varð ruddaður millum jól og nýggjár, av bygdarfólkinum. Tað gingu bert 3 dagar við lágætt, so var sandurin aftur avtikin av ruski. Tað hevði verið sera gott, um tit høvdu vilja tikið ruskspurningin runt [...] met). Tað nógva av tí ruski, sum kemur frá hesum fólkum og teimum skipum, sum sigla inn og út av fjørðinum, verður tveitt á sjógv uttan at kommunurnar gera nóg mikið, fyri at forða hesum. Alt tað sum flýtur [...] men tað er sum at sláa í stein, einki verður gjørt. Tit skuldu ómakað tykkum ein túr inn á sandin í Skálafirði, so høvdu tit sæð alla óhumskuna sum liggur á sandinum og langt norður í bøin. Tað er so
skýlið. Tí tykist tað sera løgið, at JWJ nú skrivar, at Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð liggur í buktini, og vil eg við hesum skrivinum vísa aftur, at NFÍ liggur í buktini. NFÍ hevur altíð verið fyri at byggja [...] skýli, og var tað eisini NFÍ, sum tók stig til byggjan av skýli, har felagshølir vóru til tey flestu feløgini í býnum, men tann ætlanin datt tíverri niðurfyri. Nógvar royndir hava verið gjørdar síðani [...] latið seg gjørt, men til tað krevst samarbeiði, og ivist eg onga løtu í, at feløg, Dansistovan, KÍ, Áhugafelagið hjá KÍ høvdu klárað at fingið skýlið uppaftur, tí tá hevði málið verið loyst hjá teimum øllum
í tarmunum, kroppurin tusnar upp og bólgnar. Tað stendur til at bresta. Hetta mátti verið gott tilfar hjá einum rithøvundi, og meira enn einaferð hevur verið sóknast eftir skaldsøgum, sum viðgera samtíðina [...] sum tað síðani vísir seg, av urtagarðsmanninum Sámali Kjørvík, Hann hevur fingið nokk, og ein dagin reisir hann seg, bustar moldina av hondunum og fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar [...] iga ella fyri teir persónar, sum hava verið næstir hendingunum. Er rithøvundurin svartskygdur? Meira enn so. Tað er ikki kollveltingin, sum umsíðir er komin, tað er ikki politisk medvit og ein skipað ætlan
svarar tað til, at 20 limir fleiri høvdu arbeiði í 1997. Hann vísti eisini á, at í øllum Føroyum var arbeiðsloysið 23% tað ringasta árið í 1994. Síðani erarbeiðslysið støðugt minkað, og nú er tað millum [...] leygardagin leit aftur um bak . Men hann mátti ásanna, at framgongdin hjá arbeiðsmonnum í Havn hevði verið minni enn hjá øðrum lønarbólkum í Føroyum. Limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag betala 1% av lønini [...] øðrum samfelagsbólkum. Ein orsøk er, at útgjaldingarnar í fiskivinnuni eru heldur slakari í fjør. Tað eru tær, hóast fiskiskapurin undi Føroyum er munandi batnaður, og táttar nú í 100.000 tons aftur.
Á ársaðalfundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag leygardagin varð ein nýggjur nevndarlimur valdur. Tað er Hans Joensen, sum kom í nevndina fyri Poul Rufus Danielsen, sum ikki varð stillaður uppaftur, hann [...] Formann fyri seg Annars samtykti aðalfundurin, at broyta formansvalið. Higartil hevur formaðurin verið valdur beinleiðis á aðalfundinum eftir uppskoti. Men nú verður formansvalið broytt, so at hereftir [...] in sagt, at limirnir ikki fingið endurgjald frá felagnum tann fyrsta dagin, teir eru í verkfalli. Tað bleiv broytt til, at táið arbeiðssteðgur er, kann nevndin taka støðu til at veita limunum endurgjald
uppá politiskt plan. -Tað er tað vit gera nú, men tað er ikki so, at vit harvið siga embætismannanevndini upp. Tað er framvegis hon, sum arbeiðir við sakini. -Men er tað ikki eitt sindur løgið í hesum tíðum [...] politiskt sigur løgmaður, at tað er tí, at tað hevur gingið so stiltið at røkka einum úrsliti við vanligu samráðingunum. Hann leggur annars dent á, at tað alla tíðina hevur verið møguligt at fáa málið uppá [...] er fult í tráð við tað, sum Poul Nyrup Rasmussen legði upp til undir Føroyavitjanini. Edmund Joensen sigur, at tað er heilt náttúrligt at royna tann politiska vegin, nú tað hevur verið samráðst uttan úrslit
Umráðandi at fáa gott úrslit Spurd, hví tað tekur so drúgva tíð at fáa politisku skipanina at koma við einum útspæli, sigur løgmansstjórin, at hetta er eitt stórt mál. Hóast tað, so fer arbeiðsbólkurin at gera [...] rættarmál skal reisast - tað er eitt. Annað er um vit skulu taka upp samráðingar við danska statin o.s.fr.. Politikararnir hava sagt, at teir vilja vera rímiliga samdir úteftir. Tað er eitt gott signal, heldur [...] Hóast væl er fráliðið, síðani bankakanningin varð almannakunngjørd, so hevur einki verið at hoyrt um, hvat føroyingar ætla sær at gera við málið. Fyribils er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við
árini, hann hevur verið upp í arbeiðnum í FSF, hevur tað ongantíð áður verið so torført at fáa puslispælið at rigga, sum tað hevði verið hesa ferðina. Og tað hevði aftur við sær, at tað skuldu ógvuliga góðar [...] um FM heitið. Ofta hevur tað verið soleiðis, at ein ella tvær innan-hýsis uppgerðir millum feløg, sum hava staðið seg væl seinnu árini, hava verið lagdar síðsta leikdag, men hetta tykist ikki at hava ligið [...] møguligum viðmerkingum til uppskotið. Grannastríð beinanvegin Kjartan Mohr hevur í mong ár verið kassameistari hjá B36, og tað var kanska væl skiljandi, at hann ikki var serliga glaður fyri, at felagið hjá honum
sum tað ber til, tá farið verður undir landskappingina. Sæð út frá fyrra sjónarmiðnum og við styrkini á liðunum í fjør í huga, so er tað nógv, sum bendir á, at lutakastið hjá B36 var gott, meðan tað hjá [...] løgmanssteypið í framtíðini skuldi skipast øðrvísi, enn hon hevði verið hesi seinastu árini. Orsøkin segðist vera, at bólkakappingin hevði verið ov lítið áhugaverd, tí munurin millum bestu og vánaligastu liðini [...] soleiðis í ár, at í staðin fyri fýra bólkar verða í ár tríggir bólkar, og tað hevur við sær, at í staðin fyri sekstan lið, so verða tað í 1998 tólv lið í bólkaspælinum. Liðini, sum í fjør endaðu á trimum teimum
spælararnir verða í felagnum, men tað kann gerast, sjálvt um upphæddirnar í sáttmálanum vera smáar. Tey seinnu árini hevur tað í nógvum førum verið soleiðis, at tað hava verið stuðlar hjá feløgunum, sum hava [...] skal sendast feløgunum til ummælis, áðrenn tað verður sett í verk í ár. Nýggi formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, mundi umboða meirilutan, tá hann staðfesti, at tað var bráneyðugt við skipanini: ? Útlendsku [...] av orðaskifti var um seinna spurningin, meðan fyrra uppskotið, sum í hvussu so er í prinsippinum er tað meiri víðgongda, varð samtykt eftir at bara ein luttakari á fundinum, Jógvan Páll Lassen, advokatur