Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði vertir og gestir vóru samdir um, at tað hevur stóran týdning at styrkja sambondini og læra av royndunum [...] samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík. Á skránni hjá norsku gestunum var eisini vitjan hjá vinnufyritøkum, har teir fingu høvi at hoyra um arbeiðið við at tryggja og menna førleikar til fiski- og sjóvinnuna [...] øðrum. Klaksvíkar kommuna fegnast um áhugan, sum norsku stórtingslimirnir sýndu býnum og økinum, og takkar fyri góða og gevandi vitjan.
eingin trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta? Frælsar [...] í dag. Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin samráðingarrættur. Tað veit arbeiðsgevarin. Tað vita politikararnir. Og tað vita fakfeløgini eisini. Vit hava longu [...] løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta snýr
Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað til [...] til fulltíðararbeiðsleys var talið 288. Tað eru 38 færri enn í juli í fjør. Fulltíðararbeiðsloysi merkir, at tíðarskeiðini hjá teimum arbeiðsleysu verða roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis [...] arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri. Hjá monnum vóru 192 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 171 menn arbeiðsleysir. Tað svarar til eitt
burðardyggan flutning, umframt at umstøðurnar hjá sjófólkunum verða munandi betri. Á almennu móttøkuni vera røður og hornorkestur. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábit verður at fáa. Almenna móttøkan [...] gjørt sáttmála um at byggja. Hini skpini verða leverað seinni í ár og í komandi ár. Nýggju tilgongdirnar hjá felagnum styrkja bæði kappingarførið hjá felagnum og gevur betri møguleikar at bjóða kundum bu [...] felagsins og er sostatt ein týðandi varði í menningini hjá felagnum. Hav Leiti er eisini eitt stórt stig á leiðini móti meira burðardyggum sjóflutningi. Við tað, at skipið flytir størri nøgdir og hevur minnið
Tað fyrsta ferðamannaskipið í ár, Ocean Explorer, kom á Havnina 5. mai. Síðani hava ferðamannaskip verið ein vanlig sjón í høvuðsstaðnum, og serliga í juli og august hava vitjanirnar verið nógvar. Sambært [...] skránni. Tann seinasta verður hjá Spitsbergen, sum kemur 29. september og fer avstað aftur 30. september. Um allar tær ætlaðu vitjanirnar verða avgreiddar, endar árið sostatt við 50 ferðamannaskipavitjanum í [...] hjá Tórshavnar havn eru 42 ferðamannaskipavitjanir avgreiddar fram til og við 24. august. Viking Mira, sum kom klokkan átta í morgun og fór avstað aftur nú klokkan 18, er sostatt vitjan nummar 43. Sjey vitjanir
gar- og mentanarstovnar. Navnið Rótin sipar til tað, sum gevur føði, kjølfesti og vøkstur. Vónin er, at virðini og vitanin, sum næmingarnir fáa, festa røtur og verða borin víðari út í familjur og loka [...] sleppa børn og vaksin at hitta næmingar og lærarar frá skúlanum og royna gamalt handverk, endurnýtslu og matgerð við minni matoyðsli. Í heyst verða fýra almenn tiltøk í Danmark, Finnlandi, Føroyum og Álandi [...] lyklaringar og smá prýði úr ull. Endamálið er at vísa, hvussu náttúrutilfar og avlopstilfar kunnu fáa nýtt lív í staðin fyri at verða beind burtur. Á øðrum verkstaðnum sleppa børn og vaksin at royna bregdabond
heilan. Tey bæði verða tí noydd at búgva saman, meðan Ane stríðist fyri at endurvinna førleikar sínar og finna seg sjálva aftur. Støðan noyðir alla familjuna at endurskoða bæði framtíðina og tað sambandið, sum [...] rættin til framvegis at vera partur av tí lívi, sum hevur myndað ein. Egi Dam, maður Biritu, roynir at finna javnvágina millum at vera hjúnafelagi og umsorganarpersónur. Mitt í álvaranum er Birita sjálv tó [...] hevur skrivað handritið saman við Rasmus Birch. Ane og Thomas eru á veg til at verða skild, men hava enn ikki sagt børnum sínum frá avgerðini. Thomas ætlar at flyta saman við nýggju unnustu síni, tá Ane brádliga
til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, men hann harðnar, sum vikan gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - Tað verður nakað av útróðrarfiski og helst fer onkur eisini út á Føroyabanka [...] vikuna, og um línuskipini verður sagt soleiðis: - Tey fiska í føroyskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, og eitt er á Flemish Kap. Øll skipini fáa mest av toski og so nakað av hýsu, brosmu og longu. [...] Føroyabanka, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
klagunum um larm. Tí er tað umráðandi at markvirðini verða lækkaði á tað støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa [...] trífalt tað, sum okkara grannalond loyva í slíkum førum. Á heimasíðuni svarar Tvøroyrar kommuna, at kommunan ikki fer at viðgera einstøk uppáhald ella kjaktræðrir á sosialum miðlum, men at borgarar og feløg [...] um, at farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki helt meira gang, enn loyvt er, er prógv um vandan við núverandi markvirðum. Tað er harmiligt, at markvirðini verða brúkt sum umbering fyri at lata
við til at skapa eitt HB, har fólk kenna, at tey hoyra til, og har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur hon. Fer fyrst at lurta og læra Fyrsta mánaðin ætlar hon sær serliga at lurta og læra. Hóast [...] skulu kenna, at tey hoyra til, og venjarar skulu kenna, at teirra arbeiði verður sætt og virðismett, sigur hon. Hon lýsir seg sjálva sum nærverandi, skipaða og hjartagóða. – Eg gleði meg til, at hjartað í [...] , familjulívi og felagsskapi, sigur hon við heimasíðuna hjá HB. Sanna Vitalis hevur verið nógv í og kring HB-húsið sum mamma, stuðul, hjálparvenjari og trivnaðarsamskipari. Nú fer hon at nýta sínar royndir