Úrslitið eftir skatt í 2024 var 48,4 mió.kr., sum er á leið tað sama sum árið fyri, tá úrslitið var 50,2 mió.kr. Hetta skrivar sev.fo. Sølan av streymi setti met við 435,5 GWt, svarandi til eina hækking [...] verið 4,5%, so talan er um ein stóran vøkstur, sum setur krøv til Sev at kunna veita alla hesa orkuna. Tað eru serliga alivinnan og privatu húsarhaldini, sum standa fyri hækkingini. Elsølan í sambandi við [...] rakstrinum og nýggjar íløgur. “Vit hava í Føroyum ongantíð brúkt meira elorku og ongantíð framleitt meira burðardygga elorku, men kostnaðurin av elframleiðslu er eisini øktur”, sigur Haraldur S. Hammer
lív í Føroyum sum ungur, so merkja vit eisini, at tað er onkur, sum hevur valt at gera tað so. Tað er onkur, sum hevur valt at brúka milliardir upp á tunnlar og stórar íløgur – samstundis sum lestraríbúðir [...] til at fáa børn. Vit ungu vita, at framtíðin er óviss – men vit ætla ikki bara at góðtaka, hvussu alt er. Vit vilja vera við til at skapa nakað betri. Og tað klára vit ikki einsamøll. Vit mugu gera tað saman [...] siga, at vit mugu verða verandi ella koma aftur til Føroya. Men hoyrið eisini okkum, tá vit siga, at tað ber ikki til, um vit ikki hava ráð at búgva her, liva her og skapa eina framtíð her. Tá vit siga, at
til teir eru 70 ár. Vit vita øll, at so verður ikki. Tað síggja vit longu í dag. Vansarnir eru ikki lýstir við lógarbroytingini og ongar útrokningar eru, sum vísa útreiðslurnar sum kunnu væntast. FFS hevur [...] fólk at arbeiða sum longst. FFS hevur eisini spurt, hvussu ætlanin er at tryggja, at flest møguligt kunnu virka eitt heilt arbeiðslív í samband við ætlaðu lógarbroytingina. Samstundis sum eftirlønaraldurin [...] Løgting hevur longu lógarheimild til at hækka eftirlønaraldurin. Lógin, sum er frá 2014 bleiv samtykt við akkurát somu argumentum, sum verða nýtt nú. Tryggja framtíðar haldførið. Lógin krevur tó, at Løgtingið
ein dagur, tá vit flyta eygu okkara frá okkara egna lívi og hyggja at samfelagnum, vit eru partur av – at bardøgunum, sum enn mangla at berjast, og fólkunum, vit berjast fyri. Stríðið, sum broytti heimin [...] ójavni, girnd og passivitetur. Vit hava hvønn annan. Tað er í samfelagnum, at vit finna styrki at reisa okkum. Tá ið vit standa saman, kunnu vit krevja gerðir – ikki bara lyfti. Vit kunnu krevja ein arbeiðsmarknað [...] kunnu vit skapa betri umstøður fyri øll. So lat okkum í dag ikki bara minnast fortíðina – lat okkum brúka 1. mai sum ein møguleika at standa saman, rópa hart og siga: Vit vilja hava eitt samfelag, sum er
kaðinum og samfelagnum. Vit eru sannførd um, at tað gera vit best saman. Føroyar hava tørv á fakfeløgum, sum stríðast fyri betri umstøðum til sínar limir, verja borg og eisini tala at, tá politiski my [...] nýggjari tíð. Tað samanhaldið, sum var millum verkafólk tá á stóð, byggja vit nú víðari á. Tað er ongin ivi um, at tøk skulu takast fyri at tryggja, at verkafólk eisini fáa sín uppiborna lut á arbeiðs [...] fer av kós. Vit eru klár hvønn dag í árinum at gera tað, sum skal til, fyri at samfelagshjólini kunnu mala – okkara partur liggur ongantíð eftir – og við at skipa okkum í Verkafólk eru vit ein ómetaliga
