marknaðin. Tað var Galaxy Fold í 2019. Sambært John Ternus hevur Apple lagt dent á, at nýggja telefonin ikki skal kennast sum tvær vanligar telefonir, ið eru settar saman. Hon skal í staðin vera líka natúrlig [...] legði í gjárkvøldið sína fyrstu faldtelefon – eina telefon, sum kann leggjast saman – fram Nýggi stjórin í Apple, John Ternus, legði telefonina fram á árliga tiltakinum hjá tøknirisanum í Cupertino í Kalifornia [...] framvegis bara ein lítil partur av samlaða heimsmarknaðinum fyri snildtelefonir. Apple kemur tí inn á ein marknað, har aðrir framleiðarar hava verið í fleiri ár, men har sølan enn er avmarkað. Samstundis hevur
ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti. Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið ikki altíð hóskar til gerandisdagin hjá teimum, sum skulu til undirvísing. Hóast lesandi [...] sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna: 6.500 krónur . Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur . Hetta eru dømi [...] ið. Hann leggur tó ikki upp til, at lesandi skulu fáa stuðul úr báðum skipanum samstundis. Fær ein ferðingina stuðlaða við ferðakorti hjá SSL, skal viðkomandi sambært hugsanini ikki eisini fáa hin fer
Poulsen á Skála. Í mong ár var Bergur stjóri í Havsbrún, og nú í fleiri ár hevur hann verið nevdarformaður í felagnum, sum bygdi Eysturoyar-og Sandoyartunnilin og sum nú ætlandi eisini skal byggja Suðuro [...] er, gongur tú í framhaldsskúla, og herfyri var summarfrítíðin liðug. Tá byrjaði hann í 9. flokki í Hoyvíkar skúla. - So, nú verða ikki fleiri útróðrardagar hjá mær og vinmanninum mitt í viku fyribils, [...] fiskidøgum aftrat, at bátarnir í hesum bólki kunnu loysa og avreiða tað, sum eftir er av hesum árinum. ##med4## Ungi útróðrarmaðurin, sum nú aftur er byrjaður í skúlanum, dylir ikki fyri, at hugabetri er at fara
avi fyri NATO. Føroyar liggja mitt í sokallaða GIUK-gjónni millum Grønland, Ísland og Bretland, sum hevur stóran hernaðarligan týdning fyri eftirlitið við Norðuratlantshavi. NATO setti í februar í ár átakið [...] avgerðin er tikin. So greiður var Søren Andersen, stjóri í Arktisk Kommando, á vinnutiltaki í Føroya Banka í gjár, har hann helt fyrilestur um leiðslu í ótryggum tíðum. Eftir fyrilesturin spurdi Sosialurin [...] kaðalinum. Partur av stórari verjuíløgu Nýggi sjókaðalin skal síggjast sum partur av munandi øktu donsku verjuíløgunum í Arktis og Norðuratlantshavi. Í oktober í fjør varð Delaftale 2 om Arktis og Nordatlanten
londunum, sum hava fullan limaskap, og teimum, sum ikki hava tað, segði Jens-Frederik Nielsen. Føroyar, Grønland og Áland hava í áratíggju verið við í arbeiðinum í Norðurlandaráðnum saman við Danmark, Svøríki [...] londini í norðurlendska samstarvinum. Tað gjørdu bæði Beinir Johannesen, løgmaður, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, greitt á norðurlendska summarfundinum á Marienborg í gjár. – [...] núverandi støðan kann hava. – Tá mál hava verið viðgjørd í Norðurlandaráðnum, sum viðvíkja Grønlandi, hava vit onkuntíð verið sett uttan fyri dyrnar, tí vit ikki eru partur av tí rætta felagsskapinum. Vit eru eitt
búð lógliga í Føroyum í meira enn trý ár. Í hesum førum verða í dag eingi krøv sett um føroyskan málførleika. Tað er tó ein grundleggjandi treyt, at útlendingurin framvegis lýkur treytirnar fyri upprunaliga [...] sambært svarinum, at útlendingurin skal hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum stigi. Eingin málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum, sum kunnu fáa [...] varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár. Tey skulu í einari integratiónssamrøðu vísa á, at tey hava ognað sær kunnleika í føroyskum máli umframt vitan um føroyska mentan
tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan, sum ger hann føran fyri at geva børnunum bestu fortreytirnar fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin [...] vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist, at Javni hevur latið [...] annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til amboð og útgerð hjá Skúlanum
ni skal tó sigast, at nógv er hent seinastu árini: SEV hevur vindmyllulundir í Húsahaga (13 myllur), í Neshaga (5 myllur, 10,2 GWt í 2025) og í Porkerishaga í Suðuroy (7 myllur, 6,3 MW, 15,4 GWt í 2025) [...] at bíða Seinkingarnar eru ikki ein teoretiskur vandi – tær kosta longu í dag. Ein av høvuðsorsøkunum til, at elprísurin hækkar 7 oyru fyri kWt í 2026, er júst, at seinkingarnar í Klivaløkshaga og Porkeri [...] um 2,75 mia. kr. Tað gevur í mesta lagi pláss fyri knøppum 900 mió. kr. í nýggjari nettoskuld, og bert um inntøkurnar halda. Samstundis skal eginognarparturin, sum nú er 40%, í minsta lagi vera 35% sambært
um samdøgrið, alt eftir mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan [...] Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum eru [...] Nærumóhappini eru frágreiðingar frá fólki á staðnum og ikki løgregluskrásett óhapp. Eingi samanberilig tøl Tíggju ferðsluteljingar og ferðmátingar vórðu gjørdar í oktober 2024. Tær vísa bæði ferðslunøgd og ferð
Infantino skal fara frá. Sambært Buster Emil Kirchner, sum hevur serkunnleika til afrikanskan fótbólt, kann tøgnin frá CAF hava samband við tættu bondini millum Gianni Infantino og forsetan í CAF, Patrice [...] CAF hevur 54 limalond og er næststørsta meginlandssambandið í FIFA. UEFA hevur 55 limir. FIFA telur 211 limalond, og tí krevjast 106 atkvøður fyri at fáa meiriluta á einum forsetavali. Hóast UEFA, CONCACAF [...] Infantino er vaksin nógv seinastu dagarnar, men tvey av teimum størstu meginlandssambondunum hava enn ikki alment tikið støðu. UEFA og norður- og miðamerikanska fótbóltssambandið CONCACAF hava bæði gjørt greitt