hon vaks upp í Árnafirði. Hon búði hjá ommu síni til hon var 14 ára gomul, tá ið hon fór í húspláss, fyrst í Skopun, síðani til Klaksvíkar, har hon kom í húspláss hjá Margit og Kaj Hansen í Víkunum. Aftan [...] eftir eina operatión í rygginum, sum tók ein part av arbeiðsførleikanum, vaskaði hon í skúlanum á Argjum og Albert Hall. Pápi er føddur 17. juli 1934, og er hann ættaður úr Horni í Klaksvík. Foreldrini [...] síðani við Brandur Sigmundarson, sum vóru síðutrolarar. Í 1969 fór hann við Stellu Karinu, sum var ein av mest framkomnu fabrikstrolarum tá í tíðini. Í 1972 legðist pápi heima og fór at rógva út. Eisini fekk
sløktu í MBM í Kollafirði, á Damor á Argjum og nógva aðrastaðni við. Fjórði dagur: Í dag loystu vit uppgávur, og onkur litaði tekningar av fólki í sambandi við vanlukkur. Tað gjørdu vit í okkurt um ein tíma [...] Fyrsti dagur: Vit byrjaðu við morgunsangi, og so fóru 1. - 4. fl. inn í Stórustovu, og vit í 5.-7. fl. fóru inn í Miðstovu. Vit fingu at vita, hvat vit skuldu gera í evnisvikuni. Síðan sóu vit ein fyrst [...] fór Heidi í hylin, og so skuldi Katrin svimja út eftir henni, tað gekk fínt. Triði dagur: Í dag kom ein av brandbilunum í Tórshavnar Sløkkiliði á skúlan. Vit sóu alla ta nógvu útgerð, sum í honum er, til
hevur tað verið ein friðarligur dagur. Bert tann eini kundin hevur verið her tann fyrsta hálva tíman og avgreitt síni ørindi. Vit lótu upp kl. 12:30 og hava opið í ein tíma í dag. So júst í dag hava ikki [...] síðani 1975. Eg havi sjálv arbeitt her í 14 ár, men eg havi tó altíð verið knýtt at posti og postvirksemi, tí pápi mín hevði postin í bygdini. ß Hvat gert tú ein vanligan dag? Her á posthúsinum ber til [...] slíkt posthús í bygdini. Og fólk eru eisini glað fyri hesa tænastuna. ß Hvørjum vilt tú heila? Eg vil fegin heilsa elsta soni mínum, Rógva Thomsen, sum siglir sum maskinmeistari hjá Mærsk í Kina.
okkara er ein partur í. Tá Gud skapti heimin, arbeiddi hann í 6 dagar, men tann 7. dagin hvíldi hann. Hetta hevur menniskjað eisini gjørt til sítt, men í dag arbeiða vit í 5 dagar og hava frí í tveir. Leygardag [...] avstað eins og streymur í á. Tíðin er pengar, verður sagt. Ein av orsøkunum til at tað í dag er so týdningarmikið at máta tíðina er tí, at tíðin fyri tey flestu er grundarlagið fyri lønini. Tað var ein tíð [...] til at prenta tekstir í stórum uppløgum. Eitt tað fyrsta, sum prentsmiðurnar fóru undir at prenta í størri mongdum, vóru álmanakkar. Í Danmark varð tann fyrsti álmanakkin givin út í 1525. Síðani 1570 eru
niðiur í virði. Og tí gjørdist talan í sera nógvum førum um negativt avkast hetta fyrsta árið, sum vanligi føroyingurin av álvara slapp at royna seg á hesum partinum av fíggjarmarknaðinum. Ein negativ [...] uppsparing í virðisbrøvum. Eftirlønaruppsparingin er komin upp á einar 4,4 mia kr., og eg rokni eisini við, at sethúsaeigarar so líðandi koma at binda sína uppsparing í virðisbrøv, heldur enn í frívirðið [...] kapitalflýggjan Enn ber tó ikki til at siga, í hvønn mun føroyskir uppsparar hava flutt sínar íløgur yvir á virðisbrøv. Sigurd Poulsen sigur, at tey í løtuni eru í ferð við at gera hagtøl fyri hendan partin
