hevur kostað. Oljudálking á vegi kemur fyri av og á, men sambært løgregluni var hendingin í gjár serlig, tí hon hevði so stórar avleiðingar fyri ferðsluna og so nógv fólk. [...] umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar trupulleikar. Hevur ein stórur tangi á einum lastbili likið ella dryppað javnt yvir
vísir á, at nógv fólk flyta til Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi [...] Treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum skulu endurskoðast. Í ólavsøkufrágreiðingini verður boðað frá, at landsstýrið ætlar at herða reglurnar, soleiðis at størri dentur verður lagdur á
útint við minst møguligum ampa fyri fólk, kóp og náttúru. Eisini skal heimild vera at áseta friðingar, kvotur, veiðitíðir og veiðiøki. Uppskotið til kópalóg, sum varð lagt fyri Løgtingið í 2019, verður brúkt [...] toskastovnin og aðrar fiskastovnar, serliga nú toskastovnurin leingi er illa fyri, stendur í svarinum. Heldur rúm vera fyri kópaveiðu Bárður á Steig Nielsen heldur, at kópastovnurin eigur at verða gagnnýttur [...] løgtingsmann, sum hevur sett honum ein grein 52a-fyrispurning um kópastovnin undir Føroyum og møguleikan fyri skipaðari veiðu. Sambært landsstýrismanninum verður láturkópastovnurin mettur at vera um 1.800 kópar
lamløstað lík í einari hópgrøv í einum ólógligum námi har suðuri í landinum. Fólk í økinum hava eisini sagt, at tey hava saknað fleiri fólk í familjuni. - Líkini vórðu jarðað umleið tveir metrar undir lendinum [...] vórðu høgdir av. Myndugleikarnir í Ekvador siga, at fyribils kanningar vísa, at líkini eru jarðað fyri fáum døgum síðan. Sagt verður, at løgreglan fór á fjarskotnu leiðina eftir, at tey høvdu fingið boð [...] londunum í Latínamerika til at vera eitt land við nógvum kriminaliteti. - Landið virkar sum miðstøð fyri kokainsmugling úr Meksiko og Kolumbia til eitt nú Evropa, verður lagt aftrat. Ekvador er heimsins
sjóntrupulleikum fólk við etingarólagi fólk við demensi fólk við Parkinson fólk við MS fólk við krabbameini fólk við sjáldsomum sjúkum fólk við kroniskum pínu fólk við hjarta- og æðasjúkum fólk við rúsdrek [...] rúsdrekkatrupulleikum fólk við rúsevnistrupulleikum fólk við sálarligum trupulleikum fólk við fíggjarligum trupulleikum/fátækradømi einsamøll fólk einsamøll eldri fólk fólk, sum stama fólk við sterkari menst [...] ? ? ? ? fólk við spælitrupulleikum/ludomani fólk við psoriasis fólk við diabetis fólk við hoyritarnartroti , sum tørva cochlear-implant ella venjing fólk við hoyritarni av ymsum orðsøkum fólk við sjón
Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk, og um vikuskiftið taka teir aftur Vágsbø, har Summar Festivalurin verður hildin. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt [...] Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól [...] tónleik til rættis og framføra hann. – Tær dramatisku søgurnar í kvæðunum rigga væl saman við rocki, og fyri okkum hevur tað nógv at siga, at vit syngja á føroyskum máli, sigur Pól Arni Holm. Hamradun er eitt
treytirnar fyri at broyta ferðina broyttar. Í dag kostar tað 500 krónur umframt møguligan prísmun at broyta ein Lágprís-ferðaseðil. Frá 1. november verður broytingargjaldið 650 krónur bæði fyri Lætt og Hent [...] Atlantic Airways fer frá 1. november at hava trý ferðaseðlasløg: Lætt, Hent og Vítt. Størsta broytingin fyri tey, sum vanliga keypa bíligasta ferðaseðilin, er, at eitt kuffert á 23 kilo ikki longur verður við [...] Atlantic Airways sigur, at endamálið við broytingini er at geva ferðandi fleiri valmøguleikar, og at fólk, sum bara ferðast við handviðføri, kunnu ferðast bíligari. Skal ein, sum hevur keypt Lætt-ferðaseðil
noyðast at seta fólk í starv gjøgnum almennar arbeiðsmiðlanir. Nú kunnu fyritøkurnar sjálvar seta fólk í starv og siga teimum úr starvi uttan uppílegging frá statinum. Eisini verða reglurnar fyri bankakontur [...] fingið góðkenning frá stjórnini fyri at stovna konto í útlendskum banka. Nú verður nóg mikið at boða myndugleikunum frá. Ferðavinnan verður eisini latin meira upp fyri privatum virksemi. Privatar fyritøkur
tu altjóða forumunum fyri samstarv millum Norðurlond og baltisku londini. Øll tey átta norðurlendsku parlamentini og Norðurlandaráðið eru limir, og har hittast tey við umboð fyri millum annað Estland, [...] russiska skuggaflotan í Eystursjónum og vandan fyri kritiskum undirsjóvarkervi. Hann legði samstundis dent á, at londini í økinum hava eitt felags ábyrgd fyri bæði trygdini og umhvørvinum í Eystursjónum. [...] Umboð fyri Norðurlandaráðið vóru frá 31. august til 1. september á árligu parlamentariska Eystursjóvarráðstevnuni, BSPC, í Lübeck í Týsklandi. Millum luttakararnar í norðurlendsku sendinevndini var føroyska
nakkanum. Hetta var galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Heilsustarvsfólk, lærarar, námsfrøðingar og fólk í kropsliga krevjandi størvum høvdu sum heild meira pínu enn fólk í leiðslu- og skrivstovustørvum [...] arbeiðstakarum. Kanningin varð gjørd í verkætlanini Arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum løntakarum á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir leiðslu av Anniku Helgadóttir Davidsen og Pál Weihe. Hetta skrivar [...] av ergonomiskum arbeiðsviðurskiftum og pínu millum arbeiðstakarar í Føroyum skapar eitt grundarlag fyri bæði framtíðar gransking innan økið og vísir á ein tørv á miðvísum fyribyrgjandi arbeiði, betri e