arbeiðinum at menna og orða politikkin hjá flokkinum. Í 2001 var hann eitt nú saman við Sigrid Dalsgaard og Hans Paula Strøm við til at gera eitt størri politiskt álit um brúkarapolitikk. Hans var eisini fleiri [...] var eitt skifti bygdarráðsformaður. Hann var eisini formaður í Føroya Kommunufelag. Men politikkur var fyri Hans meira enn størv og álitispostar. Hann trúði upp á tað solidariska samfelagið. At vit hava [...] fúsur at taka eitt tak. Men fyrst og fremst var Hans maður, pápi, abbi og langabbi. 16. august í ár høvdu hann og Jórun verið gift í 57 ár. Tað var bara góðar tvær vikur, áðrenn Hans fór. Vit minnast Hans
fríggjadagin. – Vit vilja heita á Fifa-forsetan um at leggja frá sær nú, segði hon. Gianni Infantino hevur fingið harða atfinning, eftir at hann fyri stuttum legði fram ætlanir um at stovna eitt handilsligt
tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri. Slagverkið og trummuspælið hjá Rógva og James helt so sanniliga støðið, sum vit kenna teir fyri, tí tað hevur altíð verið eyðkent fyri Mezzoforte og sum vit eisini [...] sanniliga hava evnini at tulka so nakað so stórt, ið Mezzoforte veruliga er. Tað var tískil ein forloysing, tá hesi løgdu frá landi og diskaðu upp við einum lagi fyri og øðrum eftir, sum vit minnast. Sjálvur [...] guitarin. Tað var sera frískligt at hoyra væl skipaða blásararnar, tí hetta gav samlaðu ljóðmyndini eitt frískt íkast og fekk eisini samlaðu ljóðmyndina væl fylta – stórt rós til Mariu, Johan og Ernst! Tøkniliga
atlimaskapi og hava tí ikki sama atgongd til skipanina sum londini, ið eru partur av henni. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjørg Brynhildardóttir Egholm á, at Føroyar tvær ferðir hava boðað ES frá [...] ni, og hvørji átøk enn mangla, um Føroyar skulu gerast partur av skipanini í 2028. Hon vil eisini hava at vita, um nóg mikið av fíggjarligari og starvsfólkaligari orku er sett av til fyrireikingarnar, [...] frá, at vit vilja gerast partur av Erasmus+. Hon heldur, at atlimaskapur hevur stóran týdning, um Føroyar skulu mennast sum lestrarland. – Tað verður bæði lættari hjá føroyskum lesandi og starvsfólki at
ítróttafeløg kring landið hava prógvað hetta ferð eftir ferð. Men, hóast tað er sunt at íðka ítrótt, so kemur tað stundum fyri, at tað stendur ov nógv á – og fólk fáa skaða í eitt nú beinini. Tá hevur HKcare [...] koma skjótari fyri seg. – Sum fysioterapeutur hevur tað stóran týdning fyri meg, at vit í Føroyum eru frísk og hava tað gott. Kroppurin er sum ein maskina, ið krevur regluligt viðlíkahald. Eg síggi ein [...] hendan útgerðin er ein praktisk hjálp til skjótari endurvenjing, tá fólk hava overvað seg. Hetta er ein liður í sama arbeiði, sum vit longu gera, og fyri okkum í HKcare er tað serliga áhugavert at síggja
lond, ið hava kjarnorkuvápn, harav kjarnorkuveldini USA, Russland, Kina, Stórabretland og Frankaríki, sum øll eru limir í trygdarráðnum hjá ST og hava sýtingarrætt har. Hini 4 londini, ið hava kjarnorkuvápn [...] kjarnorkuvápnum. Í dag hava 95 lond undirskrivað sáttmálan, harav 75, ið hava sett hann í gildi. Tað er hugvekjandi men eisini ófrættakent, at einki av teimum 9 londunum, ið hava kjarnorkuvápn, og ei heldur [...] landsstýri um at varðveita Føroyar sum eitt kjarnorkuvápnafrítt øki við avmarkaðum hernaðarligum virksemi. Henda áheitan er í trá við nakrar søguligar løgtingssamtyktir eitt nú tann frá 1984, sum ásetti, at
Danskir granskarar hava í 60 dagar fylgt undirvísing og fríkorterum í einum 2., 4. og 7. flokki og tosað við næmingar, lærarar, námsfrøðingar og heilsufrøðing. Úrslitini hava sambært Videnskab.dk gjørt [...] borðið ella gingu inn og út. – Vit sóu, at móð børn ikki neyðturviliga gerast still. Møði kann eisini vísa seg sum órógv og rastloysi, sigur Camilla Brændstrup Laursen. »Tey hava ikki orku til at tiga« Tvær [...] gerast órógvaður, júst tí næmingarnir eru móðir. – Tey hava ikki orku nokk til at tiga, sigur onnur teirra. Sambært granskarunum kann møðin síggjast sum eitt ávaringartekin og sum ein kropslig reaktión upp á
álopini á skip í sundinum halda fram. Sameindu Emirríkini løgdu leygardagin Iran undir at hava framt enn eitt álop á eitt oljuskip. /ritzau/ [...] – Vit halda tað á einum lágum støði, sigur Donald Trump í samrøðu við amerikanska miðilin Axios. Útsøgnin kemur eftir, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, í dag avsannaði, at USA og Iran eru [...] samráðingum. Sambært honum skifta londini bert boð umvegis semingsfólk. Donald Trump lýsir støðuna sum eitt talv og sigur seg kortini vænta, at málið fer at loysa seg. Iran hevur sett fleiri krøv Í gjár legði
varðveitir tú tað, sum føroyingar hava kent í fleiri enn 138 ár, samstundis sum tú skalt menna nýggjar vørur og finna nýggjar marknaðir? Í høvuðssøguni í Sosialinum hesaferð fylgja vit Føroya Bjór frá fyrstu ø [...] Klaksvík í 1888, hevur Føroya Bjór verið partur av føroyskum gerandisdegi. Veðrurin á fløskunum er vorðin eitt av kendastu føroysku búmerkjunum, men aftan fyri hann er ein søga um familju, dirvi og eina fyritøku [...] ættarlið og ein gamlan dreym um føroyskt whisky, sum í fleiri áratíggju ikki kundi gerast veruleiki. Vit hitta Anniku Waag og hoyra, hvussu gomul siðvenja og nýhugsan kunnu ganga hond í hond – og hví framtíðin
hernaðarøki vegna harðskapsálop, ið ísraelar hava framt í økinum. Taybeh er ein av fáu kristnu bygdunum, sum enn eru eftir á Vestara áarbakka. Fleiri vesturlendsk lond hava mælt til revsitiltøk móti ísraelskum [...] herurin, IDF, hevur lýst bygdina Taybeh sum stongt hernaðarøki fyri fólk, ið ikki búgva har. – Fáa vit eina einastu fráboðan um brot á boðini, verða IDF-hermenn sendir á staðið. Teir fara at spjaða mannamúgvur [...] Taybeh. Tað upplýsti palestinska tilbúgvingartænastan. Ein prestur á staðnum hevur lýst støðuna sum eitt støðugt mynstur av hóttanum og ógrundaðum harðskapi, ið máar støðið undan grundleggjandi rættindunum