týskvøld kl. 21.00 í Havnaskrivstovuni í Runavík. AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 16.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri [...] sunnudag í mánaðinum er opin speakarafundur í Al-Anon, Tinghúsvegur 37. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla [...] 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnudag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mánaðinum opin fundur kl. 15. AA í Vági
Pætur , tá filmaðu vit ein part í teimum fronsku Alpunum. Í fyrstani tordu eg og Ossi ikki so væl upp í lyftirnar so fyrsta dagin skiiaðu vit framvið øllum lyftinum, langt oman í dalin. Ja so langt, at [...] hvørja ferð omma og eg enda í geglinum. Hvat gleðir teg? Hvør dagur er ein stór gáva, og bara tað at vakna ger meg glaðan. Eg eri takksamur fyri heilsuna, og at eg búgvi í einum so góðum landi sum Føroyum [...] at hjá gentutrøllum? Hatta var ein trupul spurningur, og má eg svara hann í tveimum. Eg hyggi hvussu nógv høvd tær hava, og um tær duga at brúka tey. Fari eg longur inn í meg sjálvan, so hyggi eg eisini
hóast konan í løtuni er til umlætting á røktarheiminum í Klaksvík. 40 ár til koyrikort Vit hava avtalað eina tíð til hesa samrøðuna umleið kl. 13:15. Í telefonini hevur hann sagt mær vegin niðan í Vágsgeil [...] hjá IRF, men helst er okkurt komið í vegin, og tí kom hann ikki í dag. - Tað vóru annars so deiligar frikadellir á skránni í dag! Hesar góðu frikadellurnar vóru annars ein gáva til húskið: Kona Símun arbeiddi [...] sjálvandi spyrja aftaná, hvussu tað er at vera ein eldri maður í Føroyum. Hvørjar tankar eg havi gjørt mær um tað at verða gamal her í Klaksvík? Hmm, ein góður spurningur! - Eg haldi, at eg lýsi hetta
ovast í rygginum soleiðis, at seyðurin sleppur oman fyri teir, tá ið hann kemur upp úr Sót . Tveir fara niður í Tánna í Sót - Nasan í Sót . Harnæst fara nakrir suður undir Drangarnar. Tá ið ein tími er [...] um í Miðveg. Emil var áhaldsin og fall 80 favnar. Í 1957 fall Even Skaalum í Sunnara Vegaryggi. Ein planki, sum teir høvdu lagt um eina gjótu, fór undan honum. Hann fór á strok og steðgaði niðast í rygginum [...] Áðrenn samlingina í 1968 vóru 72 gimbrafrælsir og 18 veðrafrælsir í Berginum. Av hesum sæst, at Villingaberg er stórt feitilendi, møguliga tað størsta í landinum. Gimbrarnar gingu í Berginum um veturin
skal tað vera, sum fær ilt í føroyingar. Ein góður filmur er 12 Angry Men við Henry Fonda. Eitt nevningating skal døma ein drong sekan ella ikki. Teir ganga í tveimum, líka sum í Føroyum: jasíðan og neisíðan [...] uppá. Ikki ein kensla, men ein grundhýrur, sum sæst nógv betur í dagligum virki enn kenslum. Í longdini má øðin temjast, tí annars fær hon ikki arbeitt. Tá Marlon Brando sum Stanley Kowalski í A Streetcar [...] Um fólkasløgini, sum hava fáfongt í huga. Hví froysa fólkasløg? Hví eru føroyingar so óðir á jólum? We are not angry we are enraged, segði ein, tá hann sá órættin í USA í 60unum. Dylan Thomas segði um deyðan: