dag gera tað møguligt at taka myndir og filma fólk, sum eru í almenna rúminum, uttan at tey vita av tí. Hon vil eisini hava at vita, um galdandi reglur fevna um upptøkur og deiling av myndum og filmi á [...] hava innbygt myndatól og kunnu bæði taka myndir og filma. Tøknin hevur verið á marknaðinum í nøkur ár, men sambært Bjørt Lind er hon nú vorðin so framkomin, at tað kann vera torført at síggja, um ein persónur [...] skúlum, samstundis sum tað kann vera trupult at vita, um ein verður filmaður. Eisini vísir hon á dømi um kvinnur, sum eru filmaðar við snildbrillum uttan at vita av tí, og har upptøkurnar síðani eru brúktar
fólkaræði. Og júst her haldi eg, at tú gert Nina Brockie Hansen órætt. Tú brúkar nógv pláss upp á at átala tað, hon hevur sagt, tað hon eftir tínum tykki ikki veit, og tað, sum tú metir vera gitingar. Men eg [...] verið – Ja, so haldi eg, at tað er bæði rímiligt og neyðugt, at fólk spyrja og tosa saman. Og ja – eisini á Facebook. Facebook er kanska ikki altíð tann besti pallurin. Men tað er ein av teimum fáu støðunum [...] bangin fyri at fáa fram í ljósið? Ikki allir kritiskir spurningar eru ákærur. Og tað er heldur ikki ein ákæra at siga: „Eg skilji ikki, hví hetta fer soleiðis fram – kann onkur greiða frá?“ Tað er fólkaræði
rossafólk og súkklarar um at leggja stríðið til viks og finna eina loysn, sum tryggjar báðum pørtum atgongd til økið. Guttormur í Skála leggur dent á, at hann nevnir farleiðina „Gøtuna um Vesturvarða“ og ikki [...] verður trygg og nýtilig hjá bæði reiðfólki og súkklarum. Yvirfriðingarnevndin hevur víst á, at møguligt er at leggja súkklubreytina nærri vindmyllunum. Guttormur sigur seg ikki vita, um tað er ein líka [...] allar partar: – Eg hevði ynskt, at allir partar hildu seg til fakta, sløktu Facebook og settu seg við eitt borð at tosa siðiliga saman um, hvat kann gerast. Tað eigur at verða gjørt, áðrenn skotgravirnar
tað fer at taka longri tíð enn ætlað at dagføra skúlan, og tískil fer tíðarætlanin heldur ikki at halda. Ein orsøk til, at arbeiðið fer at draga út, er, at byggitilfar, sum lá í aulu og fimleikarhøll skúlans [...] Maniitsoq, og hetta hendi, meðan arbeiðsmenn vóru í holt við at dagføra skúlan. Hildið verður eisini, at eldurin kyknaði í samband við arbeiðið at tekja við tjørupappi. Nú hevur skúlaleiðslan boðað frá, at tað [...] undir sløkkiarbeiðnum - og møguliga eisini av sjálvum eldinum. - Vit kunnu ikki lova, at skúlin stendur klárur at lata uppaftur í juni 2027, og tí noyðast næmingarnir helst at ganga í fyribilshølum í eina
til amboð, útgerð og spælipláss. Tað er gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar [...] landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til amboð og útgerð hjá Skúlanum á Trøðni [...] góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist, at Javni hevur latið Skúlanum á Trøðni amboð og leikur fyri 100.000 krónur við stuðli frá einum donskum grunni. Áður hevur millum annað Skótahjálpin
Hetta er framvegis sera nýtt fyri okkum, og vit eru sjálvsagt bæði stúrin og skelkað. Eg eri sjálvur foreldur at einum barni í skúlanum, so tað er natúrligt at vera stúrin, sigur hann. Í morgin verður ku [...] Hadsten Skole í Eysturjútlandi er skelkað og stúrið, eftir at tríggir dreingir í dag vórðu skuldsettir fyri at hava ætlað at fremja eitt yvirgangsálop á skúlan. Tað sigur formaðurin í skúlastýrinum, Henrik [...] Favrskov kommunu, skúlan og skúlastýrið fara at luttaka. Sambært Henrik Mørck Mogensen hevur løgreglan upplýst, at teir tríggir skuldsettu ikki hava nakað samband við skúlan, og at myndugleikarnir ikki vita
brádliga íkomnar neyðstøður. Tað er úr hesum grunninum, at peningurin er latin neyðhjálpararbeiðinum í Venesuela og Kolombia. Arbeiðið at savna inn pening til Skótahjálpina fer fram í viku 39 á hvørjum ári [...] hevur yvirlit yvir, hvar og hvussu peningurin á bestan hátt kann brúkast. Tað eru hjúnini Rani Andrassarson Skaalum og Aleksandra Melo Skaalum, ið hava samskipað flytingina og staðið fyri samskiftinum [...] við bæði Fundación International Maranata og OM, sum tey eisini eru partur av. Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður. Fyrru ferð var í juli mánaði
innan skipavinnu er tað, at Samskip, sum hevur høvuðsstøð á bryggjuni í Saltangará, nú fer at hava regluliga sigling millum Skotland og Runavíkar Havn. Nýggja farleiðin fer vónandi at bera seg væl til fyrimunar [...] tikkarum. Takk fái tit fyri, at tit hava gjørt tað møguligt hjá fólki og fyritøkum at seta seg niður her á staðnum at skapa arbeiðspláss, menning og vøkstur okkum øllum at frama. Vónandi halda tit fram [...] økinum. Fyri at hýsa og rúma stóru menningini á so nógvum økjum her í kommununi er tvingandi neyðugt hjá Runavíkar kommunu at fylgja við og gera allar neyðugar løgur. Tað er onki mál í sær sjálvum at seta s
hjálparvenjari, og Jákup Jakobsen, sum inntil summarsteðgin var liðformaður og álitismaður í miðverjuni. Fyrstu løtuna bendi einki á, at tað ikki fóru at vera favorittarnir í Víkingi, sum fóru at fara undan [...] við at fáa mál og javna til 2-2 var Víkingur, tá ið Aron Benjaminsen eftir innlegg úr vinstru og úr 10 metrum smekkaði til, og bólturin brast í tvørtræið og niður í vøllin. Tapið hjá Víkingi var tað fyrsta [...] stigum. Tað er eitt stig fram til HB og B36, tvey stig fram til KÍ og átta stig fram til Víking. Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36. Sunnudagin fer Skála ÍF at spæla lykladyst í kappingina um at sleppa
stig í part. B68 vann fyrr í dag eitt stig í Gundadali, har tað endaði 1-1 ímóti B36, og í kvøld endaði tað aftur 1-1, tá ið Skála og 07 Vestur dystaðust. Ole Arntsen átti uppleggið, tá ið miðvallarin [...] Maxwell Effiom, og uppleggið átti Sebastian Larsen. Hetta var triðja málið hjá nigerianska álopsspælaranum í ár. Eftir steðgin gekk tað eitt sindur meiri fyri seg á 07 Vestur hálvuni, enn tað gjørdi á heimahálvuni [...] Tað endaði 1-1, tá ið Skála ÍF í kvøld undir Mýruhjalla hevði vitjan av 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Skála flytur eitt pláss upp. Skála er nú – í hvussu so er inntil í annaðkvøld – á sjeynda plássi