trý stig, og at tað nú eru fimm stig til botnstrikuna. Skálamenn eru aftast, og teir bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tað eigur at kennast órógvandi, at tað í spæli ikki eydnaðist at umseta yvirvág [...] síggja tað ljósa í tapinum, so er tað, at vit megnaðu væl í seinna hálvleiki at mynda spælið. Vit spældu okkum eisini til møguleikar, og vit halda okkum hava nakað at hava tað í, tá ið vit rokna við úrtøku [...] EB/Streymi, sigur Skála liðformaðurin Teitur R. Joensen. At tað í fyrra hálvleiki eydnaðist NSÍ at skora tvey mál komst fyrst og fremst av, at landsliðsspælarin og liðformaðurin Klæmint A. Olsen av álvara
tú, meðan tú koyrir? Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt. Og tað er hetta sum okkara [...] siga 20% at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil. Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur [...] onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt. Góð ráð Hevur tú eina snildfon? Veist tú at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti
Marine Le Pen (Rassemblement national). Tað er triðju ferð, at Le Pen roynir at gerast franskur forseti. Tann 53 ára gamla Marine Le Pen hevur roynt at tykjast meira moderat og væl skikkað enn mótvalevnini á [...] úr moderata vinstraveingi og er borgarstjóri í París. Tó benda meiningakanningar á, at hon skal stríðast fyri bara at fáa tvey prosent av atkvøðunum. * Yannick Jadot (Europe Écologie Les Verts). Jadot er [...] valevni fyri umhvørvisflokkin í september, var mál hansara millum anna, at Frankaríki skuldi hava ein grønan búskap, sum skal fíggjast av, at staturin tekur enn størri lán. * Jean-Luc Mélenchon (La France Insoumis)
fjórðingsøld fer Colorama-handilin at gera burtur úr degnum. - Alla næstu viku fara vit at hava góð tilboð í øllum handlinum, og sjálvan ársdagin fara vit eisini at bjóða kaffi, køkur og okkurt gott til [...] forvitnisligt at koma í Colorama-handilin, og her leggja tey stóran dent á, at handilin er ruddiligur og væl skipaður. Sum ein partur av vøruútboðnum eru eisini prýðislutir, sum eru við til at pynta um og [...] vil siga, at vit eru leiðandi innan gardinur, og her hava vit eina góða tænastu. Tá viðskiftafólk ynskja tað, fara vit út at taka mát, og tá gardinurnar so eru seymaðar, fara vit út aftur at hanga upp
halda, at hetta er eitt super-gott hugskot hjá dønum. Teir halda so at siga allir, at hetta uppskotið er í so ógvusligt, og at tað er at gera seg inn á persónliga frælsið, og at man í staðin eigur at gera [...] Danska stjórnin ætlar nú at forbjóða sølu av sigarettum og øðrum tubaksvørum fyri øll, sum eru fødd í og aftaná 2010. Endamálið við uppskotinum er í stuttum at skapa eitt heilt roykfrítt ættarlið, og tí [...] sum serkønur heldur um hetta danska uppskotið. – Øll initiativ, sum royna at avmarka nýtsluna av tubakki, eru fín. Tað er gott, at samfelagið tekur ábyrgd fyri nøkrum, sum er so ómetaliga skaðiligt, sigur
ið tað eydnaðist at vinna við einum máli ímóti Italia. Í kvøld var tað sjálvandi kæti og fagnaður um, at Føroyar hava spælt seg víðari í HM kvalifikatiónini, men tað er synd at siga, at talan var um spenning [...] løtuna fingu teir høvi at royna seg á vøllinum, sum ikki høvdu spælt hinar báðar ferðirnar. Tað boðar frá stórari breidd og kapping um plássini, og so eigur at verða tikið við, at størsta stjørnan av øllum [...] Skipagøtu, sat skaddur millum áskoðararnar og frøddist um, at liðfelagarnir við stórum avrikum ímóti Italia og Lettlandi syrgdu fyri, at hann fær møguleikan at vera við í næsta HM undankappingarumfarinum, sum verður
króki”, tó at tú ert saman við fleiri. Prátið ferðast ikki víða, tí her er so væl ljóðdoyvt, at tað at kalla hoyrist ikki millum borðini. Eitt tænasta hjá Angus, sum kann lætta um hjá gestunum, er, at til ber [...] ber at umbiðja smærri egin høli – enntá við egnari inngongd. Eisini fer at bera til um eina viku at fara innum aðrar dyr, enn høvuðsdyrnar: Mun-Go. Her kanst tú umbiðja mat heim við úr serligari matarskrá [...] flutt fram í tíð við nýmótans innrætting, búnýtum og innbúgvi. Tey leggja seg eftir at hava føroyska list á veggjunum, at gera upplivingina enn betri. Tú fært sama góða prís og góðsku, sum altíð, tó við uppaftur
staðar. Ongar greiðar ábendingar eru um at prísvøksturin í samfelagnum fer at steðga. Framgongdin er spakulig og støðug í samfelaganum og er tað sjálvandi at fegnast um. Avbjóðingin Fakfeløg í Føroyum [...] pensjónini er at seta eyka trýst á løntakarar og harvið á fakfeløgini. Peningurin til dagligu nýtsluna minkar árliga, meira fer til pensjónina. Og so stendur vali millum at stramma reimina ella at fáa meira [...] so prógva seg ikki til at hava skil fyri tí. 3% lønarhækkan árliga má til fyri at dekka pensjónina og inflationina. Um tað ikki verður, fáa arbeiðsfólk í Føroyum minni pening at liva við. Og livikostnaðurin
nærlagdur. Dent hevur tú lagt á at læra meg at lýsa øll mál væl, fyri at hava eitt gott grundarlag at taka eina avgerð á. Tá tú hevði 40 ára starvsdag á Landsverki varð nevnt, at tú kennir hvørja steinpirru [...] prógv um, at aldur einans er eitt tal. Altíð hevur tú sýnt áhuga fyri tí, eg havi tikist við. Tá uppgávur skuldu skrivast í studentaskúlanum, var tú altíð fúsur at hjálpa. Serliga dámdi tær væl at kava djúpt [...] árstíð tær dámar best at koma á vitjan. So at siga hvørt ár hava vit verið ein summartúr í Sandoynni, har tú er uppvaksin. Tá eru vit bæði altíð farin biltúrin til Annfinn at keypa tey serliga góðu
aroma, ið kann vera torførur at seta orð á. Lat meg siga beinanvegin at hann líkist á ongan hátt norðurlendska skarpa snapsin. Sum oftast endar tað við at fólk annaðhvørt fara at bera stóran alsk til grappa [...] Poli sjálvur, ið var komin at greiða frá og skeinkja. Eg minnist at smakkingin fram á navnframu matstovuni, Kommandanten, ið ikki er til longur. Kommandanten er serliga kend fyri at vera fyrsta matstova í [...] num. Og so var tað her at okkara egni, Leif Sørensen, kokkur á Gourmet, stóð í læru hjá super-kokkinum, fransanum Francis Cardenau. Well, Poli-smakkingin var einastandi. Sum at uppliva vín-spøkilsi sveima