var ræðuliga long. Alt lívið varð sett í eina bíðistøðu. -? Vit búðu í eini leigiíbúð tá, og vit høvdu verið og hugt eftir húsum, sum vit kundu keypa. Allar tær ætlanirnar hvurvu brádliga í mjørkanum [...] Tú fært so nógvar tankar í høvdið, sum eru so torførir at stýra, sigur Pauli. Hann leggur afturat, at tey royndu at vera rationel, men tá alt kemur til alt, so eru kenslur órationellar. ? Alt tað, sum læknin [...] ongantíð kom at ganga aftur. ? Fyri okkum var sjúkan ein forðing á vegnum, sum vit skuldu vinna á fyri at koma víðari. Vit góvu ikki upp. So deyðin var ikki í myndini tá. Giftust á sjúkrahúsinum Charlotte
raðfest, at ungdómar úr høvuðsstaðnum nú verða sendir út á bygd at búgva. Vit eru sostatt ikki komin stórt longri, enn tá vit sendu tey av landinum, burtur úr eygsjón. Nú er tað bara heilt burtur úr Havnini [...] kommunu í hesum sambandi. Hetta varð staðfest av umboðum fyri aðrar flokkar eisini. Kynisk raðfesting Vit halda ikki, at málið er so einfalt, at Havnin bara er ”gloymd”. Tí sum Annika Olsen so bersøgin sigur [...] reint landspolitiskt ábyrgdarøki. Á sama hátt er enn við eldraøkinum, har kommunur tó fyri skomm skyld eru komnar landinum til hjálpar við at byggja bústovnar. Men so hevur ikki verið – enn – við teim ymsu
spurningarnir eru nógvir: Hvussu skulu vit skilja iranska forsetan, sum við eini kjarnorkuverkætlan í bakgarðinum í øðrum hvørjum setningi geylar um at leggja Ísrael í oyði? Hvat gera vit við Hamas í Gaza [...] out of Palestine, sigur Ahmed sintur, meðan vit fúka framvið moskum, shawarma-búðum og grønmetiskeypmonnum á einum ósløttum vegi í arabiska Eysturjerusalem. Komin til gamla býin tveiti eg honum nakrar myntir [...] ísraelar og palestinar frá fleiri síðum. Kobi gerst grummari í andlitinum og mótmælir. Sambært honum eru arabarar nøkur djór, sum skulu oyðast. Vinmaður hansara smílist umberandi, bjóðar mær eina Corona við
er sama skil við lomviganum. - Har er ein rók, sum vit ganga framvið, tá vit fara út í hólmin. Har sita vanliga einir 500 lomvigar, men hendan dagin vit vóru har úti, sat ikki ein tann einasti á rókini. [...] Lamba, teir kalla, og hetta vóru pisur, sum stutt síðani eru komnar úr egginum. - Tað er týðiligt, at lundin er lagstur nógv for seint í ár. Pisurnar eru so illa fyri, tá tær koma úr eggunum, at teir orka ikki [...] heim av Urðini, og tað var mett sum serstakliga vánaligt. Men nú fleygatíðin so smátt fer at halla, eru ikki meiri enn 112 lundar fingnir til høldar í Nólsoy í ár. - Tað er undarligt, at lundin ikki kom
landanna. Tí er, má og skal tað vera óhugsandi, at vit föroyingar fara við útlendskum gestum á slíkan hátt. Hjúnini Rapa og allir hinir útlendingarnir í Föroyum eru so hjartaliga vælkomnir, tí allir geva teir [...] teir nýggjan íblástur, ríka okkara egnu mentan við tað, at vit læra um teirra mentan og so gevur tað okkum möguleikan at vera tað, sum vit altíð hava borið orð fyri at vera: Eitt hitt gestablíðnasta fólkið [...] sigur, so skilir hann ikki seg sjálvan. Tá Jógvan tók við landstýrissessinum vóru útlendingamálini komin so trygt undir land sum tey kundu og einki hóvasták var og fáir ella eingir brølarar vórðu gjørdir
