sjúkur og brek, ofta við hægri títtleika her enn aðrastaðni, tí samfelag okkara er lítið, og ættarbondini so tøtt. Tú tókst meg á bóli, tá vit gjørdu sendingar um sonevndu føroysku sjúkuna, og tú við stórum [...] ílegum okkara, so sleppast kann undan stórari líðing. Hetta eru dýrgripir, ið illa kann rindast fyri. Tit bæði – Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta
mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur. Miðalhitin var 24,9 stig, sum er 0,1 stig hægri enn fyrra metið frá august 2003. Eisini longur norðuri hava serlig veðurfyribrigdi gjørt um seg. Í Onglandi og Wales [...] høvuðsstaðnum Wien. Tað upplýsir eysturríkska veðurstovan Geosphere Austria. Mátingin er fyribils, men er 0,3 stig hægri enn fyrra landsmetið frá 2013. Hitametið kemur eftir ein mánað, har fleiri evropeisk [...] avleiðingar. Vatnstøðan í fleiri stórum áum er nógv lækkað, og vandin fyri skógareldum er vaksin. Í Ungarn var einasta kjarnorkuverkið í landinum, Paks-verkið, um reppið at noyðast at steingja orsakað av
løgreglan er framvegis fáorðað um drápsmálið á Kársnesi í Kópavogi, men íslendskir miðlar hava fingið fleiri upplýsingar um hendingina. Um trý-tíðina seinnapartin sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um harðskap [...] økinum, men ikki er upplýst, hvat leitað varð eftir. Eisini varð eitt annað serdeildarátak framt nær Kauptúni millum Garðabæ og Kópavog. Myndugleikarnir hava tó ikki upplýst, um hetta hevði samband við [...] fólk sita nú í varðhaldi, men løgreglan hevur ikki upplýst, hvussu nógv tey eru. Heldur ikki er enn greitt, um løgreglan fer at krevja, at ein ella fleiri av teimum handtiknu verða varðhaldsfongslað. Kelda:
Verður ætlanin hildin, kann hetta gerast fyrsta rakettuppskjótingin nakrantíð úr SaxaVord-rúmdarstøðini. Ein onnur týsk fyritøka, Rocket Factory Augsburg, hevði annars ætlanir um eina uppsending í august [...] september, men hon er útsett uttan nýggja dagfesting. SR75 hevði sína fyrstu royndaruppskjóting í Suðuravstralia í 2024. Kjak eisini í Føroyum Tíðindini koma samstundis, sum rúmdarvinna er komin á politisku [...] nýggj rúmdarvinna í Evropa. Týska felagið HyImpulse Technologies hevur boðað frá, at ætlanin framvegis er at senda SR75-rakettina á flog frá SaxaVord Spaceport á Unst áðrenn árslok. Sambært felagnum eru júst
illa fyri í nógv ár. Gýtingarstovnurin er framvegis undir ásetta lágmarkinum, meðan veiðilutfallið er oman fyri hámarkið í veiðiregluni. Niðurstøðan hjá Havstovuni er tí, at veiðitrýstið ikki eigur at verða [...] hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata útróðrarbátum í bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Orsøkin er, at bátarnir væntandi fara at hava brúkt allar sínar fiskidagar [...] kann tað aftur fáa týdning fyri MSC-góðkenningina. Hetta kann hava stóran búskaparligan týdning. Sambært lógaruppskotinum er MSC-góðkenningin við til at tryggja føroyskum fiski atgongd til útflutningsmarknaðir
frá, at kongurin mátti verða verandi longri á sjúkrahúsinum enn upprunaliga ætlað, og í kvøld kom so fráboðanin um, at støðan var versnað um vikuskiftið. Innleggingin hevur eisini við sær broytingar í [...] norska uttanríkisráðharranum 3. september og leiða ríkisráðsfund dagin eftir. Hetta er aðru ferð í ár, at Harald kongur er innlagdur. Tríggjar dagar eftir 89 ára føðingardagin 21. februar varð hann lagdur
seg ikki um at brúka vitlíki, tí tað er modernað. Tað snýr seg um at brúka tað, har tað skapar virðilig úrslit fyri kundan. Fakligur stoltleiki Hóast fyritøkan er nógv ment síðan stovnanina, er hugsjónin [...] framvegis bókhalds- og kassaskipanir, men í dag er tað heildarloysnin rundan um kundan, sum fyllir mest. Stjórin vísir á, at nú snýr virksemið seg mest um at seta ymiskar skipanir saman, automatisera a [...] einstøkum kunda. – Vit síggja okkum sum ein samstarvspartnara heldur enn ein vanligan veitara. Tað týdningarmiklasta er ikki, hvør skipanin er, men at kundin fær eina loysn, sum ger arbeiðsdagin lættari og gevur
fløskunum er vorðin eitt av kendastu føroysku búmerkjunum, men aftan fyri hann er ein søga um familju, dirvi og eina fyritøku, sum ferð eftir ferð hevur lagað seg eftir broyttum tíðum. Í dag er fjórða ættarliðið [...] whisky nú eisini verður framleitt. Søgan snýr seg um nógv meira enn øl. Hon snýr seg um rúsdrekkabann, treiskni, fýra ættarlið og ein gamlan dreym um føroyskt whisky, sum í fleiri áratíggju ikki kundi [...] hinum við einari serligari avbjóðing: Hvussu varðveitir tú tað, sum føroyingar hava kent í fleiri enn 138 ár, samstundis sum tú skalt menna nýggjar vørur og finna nýggjar marknaðir? Í høvuðssøguni í Sosialinum
teirra á nýggju føðideildini. Um tú hevur tørv á at tosa við vakthavandi ljósmóður eftir kl. 10 týsdagin 1. septembur, so ringir tú enn sama nummar - 304500 - og biður um vakthavandi ljósmóður. So taka [...] miðvísa arbeiðinum hjá Landssjúkrahúsinum at menna og framtíðartryggja heilsutænastuna. Málið er at skapa enn betri karmar kring arbeiðið og harvið geva bæði starvsfólkum og sjúklingum eina góða uppliving [...] upp í 1924 – tá nevnt Dronning Alexandrines Hospital – og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook. Seingjardeildin flytur nú í nýggjar føðistovur
niður í jørðina. Men Baldur og Helge halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðst til endans - og enn longur. "No Rest For the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper [...] innbodnum í Havnar Bio í gjárkvøldið, og hann er á skrá hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio næstu dagarnar – og fyri filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er. Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich [...] Føroyum. Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið. Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein