størst møguligt virði fyri samfelagið. Umsitingarætlanin riggar heldur ikki Veikleikin í skipanini sæst eisini í umsitingarætlanini fyri botnfiskastovnarnar, sum varð sett í verk í 2021. Ætlanin byggir [...] kvotuskipan má taka hædd fyri. Men vandin fyri útblaking kann ikki vera eitt argument fyri at lata vera við at regulera veiðuna beinleiðis. Tað hevði svarað til at sagt, at vit ikki eiga at krevja skatt [...] serliga støðu í Føroyum. Hon snýr seg ikki bara um búskap og lívfrøði, men eisini um søgu, mentan og samleika. Tað sæst kanska serliga í kjakinum um útróðurin. Men henda serstøðan broytir ikki tey grundleggjandi
tilfarið skal flytast Í hoyringssvarinum verður eisini funnist at, at ætlanin ikki lýsir nóg væl, hvussu arbeiðið skal gerast, hvussu nógv tilfar krevst, ella hvussu tilfarið skal flytast út í lendið. [...] at lítið inntriv er gjørt í lendið innanfyri rossagøtuna, og at økið sambært teimum ikki er lagt av til ítróttarøki í byggisamtyktini. Eisini verður víst á, at talið á másum í økinum er vaksið seinnu árini [...] metingar hjá reiðfeløgunum og ikki tøl, sum framganga av innsendu breytartekningini. Arbeiði steðgað Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, upplýsir, at Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon var farið
tollarar, sum funnu hassjið umborð í trolaranum, og longu í dag hava menninir fingið dóm í rættinum í Hjørring í Danmark. Báðir menninir vóru í grundlógaravhoyri fyrrapartin í dag. Ein 26 ára gamal maður játtaði [...] fekk eitt ára fongsul fyri 22,2 kil av hassji, og hin 45 ára gamli fekk hálvt annað ára fongsul fyri 71 kilo av hassji. Nordjyllands Politi leggur aftrat, at menninir ikki áður eru revsaðir í slíkum máli [...] Heili 93 kilo av hassju vóru í gjár funnin umborð í einum trolara í Hirtshals, sum skuldi til Grønlands, og í dag hava tveir mans fingið fongsulsdóm fyri ætlanina um at smugla hassjið til Grønlands. Hetta
Russiska sendistovan í Italia skuldsetir nú Ukraina fyri at standa aftan fyri spreingingina, sum um vikuskiftið rakti italsku matstovuna Balzi Rossi í Moskva. Tað skrivar sendistovan í eini almennari fráboðan [...] doyðu fimm fólk, og 19 vórðu særd í spreingingini. Hetta er sambært tíðindastovuni dpa fyrsta almenna russiska skuldsetingin um, at Ukraina skal hava staðið aftan fyri álopið. – Blóðugu yvirgangsarmarnir [...] matstovuna Balzi Rossi í Moskva, skrivar russiska sendistovan. Hon heldur eisini upp á, at endamálið var at ræða italsk starvsfólk, sum arbeiða í Russlandi. Ukrainskir myndugleikar hava enn ikki svarað ákærunum
tær, ið onnur hava verið fyri. Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan limaskapin. Verða samráðingarnar [...] gott fyri íslendska samfelagið. Kortini stúrir hon fyri villleiðandi og beinleiðis skeivum upplýsingum, sum sambært henni verða spjaddar av fíggjarliga sterkum áhugabólkum. Inga Sæland, forkvinna í Flokki [...] Fleiri leiðandi kvinnur í íslendsku stjórnini hava seinastu vikurnar fingið álvarsligar hóttanir. Millum annað skal talan vera um harðskapshóttanir og lívshóttanir. Tað skrivar íslendski miðilin Vísir
tónleikinum hjá Mezzoforte. Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri skjótt 50 árum síðani. Var eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum 15 oktober [...] úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini. Tey í bólkinum vóru: Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá í Brekkunum, bass Jákup Tórgarð, keyboard Ari Johannesen, guitar Rógvi á Rógvu, trummur James [...] tað sum skal til eina so krevjandi uppgávu. Eg kundi ikki heilt lata vera við at hugsa tankan, um tað nú átti at vera sangari við, men nei – Mezzoforte er tað Mezzoforte skal vera og takk fyri fagnaðin
føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini. Tá tú verður [...] ávaring í appini, skal tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja: Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst tú halda fram. Kennist tú ikki við i [...] Síðan í februar er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu
trivnað í HB-húsinum skal hon seta seg inn í umsitingararbeiðið hjá felagnum. Tað fevnir millum annað um sáttmálar, loyvi, samskifti við Fótbóltssamband Føroya og onnur feløg umframt uppgávur í sambandi [...] felagnum, og bæði hon og maðurin eru virkin í felagsarbeiðinum. – HB hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur [...] har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur hon. Fer fyrst at lurta og læra Fyrsta mánaðin ætlar hon sær serliga at lurta og læra. Hóast hon hevur nógv hugskot, fer hon ikki í starvið við einari ætlan
tað sama, tá ið skúlin er liðugur, bara í nýggjum, betri og rúmligari kørmum. Ókeypis innbúgv Í samband við høvuðsumvælingina skal nógv av verandi innbúgvi ikki brúkast aftur. Talan er um alt frá skápum [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir [...] fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk ljóðføri
Í dag skulu íslendsku veljararnir avgera, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at fólkið er býtt í tveir næstan eins stórar [...] tøl. Óvissan í slíkum kanningum er vanliga millum eitt og trý prosentstig. Sambært íslendska kringvarpinum RÚV er munurin í nýggjastu Gallup-kanningini ikki hagfrøðiliga týðandi. Tí ber ikki til at siga [...] stórar partar. Í einari Gallup-kanning, sum fevndi um umleið 4.500 íslendingar, vóru 51,6 prosent ímóti at taka samráðingarnar upp aftur, meðan 48,4 prosent vóru fyri. Fyrr í vikuni vísti ein kanning hjá Maskína