kvinnan fer at vera enn longri burtur av arbeiðsmarknaðinum, og statt verður lønargjógvin ímillum menn og kvinnur enn djúpari. Og sostatt fer hetta uppskotið at gera støðuna hjá kvinnunum verri, enn hon er nú [...] vísa, at páparnir taka bara tað barsilsfarloyvið, sum er markað til teir. Tað merkir, at í hesum føri fara páparnir at taka aðra vikuna, og mamman tekur so hina vikuna. Avleiðingin av tí er, at kvinnan [...] stuttum millumbilum. Tað undrar tey eisini, at tað ber til at leingja barsilsfarloyvið í heilum, uttan at gjaldið til skipanina verður hækkað. Tey halda, at antin má hetta merkja, at gjaldið er ov høgt,
vit alt fyri børnini og familjuna. Luftin og loftið og bøurin og vegirnir og fjøllini og alt tað, sum vit kalla úti, er vorðið tað, sum vit kalla myrkt, og tað er píniligt at royna at banna myrkrinum við [...] svøvni. Heldur ikki tá veðrið var gott sum í dag, og teir vóru blíðir, og konan hevði tað gott. Tá vit siga, at tað skal onki til, so er tað tað, sum tað merkir. Tað skal onki til, tí øðin er har, sum [...] sjálvan?) Morgun og dagur eru myrkari enn kvøld og nátt, og sjálvt um tað ikki er illveður ella kalt og hált altíð, so er tað so mikið ofta bæði ilt og kalt og hált aftur at myrkrinum, at eingin tímir út
Statens Serum Institut og Heilsustýrið hava mett, at lítil vandi er fyri stórari útbreiðslu av smittu í Danmark, og stovnarnir halda, at vandin fyri, at corona-virus rættiliga fer at bjóða heilsuverkinum [...] Peter Henrik Andersen minnir á, at fólk ikki eiga at gloyma, at umleið 1500 danir á hvørjum ári doyggja av vanligari krímsjúku ella beinkrími. - Tað er tí týdningarmikið, at tingini verða sett í perspektiv [...] krabbamein, til at seta seg í samband við lækna, um tey hava illgruna um, at tey kunnu vera smittað við corona-virus. Í samskiftinum við lækna kunnu sjúklingar eisini spyrja, um tey eiga at taka nøkur serlig
viðgingið, at tað loyniliga fongslið er til, men teir hava sýtt fyri at siga nakað um viðurskiftini har. Tað var fyrst í hesum mánaðinum, at almenningurin fyrstu ferð fekk at vita um fongslið. Tað kom fram [...] sitið í tí loyniliga fongslinum, greitt frá, at teir sótu einsamallir í klivanum í bæði vikur og mánaðir, at teir høvdu bind fyri eyguni, og at teir sluppu ikki at samskifta við nakrar uttan fyri fongslið [...] Seinast hendi tað um jóltíðir í floghavnini í San Fransisco, og tí kravdi hann at sleppa at síggja, hvat fyri upplýsingar løgreglan hevur skrásett. Men mánadagin gjørdi ein dómstólur av, at Jan Guillou sleppur
stig, Víkingur hevur 46 stig, og B71 hevur 43 stig. Um B71 vinnur fulla úrtøku ímóti TB, so verður tað framvegis møguleiki fyri, at B71 fer at fáa TB aftur. Um tað fer at enda javnt, ella um TB vinnur [...] seinnapartin, har Undrið verður gestur, so er tað staðfest, sum fyri viku síðani varð sagt at vera mest sum veruleiki, ið tað var torført at ímynda sær at tað vendist við aftur frá. Á Sandi fær B71 vitjan [...] øll stigini, so verður tað staðfest, at TB næsta ár aftur skal spæla í bestu deldini. Seinnapartin verður sagt frá 11 – 12 metrum av útsynningi, hitin verður 9 stig, og tað fer at regna. Betri Deildin 25
