høvuðsstaðnum, og har býr hon framvegis. Hon hevur sjálv sagt, at henni dámar so nógv best at vera í Havn, og tað er ikki meiri, enn tað kemur fyri, at hon er á bygd. Barnaheimið var í Tróndargøtu – í húsunum [...] sakførari og seinni var tingmaður fyri sambandsflokkin. Tað var um ta tíðina, at Beate varð fødd, at familjan flutti inn í hesi húsini at búgva. Mamman var Rachel, sum var av Fonsdal fólkunum í Vestmanna. Pápin [...] Heimliga umhvørvið mundi vera orsøk til, at Beate tíðliga í tíðini varð tilvitað um, at hon skuldi arbeiða við tí sama, sum pápin fekst við. Pápanum líkaði ikki, at dótturin varð journalistur, men Beate var
fer fram einaferð um árið. Eisini verður skrivað, at grindamenn hoppa og dansa fyri at hita upp til sjálvt grindadrápið. Her svarar Remigiusz Mróz, at hetta er ikki nakað, sum ”Ove Løgmansbø” skrivar í [...] dyrnar. Ove Løgmansbø skrivar eisini, at tað er bert ein smalur og krókutur vegur úr Vestmanna til Havnar, sum er vandamikil at koyra á. Ove Løgmansbø skrivar somuleiðis, at Smyril siglir úr Havn til Vestmannar [...] mistakið hjá Remigiusz Mróz er, at hann hevur ein drápsmann í bókunum, sum eitur Ingibjørg. Ein tann størsta vankunningin í samband við aðru skaldsøguna hjá Ova Løgmansbø er, at grindadráp er ein serligur
norðurlendskum keypara landi. 3. Ein verkætlan við 5 skipum, knýtt at minni framleiðsluvirki, hevur fingið tillutað 1.100 tons av norðhavssild fyri at samskipa fiskiskap, landing, flutning og víðarigóðsking á landi [...] tillutað 400 tons av norðhavssild til at menna eitt sildatrol til smærri skip saman við øðrum. 6. Tvey skip saman við lemmavirki fáa tillutað 400 tons av norðhavssild at menna smærri lemmar til sildatrol til [...] nótaskipi fær tillutað treytaði 500 tons av norðhavssild til royndir at fiska við ljóði (ljóðtransportara á lemmunum) treytað av at teir eisini nýta part av egnari kvotu til royndirnar. 8. Ein verkætlan
nógv størri mun øllum fólkinum til góðar. Fyri tað næsta er at siga, at er ein ímóti at fyritøkurnar, sum gagnnýta okkara tilfeingi, eru við til at rinda í felagskassan, ja so er minni til vælferð til vanliga [...] felagskassa, so øll fáa lut í vælferðini her á landi, heldur enn at hvør sætar sær. At breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar, og at allir føroyingar soleiðis fáa lut í framgongdini. Hetta er eitt aðalmál [...] krevja avgjøld frá vinnuni uttan at geva vanliga fólkinum ágóða av vinninginum. Fyri tað fyrsta er hetta skeivt. Við eini rúgvu av átøkum hevur henda samgongan megnað at skapt einar Føroyar fyri alt fólkið
annað sjónarhorn, sum ber boð um, at sjónbæru átøkini hava størri ávirkan á kvinnur, enn tey hava á menn. Kanningin vísir á, at 34% av kvinnur og 40% av monnum eru samd um, at eingin av nevndu átøkunum hevur [...] krossin. Til dømis svaraðu 17% av monnum, at tað hevur ávirkan á teir, um valevnið ringir, ímeðan bert 8% av kvinnur svaraðu hetta. Harafturímóti svaraðu 13% av kvinnum, at faldarar hava ávirkan á, hvat fyri [...] fyri valevni tey velja samanborið við bert 6% av monnunum. Kanningin hjá vísir tó á, at kynini eru samd um, at av øllum teimum nevndu átøkunum hava velajafundir størstu ávirkan. Aldurbólkar býta sundur, hvussu
