i eina uppliving fyri tær 150 krónurnar, sum ein ferð undir Vestmannabjørgini kostar. Tá síggja vit, at Halgisberg er lopið og at ein hola, sum Silja plagar at fara ígjøgnum er typt av omanlopinum. Sjógvurin [...] mugu royna at koma víðari og gera longri túrar, sum geva meira pengar. Tað kann eisini vera so ótrúliga kalt umborð á einum opnum báti, sigur Palli, sum heldur, at tað eisini átti at borið til at gjørt útferðir [...] fáa vit ikki, sigur Palli, sum sigur tað vera ótrúliga dýrt at reka bátsútferðir. -Reklaman kostar og somuleiðis fólkini, sum tú samstarvar við, sigur Palli, sum heldur, at ein príshækking hevði broytt
settir til viks. Orsøkin var, at Gunn hevði sagt við onkra, sum hevði borið seg undan uppstilling, at tað var ov vánaligt bara at siga nei. Tískil var Gunn Joensen nærum noydd at lata seg seta á uppstilli [...] vesturheiminum. Sum í londunum kring okkum, fóru konurnar í Vestmanna eisini út at arbeiða. Og tí var neyðugt at fáa onkran at ansa børnunum. Menninir kundu jú ikki, tí teir eisini vóru farnir út at arbeiða! [...] Men, hetta ljóðar sum, at menninir í roynd og veru skulu »loyva« konunum at gera seg galdandi, tá ið tær ætla sær at fremja samfelagsligar batar og broytingar? - Nei, konur hava loyvi at fara upp í politikk
næsta tín sum sjálvan teg? (Smb. Matt. 22,34-40 o.s.fr.). - Rætt er tað, at vit eiga at elska Gud og samkynd eins og hinkynd, men tað er rangt at nýta hesi orð Jesu til tess at grundgeva, at tað er í lagi [...] skal fáa størstu tøkk fyri grundgeving sína, ?at tað sambært Skriftini ikki [er] í lagi at liva saman sum samkynd. Og av tí at slíkt samlív er ímóti tí, sum Skriftin sigur, kann tað ikki signast.? Hans [...] hvør aðrari. Onkur sigur seg at kunna signa, ein annar seg at kunna nokta signing. Fyristøðufólk vísa á tað í samtykini orðaða at ?sambært galdandi kirkjulóg finst .. møguleikin?, at prestur kann nýta
einstøkum undantaki - og sera høgligum at røkja. So nú tilboðið kom at sleppa við sandavágsmonnum í skorarnar, var bara at halda seg fram at beinanvegin. Jú, tað var ikki at siga. Svarið var játtandi, áðrenn hálvtalað [...] dagur, sum ikki fæst betri yvirhøvur. Stilt og lýtt. Sólin skínur oman og niðan, og fuglurin hevur eisini boðað frá, at hann er komin. So tað er bara at gera skjótt av og fara at hitta manningina, sum skal [...] fólki er í teimum húsunum, sum enn standa uppi. Fólk, sum hava eitthvørt tilknýti til staðið, brúka tað sum frítíðarpláss. Og tað má sigast at vera væl valt stað, hugsar ein um at fáa frið frá dagliga hu
Talan var um tvey av liðunum, sum eru frammaliga í jagstranini eftir B36, sum hittust í Gundadali dýra biðjudag. HB liðið, sum er so at siga fullkomuliga umskipað í mun til undanfarna kappingarár, hevur [...] soleiðis, at leikararnir fyrst ætlaðu at kanna eftir, hvussu sterk mótstøðan var. Serliga sá út til, at gestirnir vóru varnir, og fyrstu løtuna leiktu teir at kalla 5-3-2. Skjótt gjørdist tó greitt, at tá vágbingar [...] verjan tóktist ógvuliga passiv í hesi støðu, tí satt at siga var ikki líkt til, at nakar leikari hevði givið sær far um Jón Paula, hóast teir áttu at vita, at hann telist millum vandamestu leikararnar í landinum