samferðslukervið her suðuri enn trongir til munandi ábøtur, kunna okur glaðast yvir tey framstig, ið nú eru komin undir land, bæði í oynni sjálvari men eisini um suðuroyarfjørð. Hvat hevur framtíðin so at bjóða [...] skulu vit gera við nýggjan Smyril, nýggjan tunnil og nýggjan miðnámsskúla tá ongin verður at nýta íløgurnar? Skal suðuroynni verða lív laga og skal landið alt fáa nyttu av teimum íløgum, ið eru og í nærmastu [...] og skriva út nýval. Hví dagurin skuldi verða daprari fyri suðringar enn fyri aðrar føroyingar kunnu vit so spyrja ? Jú tí tað var undir sjálvstýrissamgonguni, at suðuroyggin aftur kom á føroyakortið. ?Tað
einum fjórða plássi, og har liggja vit nú, tá kappingin er hálvliðin. So málið hjá okkum fyri seinnu helvt av kappingini er sjálvandi at betra um okkara støðu, so at vit kanska røkka heiðursmerkjum. Meðan [...] eg havi følt meg kláran í eina tíð, so nú verður deiligt at sleppa í gongd aftur, segði Jón Rói, tá vit tosaðu við hann í gjár. Hann hevur verið heima í jólaferiu í eina tíð, men í morgun fór hann aftur [...] hann seg eisini hava ein møguleika at vísa venjaranum, hvør dugur er í honum, tí júst um hesa tíðina eru fleiri av stuðulsleikarunum hjá AaB burtur við ymiskum landsliðum. Skal prógva sína styrki Undan k
munurin skerast niður til bert sjey stig. Heili seks umfør eru á skránni í Premier League í desember, og tá hesin mánaðurin er liðin, kunnu vit óivað fáa eina greiðari mynd av, um nakar kann bjóða Chelsea [...] trúð, at Arsenal fór at taka dystin upp í oddinum, men nú eru longu fjúrtan stig upp til oddaliðið. Hóast Arsenal hevur ein dyst til góðar, kunnu vit ikki vænta, at Arsenal kann gera nakað við oddaliðið í [...] tíggju mál fleiri enn tað liðið, ið hevur skotið næstflest mál, sum er Manchester United. Harumframt eru flestu avrikini hjá Chelsea rættiliga sannførandi, og sjálvsálitið lýsir av leikarunum. United nærmasti
tónaskaldið hevur ætlað. Vit eiga nógvar framúr tónleikarar, ið virka uttanlands. Stutttligt hevði verið at hoyrt Annu Klett spælt við á slíkari konsert. Týdningarmikið er at nýta tað besta vit eiga, og harímillum [...] konsert er ikki hvørsmansføri. Tjajkovskij er størsta romantiska tónaskald russa. Hansara symfoniir eru sera nógv spældar í dag, men tað var sannilga ikki so, tá ið tónaskaldið livdi. 5. symfoni var serliga [...] syrgið í moll og heroiskt í dur. Tað valsar. Tað er við øðrum orðum ílatið alskyns klæði. Fylgisveinar eru bæði statisk homofoni og leikandi polyfoni. Tónaskøld á norðaru hálvkúlu hava eina serliga trongd og
klokkan 13:30 av Hvannasundi og ein av aftur Svínoy klokkan 1:30 um náttina. ? Hetta hava vit gjørt fyri,at um tað eru fólk, ið ikki ynskja at yvirnátta, so hava tey møguleika til at sleppa aftur til Klaksvíkar [...] skipa fyri einum og hvørjum eigur tilflytarin Ásmundur Guðjónsson, men hann leggur eina við, at tað eru nógv fólk uppií fyrireikingunum. Øll bygdin so gott sum er í gongd við at fyrireika alt til leygardagin [...] hugnaligan og stuttligan dag sum gjørligt. Skráin er øðrvísi enn til eina vanliga bygdastevnu, sum vit kanska kenna hana í dag. Har verður ongin kappróður ella fótbóltur. Heldur onki tivoli. Men hinvegin