frá, hevur teknað hana til eina vakruleikakapping, sum hon rýmir undan. Siv er sum klipt úr Grease, ið lýsir sama tíðarskeið. Men tað er ikki um Sandy vit hoyra í byrjanini. Partarnir byrja við ágangandi [...] tríggjar ungar kvinnur flyta inn í trongu íbúðina hjá jødisku ommu Ingrid (Malin Persson), og vit hoyra um harðrenda pápa Carin (Josefin Asplund), sum eftir einum turriklæði at døma er úr Russlandi, og so hin [...] í 2018, og so hoyra vit eisini punk tónleik. Røðin fer fram í býarpartinum Klara mitt í Stockholm, um ta tíðina, býarparturin verður rivin niður og bygdur upp aftur, sum tann miðbýur, city, vit síggja
arbeiði er hart. Eg var ordiliga móð aftan á fyrsta arbeiðsdagin, men eg var móð upp á ein góðan máta. Eg var glað frá fyrsta degi av, og havi dámt ordiliga væl síðani. ##med2## Síðani hon byrjaði, hevur Henny [...] og býr í Klaksvík. Hon fer glað til arbeiðis hvønn morgun og kemur eisini glað til húsa aftur. Hon minnist væl sín fyrsta dag á Tavuni. – Eg hevði ongantíð verið inni her fyrr. Tað var hart, men man veit [...] pakkibandið og vigað, áðrenn tað verður pakkað. – Eg haldi ikki sjálv at arbeiðið stravið. Kanska eru tað ikki øll sum orka so væl, men eg føli tað ikki so tungt. Eg havi verið í so nógv ár og dugi rutinuna
syrgdu fyri málunum hjá Piteå í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrrenn í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at tað eydnaðist heimaliðnum at minka um munin. Piteå er nummar níggju í deildini við 25 stigum [...] 12 stig eru eftir at spæla um. Piteå hevur sjey stig niður til Rosengård, ið er á triðaftasta plássinum, ið merkir tveir dystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini [...] Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í Piteå vunnu ein sera týdningarmiklan sigur í niðurflytingarstríðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini. Á útivølli eydnaðist
tíð, til vit aftur hittust. Men altíð var alt sum fyrsta dagin. Tá eg flutti til Suðuroyar, og tú Hanus, til Hósvíkar, so var tað ikki javnan vit hittust, men altíð var samband, hóast hetta. Og tá skipað [...] tílíkt var ikki vanligt tá. Seinni vart tú við í so mongum vási. Haldi meg vita, at tað var Steintór og teir í Frændum, ið fingu teg aftur til Føroya, tá tú eitt skifti búleikaðist í Danmark, og ikki hevði [...] hevði beinleiðis ætlanir um at venda heimaftur. Hvussu var, og ikki, so komst tú fyrra helming av áttatiárunum aftur til Føroya, og byrjaði tá av álvara at skriva teg inn í føroysku tónleikasøguna. Tú vart
kunnu tosa um innihaldið. Í dag eru tey væl færri, ið kunnu fylgja við tí, sum kvøðið verður, tí tey kenna ikki innihaldið, kenna ikki kvæðini og vísurnar, og duga tey so ikki stev, so fæst ikki lív í dansin [...] har hann til fyri ikki so nógvum árum síðani var hæddarpunktið. Tá hugsi eg mest um brúdleyp, veitslur, føðingardagar og høvi, har fólk koma saman. Taka vit sjálvan dansin, so er ikki óvanligt at síggja [...] luttekur, og síðst men ikki minst, at tú nemur tær kunnleika um innihaldið í kvæðunum og vísunum, sum verða kvøðin. Eitt, sum oftani verður undirmett ella als ikki tikið við, er at kunna um tað, sum verður kvøðið
álvara er farið at bila, er hon framvegis so spísk, sum hon altíð hevur verið. Seinast, vit vitjaðu hana, spurdi hon, hvar vit høvdu verið. “Í Havn,” svaraði eg henni. Tá var hon skjót at svara: “Sitið onkuntíð [...] oktober 1925. Hon vaks upp saman við foreldrum og systrum í Hvalvík, beint yvir av Gamla skúla, har Jógvan við Ánna var 1. lærari. So tað var stutt í skúla, ein hálvan minutt ella har á leið. Ikki tí, í Hvalvík [...] spurdi eina ferð Mariu, hvussu tey bæði komu saman. Jú, segði hon, hon var og vitjaði elstu systur sína, Álgu, sum var gift í Vestmanna. - Vit gentur plagdu at ganga túrar í bygdini, og har hitti eg Smith
ferð var hon illa fyri, tá hon fór avstað, men skjótt fekk hon orku. – Tað sum vit síggja sum avvarðandi er, at tá hon fór avstað fyrstu ferð, var hon hovin, men á filmsbrotum sóu vit, at veskan var horvin [...] savna inn penging til viðgerðina hjá Ivonnu. – Seinast hon fekk kemo í vár, bleiv hon innløgd beint eftir viðgerð, tá hugsaði hon, at nú orkaði hon ikki viðgerðina meira, sigur Birita Jacobsen, vinkona Ivonnu [...] horvin, og hon fekk meira orku at ganga. Ivonnu dámar ógvuliga væl at ganga í náttúruni. Tað gevur henni lívsgleði, og tí hevur tað verið svárt at kemoviðgerðin hevur gjørt, at hon hevur havt ov nógva pínu
fáa virðislønina, nevniliga amerikanski forsetin, Donald Trump. Norska Nobelnevndin ger ikki viðmerkingar alment um, hvør hevur verið tilnevndur, men danska kringvarpið DR hhevur hugt nærri at nøkrum av [...] fyri at hava endað fleiri kríggj - ein útsøgn, sum nógv hava sátt iva um. Hóast Trump hevur havt ein stóran leiklut í samráðingunum um verandi vápnahvíld í Gaza, halda nógv, at friðurin framvegis er ov ótryggur [...] sambært felagsskapinum var 2024 árið, har flest vórðu dripin í søguni hjá felagsskapinum. Í minsta lagi 124 journalistar og miðlafólk vórðu dripin í 2024, sambært CPJ, og meirilutin var palestinar, sum arbeiddu
ríkisfelagsskapinum. Tað verður ikki uttan avleiðingar, um Føroyar velja at taka seg úr felagsskapinum við Danmark, varð sagt í røðuni. Ríkisfelagsskapurin snýr seg ikki um, at tað eru vit ímóti teimum, [...] avgerðin hjá grein 6 nevndini um WTO-málið, eitt gott dømið um. Ríkisfelagsskapurin fevnir víða, og vit eiga at leggja okkum eftir at varðveita og styrkja ríkisfelagsskapin. Tað var boðskapurin í røðuni hjá [...] m, tá setanarrøðan hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu, var til viðgerðar í fólkatinginum. Anna Falkenberg segði í røðuni, at avgerðin um, at Føroyar kunnu gerast limir í egnum navni í heimshandils
sett í verk, verður talan um 50 ymisk lond. Føroyar luttóku ikki formliga í fyrsta parti av verkætlanini, men nú verða bæði Føroyar og Grønland við frá byrjan. - Hóast vit ikki formliga vóru við í upprunaligu [...] Olsen, lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tað var hon, sum stóð fyri upprunaligu kanningini tá, og tað verður eisini hon, sum kemur at leiða føroyska partin av kanningini nú. - Svarini [...] hildu um náttúrufak. Tá søgdu mong, at náttúrufak hava týdning, men "ikki eru nakað fyri meg", og stórir munir vóru millum kynini. Við at samanbera kanningarnar báðar kunnu vit fáa fram í ljós, um átøkini