móðurmerki, og har vit í bókini "Í morgin fari eg aftur at spæla við babba" hittu Ára, sum leingist eftir pápa sínum, sum er á sjúkrahúsi í Danmark. Alt hetta ber til, tí – og bara tí – fólk eru, sum gera eitt [...] Krabbameinsfelagnum og øll tey starvsfólkini, sum í sínum yrki eru um tey, sum hava krabbamein ella dragast við ymiskt, tí tey hava havt krabbamein. Ikki at gloyma – eisini tí, at einstaklingar og virki stuðla [...] langligt hjá tí, sum bíðar. Soleiðis er tað bara. Vit kundu hugsað okkum, at snarkanningarøkið (screeningsøkið) verður víðkað. At fleiri kanningar fara at standa okkum føroyingum í boði. Tann, sum stendur ovast
ferjur og gott ferðasamband til leysu oyggjar, eisini eru lívsneyðug fyri framtíðina hjá hesum pørtum av landi okkara. Íbúgvararnir har eiga eins góðan rætt, sum allir aðrir føroyingar, at fáa lut í framburðinum [...] Tað liggur einserstøk ábyrgd á okkum fólkavaldu, at tryggja, at hesar oyggjarnar fáa ferðasamband, sum hoyrir nútíðini til. 50+ ára gomul skip eru ikki framtíð! Fyri skjótt nógvum árum síðani varð ein ætlan [...] strandfaraflotan innanfyri bara eitt nøkulunda rímiligt áramál. Tað er ikki rætt og rímiligt, at meðan vit tosa um milliardir til fast samband til aðrar partar av landinum, síggjast smæstu oyggjarnar bert so
hagtøl Í 2024 er nógv orka løgd í at arbeiða við hagtølum, sum vísa útlátið av øllum teim ymisku burturkastbólkunum, sum IRF tekur ímóti. Tøl, sum vísa, hvussu útlátið verður ávirkað, um ein burturkastbólkur [...] Føroyum. Nøktandi úrslit Ársúrslitið gjørdist 3,9 mió. kr., sum er 3,8 mió kr betri enn í 2023. Bruttoúrslitið fyri 2024 gjørdist 77,8 mió. kr., sum er 7,6 mió. kr. betri enn í 2023. Inntøkurnar eru 788 tkr [...] seinastu árini, sum annaðhvørt endurvinna tilfar í Føroyum ella útflyta og selja tilfar til endurvinningar. Umhvørvisliga eru hesar broytingingar góðar. Men tær undirstrika, at tað er neyðugt, at vit í Føroyum
ikki borið til hjá løgregluni at áseta gongdina í hendingunum. ##med2## - Tá vit hava gjørt tað, fara vit at umhugsa, um vit skulu reisa ákærur, sigur løgreglustjórin við TV 2. Sambært Ekstra Bladet var [...] við B.T. - Eg hoyrdi eina stóra spreinging og vendi mær, og so sóu vit nógv fólk renna haðani, segði hann. Ein ung kvinna hevur eisini sagt við Ekstra Blaðið, at hon var nær við at verða rakt av bilinum [...] Eitt eygnavitni sigur við TV 2, at bilurin vendi knappliga og rakti millum annað ein ungan mann, sum varð blakaður í luftina. Bilurin koyrdi síðani inn í nøkur long borð frammanfyri Lagkagehuset á Sortedam
arbeiði við málinum. Eisini takk til teir løgtingslimirnar, sum í dag atkvøddu fyri uppskotinum. Enn manglar nógv, fyri at LGBT+-persónar eru javnstillaðir í Føroyum, men í dag gleðast vit um hendan stóra sigurin [...] einum jøvnum samfelagi, har mismunur ikki verður gjørdur á borgarum. Tað var eisini gleðiligt at síggja, at tað vóru politikarar, sum hildu fast um, at sammøður skulu nevnast í nýggju lógini um longri barsil [...] hava altíð verið her og fara altíð at vera her, og tí gleðast vit um, at landsins lógir byrja at viðurkenna og endurspegla samfelagið, sum tað sær út. Ein stór tøkk til bæði undanfarnu og núverandi la