umsóknir verða gingnar á møti. NORA fer at lýsa eftir umsøkjarum um mánaðarskiftið, meðan møguleiki verður at søkja um stuðul frá Norðurmót í heyst. Annars ber til at fáa fleiri upplýsingar um hesar vinn [...] Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg. Her ber eisini til at søkja um stuðul. Skapa sambond ? Norðurmót er eitt tilboð til føroyska vinnulívið um at fáa stuðul til menning og gransking. Føroyska vinnulívið [...] man fæst við menning og gransking, tí vit hava avmarkað umhvørvi í Føroyum. Við at skapa sambond við grannalondini, ber til at menna føroyska vinnulívið, sigur Kjartan Hoydal, sum legði fram á fundinum. Føroyar
hjá Hans M. Reinert. Men tað var skjótt, at meistarin sendi hann til Danmarkar at læra víðari við teirri grundgeving, at har kundi hann fáa meira burturúr. Eftir at Chrsitian hevði lokið sveinaroyndina, arbeiddi [...] Danmark, áðrenn hann fór til skips sum maskinmeistari á ymsum fiskiskipum. Tá hann gavst at sigla, fór Christian at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju, til hann í sekstiárunum saman við øðrum keypti Vestmanna [...] Annars dámar Christiani væl at lesa og syngja. Hevur verið kórsangari í fleiri ár. Millum annað í Kristiliga Sangkórinum og Tórshavnar Manskóri. Frítíðina dámdi honum væl at brúka í summarhúsinum i Leynum
tað var týðiligt, at munurin í venjingarstøðu hjá liðunum var stórur. Í einum tveimum førum slapp Kyndil at skjóta fimm-seks mál á rað, og móti endanum tóktust tær hugsa meira um, at allar skuldi sleppa [...] sleppa á málskjúttalistan. Ov tunt Uttan at leggja nakað serligt í úrslitið, so ber kortini til at staðfesta, at enn væntar nakað í hjá liðunum báðum. Ringast stendur til hjá Tjaldrinum, sum als ikki tykist [...] tali, og eisini tykist tað, sum at orkan til at spæla er ov lítil. Ein betran av hesi hevði ivaleyst komið væl við, tí hóast teknisku manglarnir, so megna tær tó eisini at spæla hondbólt, men ikki í trýss
áðrenn farið varð til Danmarkar at samráðast um tað. Av tí at hesa samráðingar eru av vitalum týdningi fyri framtíðina hjá Føroya fólki, er tað átaluvert, at Løgmaður ikki torir at standa við sítt orð. Um Løgmaður [...] Før-oya fólk, verður tað ikki gjørt við at trumfa eitt samráðingaruppskot ígjøgnum, sum bert fjóðri hvør føroyingur tekur undir við. Áhugavert kundi kanska verið at vita, hvat ST sigur um framferð Løgmans [...] og Don Juan Skotski professarin, James Mitchell, greiddi í Norðurlandahúsinum frá herfyri, at royndir vísa, at tjóðskaparkenslur uttan búskaparligan fyrimun føra ikki til loysing, tí tann búskaparligi
fekst øll at flenna. Niclas var væl umtóktur! Einaferð sleyrdu vit kirkjugarðin í Nólsoy, tú og eg. Tosaðu í spølni um, hvar á leið í garðinum vit einaferð komu at liggja. Báðir væntaðu vit at koma at liggja [...] ælaveður og myrkt. Hyggi út gjøgnum vindeyga, síggi at tey seinastu bløðini eru nú dottin av trøunum og fúka nú runt í túninum. Tað skýmur, hesin dagurin fer at halla, eins og nú, bert ein lítil mánaði er eftir [...] familju og vinum. Men tað er ikki enn! Vit skulu ígjøgnum desember fyrst. At skula koma ígjøgnum desember, plagar væl ikki at fella nøkrum tungt, sjálvt um myrkt er størsta partin av samdøgrinum. Men nú