royndu sandoyingarnir at trýsta enn meira, men tað eydnaðist ongantíð at fáa enn eitt mál, og harvið annað stigið. Sum so høvdu teir ongar upplagdar møguleikar, men av Sandi siga tey, at talan fleiri ferðir [...] landinum. Harumframt noyddust havnarmenninir eisini at vera stuðulsleikarar sum Bjarna Prior og Jens Kristian Hansen fyri uttan, og tí er einki at siga til, at teir vóru sera fegnir um sigurin. Ístaðin fyri [...] tosað um, at B36 hevur leitað eftir málverja til besta liðið, men á Sandi siga tey seg ikki skilja, at so skal vera, tí Tróndur stóð enn einaferð ein góðan dyst í málinum. Annars frættist av Sandi, at fleiri
einki er at taka seg aftur í, at brotssparkskappingin er ein eirindaleysur háttur at avgera dystir uppá. Sum ein ávísur danskur álopsleikari segði fyri góðum 15 árum síðani, so er onkur noyddur at misnýta [...] ilt við at skapa sær nakrar upplagdar málmøguleikar, og harumframt er Kurt Mørkøre ikki longur á liðnum, til at fáa fatur á leysum bóltum, sum hann síðani fekk umskapt til mál. Hetta var so at siga eisini [...] hann var so óheppin at snýta málverjan, sum hjálparsleysur mátti síggja bóltin fara í málið. Hetta var sum vátur vøttur at fáa hjá gestunum, og næstu løtuna var tað brádliga KÍ, sum hevði greiða yvirvág
VB venjarin plagar at siga, at hansara lið hevur ikki somu dygdir at spæla verjukent sum at spæla álopskent. Tað hevur hann kanska rætt í, og tí var tað ikki eftir høvdinum hjá vágbingum, at teir tað mesta [...] loysti av), er væl fyri, og tað vóru menninir í fremstu røð, sum høvdu avgerandi orðið at siga, tá VB megnaði at spæla seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Toftamenn snorksvóvu, tá álopsmenninir [...] staðfestu teir tað á Svangaskarði. Serliga er tað í álopspartinum, at VB, sum hesa ferð mátti spæla uttan Tórða Holm á miðvøllinum (Jón Gærdbo, sum ikki hevur verið við síðani steypadystin móti NSÍ í Vági, loysti
chatting, fyri at siga hví onkur bráddliga ikki er at treffa, sum til dømis um onkur bankar uppá ella at fartelefonin ringir. (::[ ]::) Ímynd av heftiplástri. Verður brúkt tá onkur bjóðar seg til at hjálpa ella [...] styttingarnar og ímyndirnar sum verða brúktar í chatti? Kristian við telduposti Svar: Tað krevur sín mann at chatta, tí styttingar og ímyndir rúka um oyruni/eyguni og oftani er ringt at tíða tað í sagt verður [...] *gg* merkir at man flennir. Summi brúka styttingina LOL, sum stendur fyri "Laughing Out Loud" (flenna hart). Men umframt hesar finnast nógv fleiri og kanska tann mest brúkta ímyndin er :-) sum vísir eitt
Sortudýki. Sætt at siga, so er heimasíðan hjá Útvarp Føroya blivin rættiliga umfatandi, og ein ørgrynna av tilfari liggur á undirsíðunum, eisini hjá Náttarravnunum. Eitt sum ÚF brúkar, er at allar sendingar [...] sína egnu heimasíðu, soleiðis at øll starvsfólk á stovninum eru við til at menna teirra kunningarkervi, og tað er næstan ov genialt. Mynd frá heimasíðuni hjá Náttarravnunum At enda á ferð okkara, funnu vit [...] vit eina sera forvitnisliga privata heimasíðu, ið er lýst sum Eina Hansen, Webdesignari. Vit funnu út av, at talan eru um unga føroyska kvinnu, sum hevur fingið sær útbúgving innan heimasíðusmíð, og starvast