fingið boð um ikki at fara í skotgravirnar. So um heiðurliga úrslitið og góða áskoðaravinarliga spælið er eitt úrslit av nýggja taktikkinum hjá Henrik Larsen, venjara, má tað sigast, at hann og landslið [...] er eingin løtt uppgáva at venja eitt landslið. Tað krevur bæði dirvi og hegni. Venjarin hevur víst bæði tvey. Viðmerkjarar vórðu annars nógv í iva undan dystinum, um tað var rætt at flyta John Petersen so [...] so langt fram á vøllin heldur enn at hava hann sum spælfordeilara á miðvøllinum. Tað skuldi vísa seg, at hetta var ein røtt avgerð. Við eitt sindur av hepni og frontáleypararutinu hevði John Petersen kunnað
m, Lars Lejonborg, róðu sunnukvøldið upp undir at fáa Umhvørvisflokkin at stuðla eina borgarliga stjórn, men politiskir eygleiðarar í Stockholm siga, at hesin møguleikin er lítil og eingin. Ein av talsmonnunum [...] hjá Umhvørvisflokkinum, Peter Eriksson, segði, at mál floksins er at skipa stjórn saman við sosialdemokratunum. Umhvørvisflokkurin hótti í valstríðnum við at fella eina sosialdemokratiska stjórn, fekk flokkurin [...] tingsessunum. Sosialdemokratunum og Vinstra vantar bert ein tinglim í at hava meiriluta einsamallir, og tað er ikki óhugsandi, at fínteljingin kann geva teimum ein tinglim afturat. Teir borgarligu og serliga
uttan at trúgva á Guds náðigávu í Jesusi Krist. Hetta skuldi gjørt dyrnar inn í Guds ríki lættar at koma inn ígjøgnum. Men dyrnar er trongar, m.a. tí tað er ov trongligt fyri mannaviti og viljan at skulla [...] skulla taka alt av náði, uttan at tilskriva sær sjálvum tað allarminsta. Og man tað ikki vera so, at tá nakað gerst bíligt, so heldur tú eisini uppat at geva tí gætur og virðismeta tað. Í Gamla Testamenti [...] og veitt okkum fyrigeving syndanna og ævigt lív. Hann gevur okkum nú og allar dagar at liva undir Guds náði. »Tí at øll hava syndað, og teimum væntar Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av
mundi vera við Kristian Sofusi. - Tey fóru tískil at eftirlýsa mannin, og tað gav at enda úrslit, greiðir Dia frá. Síðan familjan om eftir, at Kristian Sofus framvegis búði í Kanada, hava nøkur av ættarfólkunum [...] Kristian Sofus fyrstu tíðina eftir, at hann var komin yvir til Kanada. - Men síðan frættist einki aftur frá abbabeiggjanum í nógv, sigur hann. Við tíðini fór familjan í Føroyum at ivast í, hvussu vorðið mundi [...] ættarfólkunum verið har yviri og vitjað hann. Yvir at heilsa føð- ingardagsbarninum Nú føðingardagurin verður mikudagin, eru nøkur fólk í familjuni farin yvir at vitja Kristian Sofus og heilsa honum á 100 ára
skúlatilboð fyri ung menningartarnað. At tørvur er á einum serligum skúlatilboði til ung við breki kom serliga til sjóndar, tá ið Sernámsdepilin á vári 2002 boðaði frá, at nakrir eldri næmingar ikki longur [...] longur kundu ganga í skúlanum av tí, at eingin heimild var fyri skúlagongdini. Ein fyribils loysn var funnin á hesum málinum, men landsstýriskvinnan ásannaði, at ein varandi loysn mátti finnast, bæði fyri hesar [...] eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði, og hvørs endamál er at menna tey ungu til at virka sjálvstøðugt í arbeiðslívi og í vanliga gerandisdegnum. Høvuðsdenturin verður lagdur