á gólv at taka eina mynd, og beinanveg fara tey at tosa um, hvussu handan man fara at síggja út í Sosialinum í annaðkvøld. Ein luttakari verður beinanveg valdur út til forsíðuna. Tað er ikki at siga, tá [...] tað bara heilt væl, meðan onkur helt, at nú fór hann í so langt, tí her varð alt svart. Men tað var skjótt, at hann var klárur aftur, og so letur í síðumanninum, at nú var hann liðugur. »Tað mundi ikki [...] Tað næsta kemur um ein góðan hálvan tíma. Tað sita fiýra fólk við hvør sína teldu. Tey fara at læra seg at skriva við Word á Windows. Lærarin situr við pultin. Hann vísir á einum skíggja á vegginum, hvussu
eru myndir og upplýsingar um føroysku havnirnar tiknar við. Her ber til at síggja, um eitt nú møguleikar eru fyri at leggja trygt at landi. Av øðrum tilfari kann nevnast viðkomandi lógartilfar, tilfar um [...] norskum, íslandskum, enskum, týskum og á latíni. Tað er einki at ivast í, at Skipalistin 2001 er ein góð og viðkomandi bók, sum er hent at hava hjá øllum, ið á einhvønn hátt hava áhuga fyri skipum og sjógvi [...] lokalum myndatakarum. Er eisini álmanakki Skipalistin kann sigast at vera fleiri bøkur í einari. Løgtingslóg um kravda bjargingarútgerð ásetir, at føroyskur álmanakki skal vera umborð á øllum bátum undir 20
myndugleikunum at føra út í lívið. Vit kunnu nevna passfrælsi, møguleikan at lesa har vit vilja í øðrum norðanlondum og møguleikan at fáa okkum eitt starv í einum øðrum norðanlandi uttan at noyðast at søkja t [...] norsk tíðindafólk. Eitt sindur løgið havandi í huga, at norðurlendska samstarvið ikki er tað, tey vanliga brúka nógva tíð uppá. Men orsøkin man ikki vera, at tey brádliga hava fingið ein norðurlendskan anda [...] um á norðurlandaráðsfundunum, so skal hetta ráð vera ein »kaffiklubbur«. Vit skulu vísa, at vit eru vinir og at okkum dámar hvør annan, og vit mugu fyri alt í heiminum ikki tosa um viðurskifti, sum vísa
Áðrenn dystin var líkt til, at hetta fór at vera ein lættur sigur til HB, men tá avtornaði var munurin bert eitt mál. Fyri HB skeyt Eyðfríð Christiansen bæði málini, og eftir øllum at døma tykist hon vera ein [...] á triðja pláss í bólki A, og liggja nú væl fyri at koma víðari til endaspælið. Seinastu ferð at kvinnufótbólturin varð umrøddur í blaðnum varð nevnt, at tað verður ein rein sensatión, um HB, VB og GÍ ikki [...] øðrvísi, og Skála hevur góðan møguleika at koma til ?hitt lovaða landið?, har seks tey bestu liðini fara at kappast um føroyameistaraheitið. B36 fekk endurreisn Eftir at B36 í bólki B fekk ein dyggan frammaná
Tá grundspælið var liðugt, varð av nógvum hildið, at hetta fór at gerast ein dystur millum KÍF og H71, men eftir dystin sunnudagin er støðan nú tann, at runavíkingarnir eiga niðasta sessin, meðan hoyvíkingar [...] hetta eisini, at meira pláss varð hjá liðfeløgum hansara. Hetta dugdi serliga Vagnur Johansen at gera sær dælt av. Óla Kristian var á muni Í seinna hálvleiki megnaðu kollfirðingar beinan vegin at leggja sjógv [...] móti vestmenningum, og tað er í øllum førum ikki væntandi, at H71 fer at fáa nakað sum helst burtur úr hesum dysti. Í løtuni er tó ikki líkt til, at nakað av liðunum noyðist niður í aðru deild komandi ár.