m og dronum. Manningin hevur funnist at, at hon ikki hevur fingið eitt yvirlit yvir lutirnar, sum hald er lagt á. Skúli Jónsson sigur, at eitt slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum. Ein av [...] eisini hildið upp á, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á og leita í ognunum. Men tí vísir Skúli Jónsson aftur. – Fríggjakvøldið fekk løgreglan dómsúrskurð, sum gav heimild at leita í skipinum [...] hjá løgregluni á høvuðsstaðnum, halda tveir løgreglumenn vakt við skipið. Hann sigur, at einki bendir á, at manningini manglar nakað. – Tey hava vatn umborð, og um meira skal til, verður tað veitt. Umboð
Malaisia. Eg eri errin av, at pitsan megnaði at sameina tvey støð, sum hava stóran týdning fyri meg: mínar malaisisku røtur og mítt lív í Føroyum. Næsta málið er at halda fram við at menna seg og kanna møg [...] eri errin av at sameina mína malaisisku bakgrund við føroyska matmentan. Malaisisk matgerð hevur lært meg at virðismeta kraftmiklar smakkir í góðari javnvág. Føroyar hava hinvegin lært meg at virða natúrliga [...] tøkar her. – Eg vildi, at pitsan skuldi hava samband við staðið, samstundis sum hon endurspeglaði mína egnu bakgrund og mínar royndir sum kokkur innan italska matgerð. Málið var at lata rávørurnar tala fyri
og valstríðið er nú av álvara farið í gongd. Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning hjá Verian fyri SVT vísir, at andstøðan hevur [...] flokkurin er framvegis Socialdemokraterna við Magdalenu Andersson á odda. Flokkurin stendur til 30,5 prosent av atkvøðunum. Magdalena Andersson var forsætisráðfrú frá november 2021 til oktober 2022. Hon mátti [...] Sverigedemokraterna fingu meiriluta. Nú kann hon vera á veg aftur. ##med2## Liberalerna kann fella úr Ríkisdegnum Ein serligur trupulleiki hjá stjórnarsamstarvinum er Liberalerna. Flokkurin hevur í fleiri kanningum
sínum virksemi og hvørji mál felagið hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi tíðina. Ása Olsen er á sínum fyrsta ári sum forkvinna í MEGD. Hon hevur tó drúgvar royndir á økinum og hevur millum annað [...] í MEGD og forkvinna í Hoyr. MEGD legði á fundinum dent á, at samstarvið millum áhugafeløgini og politisku skipanina er ein av lyklunum til at flyta brekøkið fram á leið. Gjøgnum árini eru fleiri týdningarmikil [...] týdningarmikil mál og ítøkiligir batar framdir í samstarvi millum partarnar, og MEGD ynskir, at hetta samstarvið heldur fram. -Vit fáa bestu og mest haldføru úrslitini, tá ið vit lurta eftir teimum, sum tað
løgmaður sær í, at fólk kunnu taka myndir og filma onnur uttan at tey varnast tað. Hon spurdi eisini, um tørvur er á serligari lóggávu, avmarkingum ella forboði í ávísum støðum. Løgmaður vísir á, at snildbrillur [...] myndir og film uttan at onnur varnast tað. Tí kann vera trupult at gera reglur, sum bara fevna um snildbrillur, uttan samstundis at taka onnur líknandi tól við. Løgmaður vísir eisini á, at snildbrillur í framtíðini [...] tól kunnu brúkast. Fer at fylgja gongdini Løgmaður boðar ikki frá nøkrum ítøkiligum uppskoti um forboð ella nýggja lóggávu í løtuni. Hann sigur tó, at tað er av stórum týdningi at fylgja væl við tøkniligu
sett fram móti Danmark og Grønlandi. – Tað er í tíðum sum hesum, at tætta norðurlendska samstarvið av álvara vísir sítt stóra virði og sína styrki, sigur hon. Føroyar og Grønland á skránni Eitt annað mál [...] felags fyribyrgingarmegi okkara, millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá hermótinum í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau. Hon vísir á russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar [...] ararnir hittast hósdagin í Danmark til árliga summarfundin. Fundurin verður á Høvelte Kaserne, sum er høvuðsstøðin hjá Den Kongelige Livgarde, og á Marienborg. Mette Frederiksen og Beinir Johannesen, løgmaður
Vestergaard í sama svari, at hann var ósamdur við niðurstøðuni. Sambært Liljuni Weihe er landsstýrismaðurin eisini endurgivin í Degi & Viku 1. september fyri at siga, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð [...] Løgtingskvinnan vil hava at vita, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður boðar frá, at hann er til reiðar at geva tænastuboð, sum fyrisitingin hevur mett vera óheimilað Liljan Weihe [...] metir, at heimild ikki er fyri tí. Spyr um eftirlitsskylduna Liljan Weihe spyr tí løgmann tveir ítøkiligar spurningar: Metir løgmaður tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður alment boðar frá, at hann er
dent á, at náttúrukunnleikin hjá børnum eigur at styrkjast. Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin kom í gildi í 2024, og at meira verður gjørt fyri at skráseta føroysku náttúruna. Men tað er bara [...] eisini, at menniskju eru farin at síggja náttúruna sum nakað mekaniskt, meðan fólk fyrr høvdu størri virðing fyri henni. – Vit eiga at geva náttúruni meira ans, tí tá vit geva henni ans, so er tað, tí [...] Tað er ikki nóg mikið bara at verja føroysku náttúruna við lógum. Vit mugu eisini tryggja, at fólk kenna og skilja hana betur. Tað heldur lívfrøðingurin Magnus Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir
spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin. Um norðhavssildina verður sagt, at hon stóð norðarlaga í kanningarøkinum, og vísitslið fyri norðhavssild er 28 prosent [...] verður sagt, at vísitalið í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt. - Makrelurin stóð fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum. Haraftrat var nógvur ungur makrelur at síggja í Norðsjónum [...] 4-5 ára gomul sild 52 prosent av stovninum. Svartkjaftur var at síggja mest sum allastaðni í kanningarøkinum, og vísitalið fyri svartkjaft er eisini hækkað 14 prosent sammett við í fjør. - Serliga var nógv
royndir at finna veikleikar. – Við vitlíki og automatisering er tað vorðið lættari at royna álop í stórum tali. Tað merkir ikki, at heimasíðurnar eru ótryggar. Tað merkir heldur, at hóttanarmyndin er broytt [...] band Føroya. Ein stór heimasíða er ikki bara ein spurningur um, hvussu hon sær út. Hon skal vera skjót, trygg, løtt at umsita og kunna bera nógv innihald. Ofta skal hon eisini hava integratiónir við aðrar [...] síða ikki er tøk ella hevur feilir. Í seinastuni hava vit vikuliga verið noydd at taka okkum av trygdarviðurskiftum ella royndum at leypa á síður, sigur Signar. Fyri kundan er endamálið, at heimasíðan