samtykt at byggja felagshús í Sarpugerði Leingi hevur tað ligið í kortunum, og á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Gøtu bygdaráð at byggja felagshúsi í Sarpugerði. Talan er í fyrsta umfari um at gera [...] Arbeiðið er mett at taka fimm og ein hálvan mánaða. Bygdaráðið hevur tikið av einum tilboði frá Norðhús, sum millum annað hevur bygt Batmintonhøllina í Klaksvík. Verkætlanin er mett at kosta millum 8,5 [...] mió. krónur. Í 2007 hevur kommunan sett 4 mió. krónur av, og komandi ár er ætlanin at seta restina av. Ætlanin er, at felagshúsið skal rúma stórum pørtum av felagsvirkseminum í kommununi v.m. felagsøki
landsliðshøpi. Hon sigur, at hóast fleiri av NSÍ-leikararunum júst hava leikt landsdyst, gleða teir seg rættiliga til dystin sunnudagin á heimavølli móti VB/Sumba. – Ikki tí, at teir halda, at hetta er ein avg [...] avgreiðsluspurningur, sum eingin dystur í bestu deildini er, men tí, at spæligleðin veruliga er í hæddini. Sjálvandi vænti eg, at vit vinna, og vit vilja ógvuliga gjarna fáa FM-heitið avgreitt í hesum dystinum [...] jú ongantíð. Anna sigur, at hon gleðir seg nógv til dystin, og tað verður ikki veðrið, ið forðar henni. – Eri eg ikki við fótbóltsvøllin sunnudagin, er tað heilt avgjørt tí, at eg eri sjúk, leggur hon aftrat
Bosnia fyri tveimum árum síðani var við til at undirstrika, at talan var um lítið áhugaverda kapping, sum føroyska liðið tók lut í ta ferðina. Málið hjá Onglandi er, at tey hava eitt rímiliga sterkt lið um fýra [...] leikunum. Ein liður í hesum er, at tey hava gjørt avtalu um, at 15 menn og 15 kvinnur sleppa á ítróttaskúla í Danmark, har tey venja hondbólt einar 8-10 tímar um vikuna, umframt at dystir eisini verða spældir [...] eru í dag seks av bretsku spælarunum, sum dagliga spæla í Grenaa í Danmark. Og hartil verður roynt at styrkja liðið við útlendskum spælarum, sum hava bretskar røtur, og sum tí kunnu naturaliserast. Dysturin
ikki til hjá John at halda fram sum hjálparvenjari, deils tí hann er upptikin av at venja Formulaliðið hjá Skála, men eisini tí, at hann er í holt við at taka A-venjaraútbúgvingina, og at fleiri av samlingunum [...] útbúgvingina eru samstundis sum landsliðið spælir. At vera hjálparvenjari hjá landsliðnum er ikki heilt ókent hjá honum, tí eitt stutt skifti frá tí at Allan Simonsen gavst sum venjari og til Hendrik Larsen
t.d. í Danmark. Vanliga verða slík anlegg gjørd, at geva varma og heitt vatn bæði í stórbrúkum og í minni nøgdum. Sagt verður, at fyri at fáa íløguna at svara seg, so skulu minst 25 neyt verða í fjósinum [...] Giljanesi Um rætt verður farið fram, so er møguleiki at hita bæði skúlan og ítróttarhøllina á Giljanesi við hitanum, sum tey 90 neytini, sum koma at verða í Eyðanstovufjósinum, geva frá sær. Fjósið er granni [...] granni til ítróttarhøllina og skúlan - tí skuldi ligið væl fyri at gjørt íløguna júst har, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðu síni. Ein hitapumpa í fjósum brúkar hitan, sum neytini geva frá sær, skíkt
Vilja kommunurnar hava til dømis skúlan at umsita, so verða tær noyddar at leggja saman fyrst, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna Helena Dam á Neystabø heldur tað vera neyðugt við semju um [...] um eina kommunala útjavningarskipan, áðrenn kommunurnar fáa fleiri øki at umsita. -Kommunurnar eiga at gera sær greitt, hvørjum samstarvseindum tær vilja vera partur av, og allarbest er sjálvandi, um tær [...] nan vil tó ikki seta nakað tal á, hvussu nógvar kommunalar eindir, sum eiga at vera í Føroyum. Men hon kundi hugsað sær, at tær í øllum førum verða færri enn 10, sigur hon. Kelda: Kringvarpið
Helmsdal, tá Løgtingið seinnapartin fór undir at viðgera tvey uppskot hjá landsstýrinum. Hann vísti á, at undir viðgerðunum hava tinglimir ofta ymiskt at spyrja viðkomandi landsstýrisfólk um, men tað ber [...] Landsstýrisfólk niðurgera Løgtingið við ikki at møta á tingfundi, heldur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður -Eg havi lítlan og ongan hug at gera nakað við hesi málini, sum eru til viðgerðar, tí viðkomandi [...] úr Sambandsflokkinum, sum segði tað vera ein trupulleika, at landsstýrisfólk ikki eru á tingfundi ella koma ov seint. Kaj Leo Johannesen segði, at undanfarna samgonga hevði sama trupulleika.
3-1 B68 sigurin, sum eftir øllum at døma fer at bera við sær, at næstbesta B68 liðið eisini næsta ár fer at verða í næstbestu deildini, meðan næstbesta KÍ liðið fer at spæla í 2. deild. [...] hjá KÍ at varðveita lið í næstbestu fótbóltsdeildini er mest sum burtur. Í hvussu so er um talan verður um næstbesta liðið! Í dag hevði KÍ vitjan av B68, sum fór til hús við øllum stigunum, eftir at hava
Tað eru persónligar orsøkir sum gera, at eg havi tikið avgerð um at leggja frá mær sum mentamálaráðharri, sigur Kristina Háfoss. Hon kunnaði starvsfólkini um avgerð sína klokkan eitt í dag, og klokkan [...] almannakunngjørt, at hon leggur frá sær. Øll tingmanningin og landsstýrismanningin í Tjóðveldinum helt fyrrapartin fund um málið, men einki var avgjørt, tá blaðið fór til prentingar. Vit fara at halda okkum [...] okkum frá at gita, um tað eru aðrar orsøkir enn tær persónligu, sum ávrika avgerðina hjá Kristinu Háfoss, men tað er eingin loyna, at tað hava verið trupulleikar í Mentamálaráðnum. Fyri kortum fór aðalstjórin
minst tí, at EB/Streymur ikki átti at fingið hornasparkið, sum leiddi til seinna málið, metir Rasmus Nielsen. – Tað var rættiliga opinlýst, at vit áttu málspark, og tí var tað eitt sindur spell, at tað varð [...] í gjár, heldur, at hansara lið burdi fingið minst eitt stig úr dystinum í gjár. – Vit hava nógvar góðar kjansir har vit skuldu skora, heldur Rasmus Nielsen, sum tískil iðrar seg um, at teir ikki fingu [...] teimum í ár. Í dag spæla vit ikki til okkara besta, men geva oddaliðnum dygga mótstøðu. Tað er hugaligt at staðfesta, og gevur okkum góðar vónir til dystirnar, ið eftir eru, sigur Rasmus Nielsen.