í síni tíð skúgvaður til viks, og at vit tí heldur fingu eina [...] jur kapittul í Føroya søgu hóast lætt er at staðfesta, at Fámjinsskjalið bert er ein endurtøka/uppfrískan av heimastýrislógini frá 1948, og hetta gerst við at peika á §7 og §8 í heimastýrislógini ? Nakni [...] er en lov der er givet ud fra den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende grundlov, og der ses ikke at være nogen anledning til at opgive denne forudsætning! Harvið bleiv heima
vardi. Dómarin metti tó, at málverjin hevði flutt seg av linjuni áðrenn skoti, men tó at Óli fekk nýggja roynd, og tó at hesa ferð sendi móti hinari síðuni, so vardi Voda aftur fyri. At hann hesaferð í nógv [...] beinanvegin, at Skála ikki hevði nakrar sum helst trupulleikar við at halda fast um sessin, tá alt kom til alt. Fyrstu løtuna leikaði kanska nóg so javnt á, men tað var skjótt sjónligt, at heimaliðið var [...] afturat, tí dysturin leygardagin kom fram um at kalla alt annað. Sessurin í bestu deildini stóð upp á spæl, og í sjálvum sær er tað einki minni enn eitt bragd, at liðið yvirhøvur hevði togað seg somikið væl
Atlantshavið. Í 1991 eydnaðist tað at fáa partarnar at binda frið, og árið eftir var fyrsta frælsað valið í Angola. Undan valinum hevði Sawimbi verið vísur í, at hann fór at vinna, men tá saman um kom, fekk [...] MPLA, og hetta lyftið helt hann. Undir friðarsamráðingunum í nítiárunum eydnaðist tað honum at fáa ST at halda, at UNITA hevði latið øll vápnini frá sær, men í veruleikanum hevði felagsskapurin útvegað sær [...] helti til maoismuna, men skilti, at Kina var til reiðar at veita honum og UNITA sama hernaðarliga stuðul, sum Sovjetsamveldið lat MPLA. Suðurafrika sendi herfólk til Angola at hjálpa UNITA, og hetta samstarvið
tað var at kalla vónleyst hjá egyptisku myndugleikunum at finna hann. Tað ljóðar, at tað eisini eydnaðist honum at fáa innferðarloyvi til USA undir navninum Abdel Moez. Heili bin Ladens Eftir at vera komin [...] sum meira enn eina ferð hevur prógvað, at hann er sera gløggur og dugir væl at skipa fyri, nýtir hesi evni síni og sína átrúnaðarligu grundfestu sannføring til at skipa fyri tiltøkunum ella atsóknunum hjá [...] til deyða fyri at hava skipað fyri bumbuatsóknini at egyptisku sendistovuni í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad fyri seks árum síðani. Men hetta var fráverudómur, tí al-Zawahiri var ikki at finna, tá egyptiski