flogfelagið fer at siga 90 av teimum 240 starvsfólkunum hjá felagnum úr starvi. Tað boðaði felagið frá fyrr í dag. Uppsøgnirnar vera galdandi frá síðst í hesum mánaðinum. – Tað er torført at gera nakrar [...] ikki, at onkur av teimum kann koma aftur í starv, um gongd kemur á flúgvingina aftur. – Vit vóna at koma í gongd aftur skjótt, men vit vita ikki nær. Hetta er neyðugt at gera, fyri at vit kunnu vera kappingarfør [...] nakrar metingar fyri framtíðina. Tað er avgerandi, bæði hvat bæði føroyskir myndugleikar siga, og hvat útlendskir myndugleikar siga, sigur Jóhanna á Bergi. Starvsfólkini, ið missa arbeiðið, hava frá einum upp
kunnu keypa agn og fiskireiðskap á staðnum, og eisini er gott pláss at tjalda, eins og pláss er fyri húsvognum. Kostnaðurin fyri børn millum 7 og 17 ár er 50 krónur, og vaksin 18 ár og eldri gjalda 100 [...] undir felagssanginum. Og felagssangur verður klokkan 21, har Saggi og Árni spæla undir, og Annsy Høghamar, sum er ættað av Eiði, men býr í Havn, fer at halda røðu. Tey, sum hava hug at verða við í fiskikappingini [...] fyri at verða við í fiskikappingini á Eiðisvatni, sum altso byrjar í kvøld klokkan 18. Fólk, sum áður hava verið við til hetta tiltak, siga, at tað er serstakliga hugnaligt. Fyrireikararnir siga, at øll
samstarv, sum skal vera ímillum kommunurnar. Hvat kommunurnar annars finna út av øðrum samstarvi, er annað mál. Men tað merkir samstundis, at ætlanin er ikki at tvinga kommunur at leggja saman, men tá [...] . Eftir hesum skulu Føroyar býtast sundur í sjey øki. Tað merkir, at tær kommunur, sum ætla at leggja saman, ella skulu samstarva, skulu gera tað innanfyri eitt ávíst øki. Tá ið tosað verður um samstarv [...] eitt øki, Norðoyggjar eitt økið fyri at nevna nøkur dømi. Men eftir lógini, sum sum nú verður løgd fyri Løgtingið, fer Jacob Vestergaard eisini at fáa heimild til at skipa fyri fólkaatkvøðu um kommunus
arasessin við danir, fer tað at taka luftina úr ballónini hjá Eidesgaard. Uppaftur ein trumfur hjá løgmanni vil so vera tann at seta so mikið stór krøv til Nyrup, at hesin fer at seta seg uppá bakbeinini [...] sambandsflokkurin og alt Føroya fólk eru í vanda at liggja eftir á, tá avtornar. Men vinnur Edmund slagið, so er greitt, at Bjørn á Heygum fer at fylgja í fótafetunum á Finnboga Arge. Og tá kann løgmaður [...] formaður javnaðarfloksins og nýggjur fólkatingsmaður ger skyldu sína mótvegis Føroyum við at gera danska forsætisráðharranum greitt, at hvørki hann ella nakar annar í Føroyum, fer at góðtaka eina fyri Føroyar
John fyri alt tað, tú var og gav. Nettup hetta at skula brúka tað kynstrið - tað amboðið ella vápnið - sum fáur dugdi betur at handfara enn júst tú til at fagna lívinum og tí góða - til at siga tær farvæl [...] inniligt, fínt og kensluligt menniskja. Hann var alla tíðina framman fyri sína tíð, og hetta gjørdi, at tað var ikki so lætt at vera John. Vit onnur megnaðu ikki at fylgja honum nóg væl og liva upp til tær [...] náttúrutilfeingi skynsamliga. Hann var so nærlagdur og so lynandi intelligentur, at tað var altíð ein fragd at hoyra og lesa tað, hann hevði at siga um so gott sum øll lívsins viðurskifti. Ein lítil filosoffur