hevur heitt á leiðsluna at bera so í bandi, at hetta kemur ikki fyri. Og ferðaseðlar á Smyrli eru ikki í nummarrað, hóast fleiri áheitanir um hetta, og er tí ikki møguligt at fáa trygd fyri, at allir seldir [...] landinum. Hvussu støðan er í dag á stovninum verður ikki neyvt sagt nakað um, men hvussu hon hevur verið fram til 1996, verður væl og virðiliga lýst av landsgrannskoðanini. Lána enn úr kassanum Sagt verður, [...] eingin heimild er til tílíkar viðbøtur. Gjørt verður eisini vart við, at nýggi strandferðslustjórin ikki hevur fingið nakað endaligt setanarbræv. Nevnt verður eisini, at upphæddin, sum er bundin í skuldarar
at hann møguliga fer frá sum formaður í flokkinum. Tað er sjálvandi alt ov tíðliga at tosa um tað enn, men hendir tað, so er lagt upp til stríð um hvør skal verða eftirmaður hansara. Tveir sum ógvuliga [...] valið fór at verða nógv meira spennandi enn nakar hevði droymt um. Veljarakanningarnar púra av leið Í øðrum londum er sigur at gera sokallaðar exit-polls. Hetta eru veljarakanningar, har fólk, sum hava [...] áhugað fyri at tosa um at hann skal verða abbi hvørja løtu, enn at tosa um valúrslitið, men tað kom tó seinni. Hann segði, sum var, at tá stjórnin høvdu fingið fleiri tingsessir enn teir borgarligu, so
Fólkatingsvalið er av og teir báðir fólkatingsmenninir hava fingið navn. Annað navnið er tað sama, sum undan valinum, meðan hitt er nýtt. Óli Breckmann gjørdist tann heilt sróri stemmuslúkarin við hetta valið. [...] var nummar tvey, hevði eisini framgongd, men hann er ikki nummar tvey á listanum longur. Nú er hann nummar fýra. Tað, sum kanska er mest áhugavert, er, at Anita á Fríðriksmørk gjørdist nummar tvey við [...] Hann fekk ikki færri enn 3961 atkvøður av teimum 5561 flokkurin fekk. Hetta svarar til 71,2% av atkvøðunum hjá Fólkaflokkinum. Av samlaðu atkvøðum fekk Óli Breckmann 19,2%. Og tað er ikki so lítið. Allir
Tá Jóannes Eidesgaard er løgmansvalevni Javnaðarfloksins, so er væl hugsandi, at hann seinni í summar verður Føroya Løgmaður - um so er, verður tað Marita Petersen sum restina av hesum valskeiði fer at [...] fólkatingssessin til næsta mann á listanum. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum í gjár varð valdur á Fólkating við fleiri enn 1800 persónligum atkøvðum. Næst á listanum er Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður [...] á listanum er Atli Dam, sum fekk góðar 600 atkvøður. Tey eru fleiri, ið spáa, at Javnaðarflokkurin kann koma í eini lyklastøðu í løgtingini eisini aftan á komandi løgtingsval sum verður um stutta tíð.
Síðan gjørdu teir rokningina upp av og á. So er tað kanska lættari at spáa um verðurvánirnar, hóast tað eisini er torført? Tað er lættari at spáa um veðrið enn at fáa vinning í vedding, sigur Petur Skeel [...] børnini, so vit fingu 1000 krónur hvør. Hetta var í 1978, og tá var henda peningaupphædd eitt sindur meira í virði enn í dag. Umframt hetta so varð eg biðin um at gera uppskot til veddingar fyri Tipsblaðið [...] sjey hitastig. Av hesum sæst, hvussu torført tað er at spáa um veðrið, sigur Petur Skeel, sum tó frameftir fer at siga frá veðrinum, eins og hann enn veddar hvørja viku.
spurninginum um mjólkarframleiðsluna er prísurin. Í løtuni kostar 1 litur av mjólk góðar 9 kr. úr handlinum. Í sjálvum sær er hetta ein ørandi prísur fyri henda heilsufremjandi drykkin, væl meiri enn í Danmark [...] víttgangandi sigar hann vera at taka framleiðslukvotuna av. Ein annar er at hækka barnafrádráttin ella veita serstakan mjólkarfrádrátt, men hetta hevði neyvan tryggjað, at peningurin verður brúktur til endamálið [...] Á vári 1995 legði Miðflokkurin eisini uppskot fram á ting um at seta mjólkarprísin niður, men tað fall, og nú hevur so Jenis av Rana vegna Miðflokkin aftur gjørt eina roynd at fáa prísin á føroyskari mjólk
palli í Føroyum er onki minni enn stórhending, kanska at meta við mentunarkollvelting, at tað ber til at fáa hann at klinga á føroyskari tungu. Vit kunnu eisini spyrja okkum, hvat tað er, sum ger henda [...] tiknar fram, og tað er so væl fráfarið, at tað verður til søguna um føroyska leiklist frá áhugaleiki til yrkisleik. Tað riggar væl«. Beate L. Samuelsen skrivar í Dimmalætting: »Um at verða besettur av [...] gandakallin ódeyðiligan, so hann er eins áhugaverdur í dag, sum í síni samtíð, ikki minst fyri yngra ættarliðið, sum kring allan heim fyllir leikhús og biohallir dag um dag at síggja leikir hansara. Vónandi
Vági kann ikki siga enn, hvør tað er, sum skal byggja vrkini í vági. Men í tí eina førinum er talan um eitt felag við føroyskum og útlendskum pengum uppí. Í hesum førum er talan um eina frystigoymslu uppá [...] byggimál til vinnuvirki. Talan er um umsóknir til grundstykki at seta virkini á. Hetta eru tvey fiskavirki, sum nú er ætlanin at byggja afturat í Vági. Tann eina ætlanin er komin so langt, at farið verður [...] góðkenna ætlanina í dag. Til endamálið er eitt stórt stykki ímillum báðar keiirnar fylt út við gróti at seta virkið á. Í hinum førinum er talan um eitt virki,sum longu er í Vági, men sum nú ætlar at byggja
aftur, at tað er valla ómakin vert. Kemur hann av lágætt, ikki minst av landsynningi, er heilt ótrúligt, hvat rekur á land. Og tað ber ikki til annað, enn at hetta er rusk allastaðni frá - ikki minst av [...] fyrsta, eyga sær av hesum vakra bletti.Men sigur hann. Eitt er, at tað er ófantaligt fyri eyga. Eitt annað er, at alt hetta ruddingararbeiðið er sera dýrt Kári Højgaard sigur, at tað verður gjørt eitt stórt [...] minst á landssynningi er tað ongin íð trýr, hvussu nógv kann leggjast í mølina av øllum handa slagi. Kári Højgaard sigur, at sum er, nyttar onki at rudda, tí tað er so skjótt, at alt er líka óruddiligt aftur
varhugan av, at hetta við Niklasi og Símuni ikki er, sum tað eigur at vera millum tveir dreingir. Men Birgit Arge sigur søguna so snildisliga, at lesarin ein fittan tein er í iva um, hvussu hetta hongur saman [...] tá ið Niklas er uttandura. Tá ið hann er Símun. Hinvegin hevur Niklas brúk fyri Símuni, tí hann dugir tað, sum Niklas ikki dugir. Símun torir væl og er bæði frekur og stuttligur. Niklas er introvertur, [...] gerst Niklas Símun. Hetta sama vikuskiftið verða viðurskiftini millum foreldrini eisini eitt sindur frægari enn í langa tíð, men við søgulok eru trupulleikarnir minni enn so av. At mamman er heimagangandi verður