endaði framløgan við, at samgongan umhugsar at lækka skattaprosentið næsta ár. Onkur hevur sagt 0,5 prosent, onkur annar eitt sindur minni og onkur triði nakað væl meir. Staðfestast kann, at lækkar skattaprosentið [...] farið undir at endurnýggja tey búpláss, sum tíðin er um at fara frá. Trýstið á eldrarøktina í Tórshavnar kommunu er økt. Aldurssamansetingin er broytt. Talið á fólki 80 ár og eldri fer ætlandi at tvífaldast [...] fer eisini at økja trýstið á tænastur og tilboð, sum Heilsu- og umsorganartænastan skal veita. Eldraøkið fer at kosta alsamt meir og verður størsta einstaka uppgávuøkið hjá kommununi, stendur at lesa í eini
besta aftur at heppa. Tá tey bæði vóru liðug at kappast, kom Jákup eftir okkum og leiddi okkum afturum at heilsa upp á tey. Trygdarkrøv er sjálvandi til slíkar kappingar. Tey vóru glað at síggja okkum [...] dagurin skal nýtast til sightseeing. Ætlanin var at fara oman í Lower Manhattan at ganga á Brooklyn Bridge og vitja One World Trade Center. So vóru vit kunnað um, at Jórun Mørkøre og David Arge Galán vóru her [...] vit dugdu skjótt at meta um, at David var tann flottasti. Hann kláraði seg einastandandi væl og fekk eisini nógvan lógvabrest úr salinum, og vit gjørdu sjálvandi eisini okkara besta at heppa. Aftan á teimum
boði at leingja sáttmálan við einum ári. Tí møguleikum hava partarnir valt at taka av. Vil spæla 1.liðs fótbólt – Vit byrja at venja fyrst í juli, so tá fari eg aftur til Newcastle. Planin er at sleppa [...] stórfelagið í Norðuronglandi, Newcastle. – Eg eri glaður fyri at hava longt sáttmálan. Newcastle er eitt stórt og spennandi felag. Bara tað at sleppa at halda fram í eitt ár er gott, sigur Jóan Símun. Tá hann [...] og mátti tí sita uttanfyri. – Tað er sjálvandi keðiligt at sita uttanfyri og tá eg hyggi aftur á bæði gulu kortini, so dugi eg eisini at síggja, at eg kundi komið uttan um tey. So við eitt sindur meiri royndum
n av at økja forstáilsi fyri undirvísing og gransking og týdningin á stigvísu menningini av Fróðskaparsetrinum, sum tørvur er á. At játtanin heldur verður støðugt ment, enn at setrið [...] eisin áhguavert at hoyra visiónirnar hjá Rósu Samuelsen um heldur at førleikamenna starvsfólk á Fróðskaparsetrinum við dyggari og drúgvari undirvísing, heldur enn at senda fólk av landinum [...] vísti á, at løgtingið hevði ongar trupulleikar at seta av yvir 200 milliónir krónur til nýtt havrannsóknarskip og 20 milliónir til eina saltsilo á Tvøroyri. Men tá tað snýr seg um at seta
einar 8-9 míl. Fyri at eingin misskiljing skal vera í, leggur Atli aftrat, at tað er ikki reiðarin, Tummas Christophersen, sum er seljari. Atli Lómstein er fegin um keypið og sigur, at báturin er væl útgjørdur [...] 20 HK – og tann á Argjum 30 HK. Mær dámar væl at fáast við bátar. Eg fari at seta 10-mannafarið, sum liggur í Vestmanna, í stand, og síðan ætli eg mær at selja tann bátin. Spurdur, um hann keypir bátar [...] fríggjadag, stákaðust menn við at rigga bátabrúgvarnar til, sum nú eru lagdar út í sambandi við ársins bátastevnu, sum stevnan í Vestmanna við sínum 10 árum á baki má sigast at vera. Men tað var eisini annað