til, var, at á einum av føtunum bar til at smakka súlu. Og so skemtaði sjálvandi onkur við, at nú mundu umboð fyri flogfeløgini bæði, sum røkja regluliga rutuflúgving til Føroya, at fara at meta um, hvør [...] Hann beyð fremmandu gestunum vælkomnum til Føroya og greiddi í stuttum frá, hvat stevnan hevur at bjóða. Eftir at ferðavinnustjórin hevði sett stevnuna, helt borgarstjórin í Tórshavn, Jan Christiansen, stutta [...] gestunum vælkomnum og segði eitt sindur um, hvørjar møguleikar Havnin hevur at bjóða. Serliga festi hann seg við tað, sum at stevnuni er knýtt. Eitt nú teir møguleikar, sum finnast við havnarlagið, har
generan og provokeran, ið nú er søga, uttan at ein fekk stevnt øllum í Havnini. Tað var frá Hotel Hafnia, at ein flutti í kommunala íbúð í Revagarðinum, og tað at ein hevur »inside« vitan í almannalóggávu [...] sett eitt fjøltáttað virksemi í gongd við at hava skrivað lesarabrøv í dagbløðunum í meira enn 30 ár, ið gagnar tí vanliga fólkinum. Tað er stuttligt at síggja at eins hugsjónir, hugskot, atburður og málburður [...] generan og provokeran. Tað gongur alt meira friðarliga fyri seg aftaná, at øll hava fingið ein skelk frá einum við konfrontatiónum um at virða lóg, rætt og landaskil. Eg skal fylgja øllum upp í lesarabrøvum
rað, og tó at Neistin royndi at svara aftur, so var ikki meira eftir. VÍF fekk stigini, sum Neistin hevði ætlað sær, og ivaleyst merkir hetta, at bláa kvinnuliðið í ár noyðist at góðtaka, at talan als ikki [...] tað var tó um reppið, at Neistin kortini koppaði øllum. Við trivaligu leiðsluni í viðførinum, hildu gestirnir ivaleyst, at tær nú kundu taka sær av løttum, men hetta var um reppið at kosta teimum sigurin [...] uppgáva. Kanska serliga tí VÍF ikki longur hevur stórvegis at spæla fyri, nú silvurmerkini helst verða veruleiki, men tað eydnaðist so ikki Neistanum at vinna. Svørt løta Og orsøkin til hetta var sera einføld
og hennara hugsjónir vóru ikki til at vika. Tá Svøríki hevði formansskapin í ES, fekk hon rættiliga høvi at vísa umheiminum síni evni, og úrslitið varð eisini, at tær flestu atfinningarsomu røddirnar [...] politiska knossið. Hon helt seg ongantíð aftur, men bar orð fyri at játta, hvørja ferð hon fekk eina áheitan. Tí segði hon ja, tá hon bleiv biðin at taka við sum umhvørvisráðharri, og hon svaraði eisini ja, tá [...] sambandi við Irak-kríggið. Men hennara framferð var kortini av slíkum slagi, at Colin Powell, uttanríkisráðhari, einaferð helt fyri, at sviar áttu trý góð: Abba, Volvo og Onnu Lindh. Grækarismessudag í ár var
húsinum. Gudrun Jensen sigur, at eldrafelagið Nón droymir eisini um at hava síni egnu hølir. - Vit hava brúkt nakað av tíð at skift orð um hesi viðurskifti. Hon sigur, at felagið hjá teimum hevur havt [...] P. Højgaard, havi eg skilt, at vælvildin mótvegis pensjónistunum í økinum er stór, og tað gleðir okkum øll. Gudrun Jensen ivast ikki í, at eldrafelagið Nón er ført fyri at gera nakað við hesi viðurskifti [...] sigur, at upplivilsini, tey høvdu í Føroyum, vóru út yvir tað vanliga. - Eldrafelagið Nón við Amy Djurhuus í oddinum hevur virkuliga gjørt eitt gott arbeiði, bæði av hjarta og sál. Hon sigur, at hennara