Tollararnir funnu 22,2 kilo av hassji umborð í trolaranum, og síðan boðsendi tollvaldið løgregluna, samstundis sum neyvari kanningar vórðu gjørdar umborð í skipinum. Her vórðu 71 kilo av hassji aftrat funnin [...] Heili 93 kilo av hassju vóru í gjár funnin umborð í einum trolara í Hirtshals, sum skuldi til Grønlands, og í dag hava tveir mans fingið fongsulsdóm fyri ætlanina um at smugla hassjið til Grønlands. Hetta [...] Hetta veit Sermitsiaq at siga, og heimasíðan vísir til TV2 Nord sum keldu. Tað vóru tollarar, sum funnu hassjið umborð í trolaranum, og longu í dag hava menninir fingið dóm í rættinum í Hjørring í Danmark
ein felagsskapur, sum brann, og eitt bygdasamfelag, sum livdi og andaði fótbólt. Hetta var árið, har TB vann sítt fjórða meistaraheiti og skrivaði seg inn í søguna við einum spæli, sum enn í dag verður [...] Tað var árið, har felagið fann aftur sítt snið, og har ein samansjóðaður hópur av lokalarum spælarum lyfti Tvøroyri upp á føroyska fótbóltstindin. Hálvthundrað ár seinni møttust teir aftur – í TB‑húsinum
virkað í sátt og semju. Ikki minst hava yngru og minni royndu reiðfólkini havt stóra gleði av hesum øki. Vit eru mong sum øttast at hetta nú fær ein bráðan enda. Vit skilja als ikki, at borgarstjórin og býr [...] Hvat varð av føgru lyftunum hjá borgarstjóranum og serliga Tjóðveldi, um ikki at gera seg inn á náttúruøki í Kommununi? Vakra og fríða náttúruøkið við Rossagøtuna hevur mong í ár verið eitt fantastiskt [...] Býráð virðir við hesi ætlan ikki rossafólk, Yvirfriðingarnevnd og mong onnur í Tórshavnar kommunu, sum ynskja aðra loysn til gagn fyri gongufólk, reiðfólk og súkkluíðkarar. Rossafólk í Havnardali hava í
Høvuðskokkurin, Kob, sum hevur verið ein partur av Etika síðan byrjan, er í Klaksvík fyrstu dagarnar fyri at tryggja, at nýggja matstovan kemur væl frá byrjan. - Vit eru bæði fegin og stolt av at lata okkara [...] okkara fjórðu Etika-matstovu upp í Føroyum. Vit vóna, at norðoyingar og tey mongu, sum vitja í Norðoyggjum, fara at leggja leiðina framvið og fáa eina góða matuppliving, sigur Johannes Jensen, stjóri. Um vikuskiftið
festivali hevur verið óvanliga stórur, og nú verða ikki fleiri vikuskiftispass seld. Eitt avmarkað tal av dagsbillettum verður selt við dyrnar. 200 dagsbillettir verða seldar til fríggjakvøldið og 200 til [...] við dyrnar. Dagsbillettirnar til leygarkvøldið kunnu keypast við dyrnar leygardagin frá kl. 15. Øll, sum longu hava keypt vikuskiftispass til Summar Festivalin, kunnu sjálvsagt skifta tey um við armbond við
Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir strikuni. Skála, sum hevur 14 stig, fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti NSÍ. B68, sum hevur 15 [...] støðan er, sum hon er. Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er samdur við Tór-Ingar Akselsen: -Tað bylgjaði báðar vegir, og tá ið alt kom til alt, so var tað liðið, sum vísti meiri vilja, sum fór við [...] Holm Jacobsen, sum átti uppleggið. 3-2 sigursmálið var Edvin Jakobsen meistari fyri 20 minuttir undan leikloki. Eftir innlegg úr vinstru frá 20 ára gamla Paulo Vitor da Silva úr Brasil, sum beinanvegin eftir
Gunnarstein segði sjálvur upp sum landsapotekari dagin eftir, at aðalráðið hevði gjørt av at senda honum ætlanarskriv um burturvísing. Nú er hann skuldsettur í einum revsimáli, sum løgreglan er um at vera liðug [...] liðug at viðgera. Nýtt alment innlit, sum Kringvarpið hevur fingið, varpar ljós á, hvat hendi, áðrenn Hjalti Gunnarstein brádliga segði seg úr starvi sum landsapotekari í februar. 11. februar var fundur [...] Gunnarstein er nú skuldsettur. Tað váttar Michael Boolsen, fúti, sum ikki vil upplýsa, hvat hann er skuldsettur fyri, tí talan er um eitt revsimál, sum framvegis er undir viðgerð. Málið er sambært fútanum næstan
í Havn. Har var ein persónur, sum var týðuliga ávirkaður, sum rópti og skríggjaði, sigur vaktleiðarin. Viðkomandi fekk eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglarnar. Av tí at viðkomandi var so ólátaður [...] kanningar. Tá ein patrulja hjá løgregluni koyrdi í búnum um midnáttarleitið kom hon fram á tveir mans, sum lógu og bardust. Teir vóru brøður. Tað endaði við, at báðir vórðu handtiknir og skuldsettir fyri brot
Tað gjørdist ein av stillastu og sterkastu løtunum á konsertini. ##med13## Fjøldin sang við Á skránni vóru annars fleiri av stóru hittunum, sum hava gjørt Rasmus Seebach til eitt av størstu nøvnunum í [...] stjernerne på himlen , sum er ein av kendastu sangunum hjá pápanum, Tommy Seebach. Tommy Seebach gjørdi lagið, og Keld Heick skrivaði tekstin. Sangurin varð upprunaliga gjørdur sum ein vøgguvísa til Marie [...] meðan danski sangarin stóð á pallinum. Við stórum ljósshowi, væl spælandi tónleikarum og einari fjøld, sum dugdi sangirnar, gjørdist Vágsbøur karmur um eitt stórt danskt poppshow. Við sær til Føroya hevði Rasmus
Talana var um eitt soloóhapp, har ein bilur kom ov langt út í vegjaðaran og fór út av vegnum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at skaðin á bilin var stórur, men at fólkini í bilinum bert fingu smásnuddir [...] frá einum lítlum ferðsluóhappi æa Stangarbrúnni, og har varð eisini fleiri ferðir boðað frá bilum, sum stóðu ófantaliga parkeraðir. Vaktleiðarin sigur, at fólk hugsa seg ov illa um, tá tey seta bilarnar [...] er. Klokkan hálvgum trý í nátt var ein bilførari tikin fyri narkokoyring. Har var blóðroynd tikin av bilføraranum, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini.