føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar. Árni Nóa Atlason (myndin) og Ári Olsen fingu báðir fulla spælitíð, tá lið teirra, Vendsyssel [...] lítið korter var leikt av seinna hálvleiki økti tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen til 2-0. Hetta var annar sigurin á rað hjá Vendsyssel FF, ið er nummar seks í deildini við átta stigum. Fyri leikligu [...] 3-0. Solomon Opoku, Jakob Gunnar Sigurðsson og Tobias Arndal syrgdu málunum hjá Hillerød. Talan er um fyrsta sigurin hjá Hillerød í hesum kappingarárinum. Hillerød er nummar 10 í deildini við fýra stigum
hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Fremmandamaðurin er danski hvalaveiðimaðurin Helge (Pilou Asbæk), sum vekir [...] á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helge halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðst til endans - og enn longur. "No Rest For the
Vit føroyingar kenna eisini hetta hugtakið frá teimum, sum virka í náttúruumhvørvinum, eitt nú á sjónum og hetta, at t.d. sjófólk gjøgnum øldir hava uppbygt egna vitan um veiðu og veður, hava fingið royndir [...] tosaði við Kristian Osvald Viderø - prest, rithøvund og bíbliutýðara - um júst hetta evnið. Hann var ógvuliga framskygdur og tilvitaður um, hvat fór at henda við fólki, sum passivt bara móttóku upplýsingar [...] levera hetta skjótt, við einum fínpussaðum svari beinanvegin. Hví íkemur ein konflikt? Passiv nýtsla av vitan: Um tú biður Vitlíki skriva eina uppgávu ella loysa ein trupulleika, so leypir mann um mentalu
Myndugleikarnir upplýsa sambært AFP, at nøkur fólk eru deyð, men enn er ógreitt, hvussu nógv talan er um. Á upptøkum á sosialu miðlunum, sum staðbundni miðilin Cyprus Mail hevur endurgivið, sæst ferjan liggja [...] 159 av fólkunum, sum vóru umborð, skrivar Reuters. Borgarstjórin greiðir tó ikki nærri frá, hvat hetta ítøkiliga merkir. Ferjan var á veg til turkiska havnarbýin Taşucu. Sambært staðbundna miðlinum koppaði
fólkaalskaða kong, segði dómprósturin í innganginum. Longu tíðliga um morgunin vóru nógv fólk komin til kirkjurnar kring landið í vónini um at fáa eitt pláss á kirkjubeinkinum. Norskir miðlar greiddu frá [...] 58 árum síðan. Leygardagurin – dagin eftir at Harald kongur andaðist – var brúdleypsdagur teirra. Hetta nevndi biskupurin undir gudstænastuni. – Fyri 58 árum síðan í gjár søgdu tey bæði ja við hvørt annað
rnar um limaskap í ES. Tað er greitt, eftir at seinasta valdømið í landinum er talt upp, vísa tøl frá íslendska miðlinum RÚV. 47,2 prosent av veljarunum atkvøddu fyri uppskotinum hjá stjórnini um at taka [...] samráðingarnar upp aftur, meðan 52,8 prosent atkvøddu ímóti. Valluttøkan var 82,5 prosent. Sambært RÚV er hetta hægsta valluttøkan síðan altingsvalið í 2009. Tilsamans hava 270.000 fólk valrætt í Íslandi, har knappliga [...] meiriluti fyri uppskotinum. Í hinum fýra valdømunum fekk nei-síðan meiriluta. Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009 – eitt ár eftir fíggjarkreppuna. Landið varð serliga hart rakt av kreppuni, sum
Ísland stendur til at vraka uppskotið um at taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Tað vísa tøl hjá íslendska kringvarpinum RÚV, nú fimm av teimum seks valdømunum eru tald upp. Bert eitt valdømi [...] valdømi er eftir, men sambært RÚV skal ja-síðan vinna hetta valdømið við í minsta lagi 9.599 atkvøðum, um hon skal vinna fólkaatkvøðuna. Tað verður mett at vera ósannlíkt. Hóast bert eitt valdømi er eftir at [...] hon hevur verið høg. Meira enn 188.000 atkvøður vóru taldar upp fyrrapartin. Ísland søkti fyrstu ferð um limaskap í ES í 2009, árið eftir fíggjarkreppuna, sum rakti íslendska búskapin sera meint. Ein ES-
teirra á nýggju føðideildini. Um tú hevur tørv á at tosa við vakthavandi ljósmóður eftir kl. 10 týsdagin 1. septembur, so ringir tú enn sama nummar - 304500 - og biður um vakthavandi ljósmóður. So taka [...] upp í 1924 – tá nevnt Dronning Alexandrines Hospital – og fer nú at húsast í nýggjum umstøðum á H2. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook. Seingjardeildin flytur nú í nýggjar føðistovur [...] taka vit ímóti tykkum á H2. Á heimasíðu okkara ber eisini til at kunna seg um bæði viðgongutíð, føðing og barsilstíðina, skrivar Landssjúkrahúsið á sínum vanga á facebook. ##med2##
er á sjeynda plássi við 22 stigum, og tað eru trý stig aftur til FC Hoyvík, sum er undir strikuni. Um eina viku fær TB vitjan av Víkingi, sum er næstovast, og NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, sum er botnlið [...] gestirnir, sum beinanvegin løgdu seg á odda. Málskjútti var 17 ára gamli Markus Klein Danielsen. Hetta var triðja ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild. Stóri maðurin hjá TBí dag Samudeen Musah
hall á 40,4 milliónir krónur í 2025. Í 2024 var hallið 347,8 milliónir krónur, og talan er sostatt um eina betran á 307,4 milliónir krónur. Tað vísir nýggja uppgerðin hjá Fíggjarmálaráðnum yvir kommunalu [...] milliónir krónur í 2025. Veruliga úrslitið gjørdist sostatt 129,5 milliónir krónur betri enn mett. Hetta komst fyrst og fremst av, at kommunurnar fingu 256,7 milliónir krónur meira inn í skatti enn væntað [...] væntað. Hinvegin gjørdust bæði rakstrar- og løguútreiðslurnar hægri enn ætlað. Rentuútreiðslurnar vóru um tríggjar milliónir krónur lægri enn mett. Rokna aftur við stórum halli Hóast úrslitið batnaði munandi