stigatal sum EB/Streymur, ið er á sjeynda plássi. Skála er á áttanda plássi, og undir niðurflytingarstrikuni eru 07 Vestur við 16 stigum og B68 við 15 stigum. Úrslitið er eisini merkisvert á tann hátt [...] apríl, tá ið Víkingur í fjórða umfari tapti 1-0 í Klaksvík. Eftir 19 umfør er Víkingur á fimta plássi við 32 stigum. Tað er eitt stig fram til HB og B36, tvey stig fram til KÍ og átta stig fram til Víking [...] Longu í øðrum minutti legði Víkingur seg á odda. Aron Benjaminsen sneiddi seg leysan í høgru, áðrenn hann næstan av baklinjuni smekkaði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og datt so inn um málstrikuna
at kunngera, at Poul N. Poulsen er settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliði felagsins. Talan er um ein tvey ára sáttmála. Poul er eitt kent andlit í felagnum. Hann er uppvaksin í Vági og kom sum 20 ára [...] ára gamal til Skálar at spæla fótbólt. Poul spældi 124 dystir fyri felagið. Í dag er hann búsitandi á Skála saman við Olinu og børnunum. Hóast sín unga aldur hevur Poul longu fleiri ár á baki sum venjari [...] okkara felagi í nógv ár hevur hann verið høvuðsvenjari hjá NSÍ kvinnum og hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum hjá monnum. A-venjaraprógvið kom í hús í 2024. Nú fegnast vit um, at hann hevur játtað seg til at
Mýruhjalla hevði vitjan av 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Skála flytur eitt pláss upp. Skála er nú – í hvussu so er inntil í annaðkvøld – á sjeynda plássi við 21 stigum. EB/Streymur, sum hevur 20 stig, fer [...] odda. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Høgni Egilstoft Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini, har hann ikki hevur skorað mál í meiri enn trý ár. Eitt korter eftir, at 07 Vestur hevði lagt seg á odda, svaraði
semi í Føroyum. Hann vil hava greiðu á, hvørjar lógir galda fyri rúmdarvirksemi í Føroyum, og um landsstýrið sær møguleikar í at menna eina føroyska rúmdarvinnu. Millum annað spyr hann, um føroyskt ló [...] lógargrundarlag er til staðar fyri at seta upp og reka jarðbundna infrakervi, sum samskiftir við fylgisveinar í ringrás kring jørðina, og um sama grundarlag er fyri at senda lutir í ringrás. Føroyar væl [...] Kárason Petersen á, at rúmdarvinnan er ein skjótt vaksandi vinna kring heimin. – Føroyar liggja landafrøðiliga soleiðis fyri, at útgangsstøðið fyri rúmdarvinnu í Føroyum er sera gott. Hetta, saman við at Evropa
Kredsret, at maðurin framvegis skal vera sitandi í varðhaldi. Sambært Sermistiaq er í løtuni óvist, hvør skuldsetingin er, og tí veit heimasíðan ikki at siga, um málið framvegis snýr seg um eitt drápsmál [...] sjúkrahús. Maðurin doyði stutt eftir av løstum, hann hevði fingið. Eftir eina grundlógaravhoyring hin 7. juli varð hin 26 ára gamli varðhaldsfongslaður, og nú skal hann so sita í fyribils fýra vikur aftrat. Tað [...] skuldsetingin móti tí varðhaldsfongslaða er broytt. Við atliti til kanningararbeiðið, vil Grønlands Politi ikki upplýsa, um skuldsetingin móti hinum 26 ára gamla er.
Skálavík, og tað er ikki so sjáldan á vetrardegi, tá hann er landnyrðingur ella lágur í ættini. - So tað, sum vit nú arbeiða við, er fyrra byggistig av tveimum, sigur Martin Karl Olsen. Tað er eingin loyna [...] eisini er í stoypiskeiðini, er ein nýggjur bygningur, sum skal byggjast aftrat kafé’ini og soleiðis skamt niðanfyri tað, sum nú verður bygt. Her hava hjúnini á Mølini áður sagt, at ætlanin eitt nú er at hava [...] tey eru so at siga liðug og klár at seta upp, men kortini er langur vegur á mál. Hann ásannar, at tá elementini verða sett upp einaferð í heyst, er framvegis stórarbeiði eftir at gera. - Eins og í fyrru
annan máta ella finna onnur ráð. Eg haldi ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur Atli Gregersen. Hann vísir á, at ALS er ein sosial skipan, sum eigur at lofta teimum, sum koma [...] samrøðuni við Frihedsbrevet nevnir hann serliga fiskavirkisskipanina, sum í fleiri ár hevur verið fyri hørðum atfinningum frá bæði ALS og Búskaparráðnum. – Eg haldi, at hetta er ein avoldað skipan. Ein rest [...] hatta er ein av teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda arbeiðsfólk føst á ali- og fiskavirkjum, sigur Atli Gregersen. Sambært honum manglar arbeiðsmegi í Føroyum, og tí er tað ikki
Skansin í Havn er motivið á nýggja føroyska SEPAC-frímerkinum fyri 2026. Magnus Heinason bygdi fyrsta skansan í Havn í 1580. Hildið verður, at hann varð bygdur á leiðini, har Innari Skansi er í dag. Skansin [...] Skansin, sum vit kenna hann nú, varð bygdur í 1782 sum vernd móti álopum av sjónum. Síðan 1901 hevur hann fyri tað mesta verið eitt prýði fyri býin. Undantakið var undir seinna heimsbardaga, tá bretska he [...] hersetingarvaldið hevði høvuðsstøð á Skansanum. Myndina á frímerkinum hevur Andrija Ilic tikið. Smáarkið er føroyska íkastið til SEPAC-mappuna „Kend støð“. Níggju av teimum 13 limalondunum hava latið frímerki
atgerðini. Sjúkrahúspresturin er ikki samdur við ákæruvaldinum um, at kvinnan ikki var før fyri at seta seg upp ímóti honum. Um sín verja, sigur presturin, at hendingarnar, sum hann er vorðin partur av, eru [...] Ein sjúkrahúsprestur í Noregi er ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt starv sum sjúkrahúsprestur. Í starvi sínum hevur hann gjørt seg inn á eina kvinnu, sum var innløgd. Hetta veit norska kringvarpið, NRK [...] kvinnuna, sum fleiri ferðir var innløgd á sjúkrahúsinum, har presturin starvaðist. - Fyrstu ferð, hann gjørdi seg inn á kvinnuna, var í samrøðurúminum á sjúkrahúsinum, har kvinnan var innløgd eftir at
– tað vil siga longri tíð frá neyðkallinum, til heilsufakliga hjálpin er á staðnum. Trot á útbúnum fólki Størsti trupulleikin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum. Hetta ger skipanina serliga viðkvæma [...] fevnir bæði um praktikk og umleið hálvtannað ára skúlagongd í Danmark. Ein onnur avbjóðing er verandi sáttmáli. Hann byggir sambært Sjúkrahúsverkinum á eitt gamalt prinsipp um, at starvsfólkini, sum hava vakt [...] dekka økið, har teir eru staðsettir, men kunnu sendast aðrastaðni eftir tørvi. Tá eingin sjúkrabilur er tøkur í Vágum, verður økið tí dekkað av sjúkrabilum aðrastaðni frá. Men Sjúkrahúsverkið staðfestir