umhvørvi verður málið lagt fyri ráðharra til endaliga avgerð. Rosebank liggur umleið 130 kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi og er størsta oljufeltið í økinum, sum enn ikki er útbygt. Samlaða nøgdin av olju [...] væntaðu oljuframleiðsluni á bretska landgrunninum. Oljan verður ikki førd um Hetland, men gassið skal leiðast í rørleiðing til oljustøðina í Sullom Voe. Mótstøða frá veðurlagsfelagsskapum Arbeiðið við Rosebank [...] . Veðurlagsfelagsskapir høvdu lagt málið fyri rættin. Umhvørvis- og veðurlagsfelagsskapir bæði í Hetlandi og aðrastaðni hava heitt á bretsku stjórnina um ikki at góðkenna feltið. Fakfeløg og oljuvinnan
netsamband. § 4 í uppskotinum sigur í stuttum, at fjarskiftisveitarin skal goyma upplýsingar um, hvør kundi hevði eina ávísa IP-adressu ella eitt telefonnummar í einum ávísum tíðarbili. Soleiðis er ikki talan um [...] avmarkaðu talgildu sporini goymd í eitt ár. Síðan skal løgreglan hava lógligt grundarlag fyri at fáa atgongd til tey í einum ítøkiligum máli. At eitt spor verður varðveitt, merkir ikki, at nakar myndugleiki ella [...] vitja, hvat vit lesa, og hvørjum vit samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina søgu yvir tær heimasíður, sum
noktandi svar. Í 2025 vóru 427 játtanir og 185 noktandi svar. Úr 5.000 upp í 12.000 krónur Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka orkuískoytið í 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur [...] fáa vegleiðing og síðani velja ikki at søkja, verða ikki skrásett. Tað veruliga talið á húskjum, sum hava kannað møguleikan, men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti [...] sperdar, hava ikki altíð yvirskot til sjálvar at finna stuðulsskipanir, umsóknarbløð og freistir. Boðskapurin frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka
borðreiðir við í morgun. Álitismaðurin á miðvøllinum bæði í fjør og í ár hevur verið Noah Mnenéy, men hann verður ikki á HB liðnum næstu vikurnar. HB skrivar soleiðis: Noah brotið beinið Í dystinum ímóti [...] Nielsen hjá B68 reytt kort fyri takling inn á fótliðin. Noah Mnenéy hevur seinastu tíðina verið fastur maður í landsliðshópinum. Nú verður hann ikki tøkur, tá ið Eyðun Klakstein seinni í hesum mánaðinum fer at [...] Noah illa fyri. Hann var skiftur út, og røntgenkanningar vísa, at hann hevur fingið eitt brot á høgra bein, beint undir knænum. Hann skal binda frið komandi vikurnar, áðrenn endurvenjingin fer í gongd. Noah
tær fyri tað missa sítt virðið. Øll kunnu senda uppskot inn Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2026. Í uppskotinum skal grundgevast [...] av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 25. september 2026. Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 14. september 2026. Uppskot skulu sendast [...] heiðraður fyri góða miðling Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi
Forkvinnan í Sjálfstæðisflokkinum, Guðrún Hafsteinsdóttir, segði í sjónvarpssendingini Silfrið hjá RÚV mánadagin, at fólkið var fullkomiliga kloyvt í málinum. Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini [...] framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar [...] seta seg í ávísar básar ella villleiða seg um, hvat fólkaatkvøðan í veruleikanum snýr seg um. Virðir eitt nei Fólkaatkvøðan snýr seg um, hvørt Ísland skal halda fram við samráðingunum um limaskap í Evropeiska
Ferðamannaskip skulu ikki kunna sigla, hvar teimum lystir í grønlendsku firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum økjum [...] at verja náttúruna. Enn er tó ikki talan um eitt beinleiðis forboð, og reiðarí fáa onga revsing, um tey ikki fylgja tilmælinum. Ætlanin er kortini at seta greiðari reglur í verk. Landsstýrið og kommunurnar [...] kommunurnar arbeiða við einari økisskipan, sum skal áseta, hvar ferðamannaskip kunnu sigla, og hvar siglingin skal avmarkast. Avaaraq Olsen, borgarstjóri í Kommuneqarfik Sermersooq, sigur við DR, at ferðamannaskip
úr Uppsala í steðginum í dystinum í Hällevik, og tað sá svart út. Men í seinna hálvleiki vendi Mjällby øllum á høvdið. Olle Lindberg minkaði um munin til 1-3 longu í fyrsta minutti av seinna hálvleiki [...] um at sleppa í deildarspælið í Europa League. Dysturin verður móti eysturríkska liðnum, Salzburg. Kiksar tað yvir tveir dystir, so skal liðið hjá Áka og Martini royna seg í deildarspælinum í Conference League [...] Í 84 minuttir var Áki D. Samuelsen í dag partur av einum heilt ótrúliga góðum dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan í dag. Áki og liðfelagarnir vóru aftanfyri 0-3 móti oddaliðnum Sirius úr
Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] umleið klokkan 18.50. Hann vildi ikki úttala seg í rættinum í dag. ##med3## Dómarin varðhaldsfongslaði hann, tí mett verður, at hann annars kann leggja forðingar fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni. [...] Vegna unga aldurin verður hann ikki settur í vanligt fongsul, men skal vera á einum tryggjaðum stovni. Fyribils varðhaldsfongslingin er galdandi til 10. september. /Ritzau/
danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum. Signe Byrge Sørensen er stjóri og ein av stovnarunum í Final Cut for Real og er fýra ferðir tilnevnd [...] ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og framleiðari eru við, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum. Sum liður í hesum arbeiðinum er [...] og Danmark. Hon hevur áður verið ráðgevi í sambandi við føroyskar filmsframleiðslur og arbeiðir í løtuni við heimildarfilminum Spiralsagen, sum hon framleiðir í samstarvi við eitt grønlendskt framleiðslufelag