framføra ein leik um Breivik. Leiðarin á Café Teatret, Christian Lollike, letur í summar ein sjónleikara átak sær leiklutin sum Anders Behring Breivik, og framføra hansara manifest. -Tað er eitt sera vánaligt [...] Blach Fjalestad, sum var myrd av Anders Behring Breivik á Utøya í fjør. Grundgevingin hjá Café Teatret er, at man einans við at leita inn í heilan hjá Breivik kann fyribyrgja, at slíkt hendir aftur. Leikurin [...] Meðan Breivik er varðhaldsfongslaður í Norra, og harvið í stóran mun hevur verið goymdur fyri miðlunum, verður hann í Danmark settur beint á leikpallin, tá ið danska Café Teatret í summar fer at framføra
Borgarting lagmansrett hevur avvíst kæruna hjá terror skuldsetta Anders Behring Breivik um nýggjar serfrøðingar. Vegna Breivik kærdu verjarnir avgerðina hjá Oslo tingrett um, at ein nýggj rættarsálarfrøðilig [...] málið, áðrenn skuldsetingin var framd. Kæran er avvíst, váttar ein av verjunum hjá Anders Behring Breivik, Odd Ivar Grøn fyri VG Nett. Verjarnir hava ikki enn havt høvi at lisið dómin, sum kann kærast víðari
Tá Anders Behring Breivik kom inn í rættarsalin í Oslo í dag, lyfti hann hendurnar, sum vóru í hondjørnum og helt teimum uppi, til løgreglumenninir fingu hann at seta seg. Aftan á váttaði verji hansara [...] hansara, Geir Lippestad, at hendan sermerkta heilsanin var ein høgrasinnaður boðskapur. Breivik var í rættinum í dag, tí varðhaldsfongslingin skuldi leingjast, og hetta var fyrstu ferð, at fjølmiðlarnir fingu [...] og sjónvarp fingu samstundis boð um at gevast við at senda úr hølinum. Aftaná las Anders Behring Breivik úr einum pappíri, sum hann hevði við sær inn í rættin. Hann segði millum annað, at álopið á stjó
Rætturin í Oslo gjørdi í dag av, at hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik skal tvingsilsinnleggjast í Ilja-fongslinum í fýra vikur, og at tveir sálarlæknar skulu halda eygað við honum hesa tíðina. Teir [...] Teir báðir sálarlæknarnir, Agnar Aspass og Terje Tørrisen, bóðu rættin flyta Breivik til Diktamark Sykehus, men tað vildi rætturin ikki. Sambært norska kringvarpinum hava leiðslurnar í fongslinum og á s [...] rætturin sigur, at Ilja er tað tryggasta fongslið til eina tílíka kanning. Sjálvur hevur Anders Behring Breivik sagt, at hann vil ikki arbeiða saman við teimum báðum sálarlæknunum, tí hann heldur ikki, at teir
Jens Breivik, sum er pápi hópdrápsmannin Anders Behring Breivik, hevur sýtt fyri at lata norsku løgregluna avhoyra seg í sambandi við rættarmálið ímóti soninum. Hann hevur harafturat boðað frá, at hann [...] hevur sagt, at hann vil ikki hava familjuna á vitjan, sigur Jens Breivik við NTB. Norska løgreglan hevur havt samband við Jens Breivik, sum býr í Fraklandi, men hann vildi ikki siga nakað um sonin og málið
Behring Breivik sigst vera til reiðar at samstarva við sálarfrøðingarnar, sum skulu kanna hann í fongslinum. Kanningin byrjar ætlandi seinni í vikuni og er mett at taka einar fýra vikur. Breivik hevur kravt [...] fongsulssálarfrøðingurin Pål Hartvig við blaðið Aftenposten. Sjálvt rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik byrjar í Oslo tann 16. apríl.
manifestið bleiv prentað út úr telduni. Verjin hjá Breivik, Geir Lippestad, sigur við Aftenposten, at hann dugir ikki rættiliga at siga, hví Breivik vildi hava manifestið á pappír. [...] Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik legði ymsar treytir við, áðrenn hann vildi lata løgregluna avhoyra seg teir fyrstu dagarnar eftir illgerðirnar í Oslo og á Utøya. Eitt nú kravdi hann, at hansara
skotið, og verji hansara, Geir Lippestad, sigur, at Breivik sleppur at síggja myndir, sum løgreglan tók tann á oynni tann dagin. Undir avhoyringum hevur Breivik sagt, at hann gloymt sumt av tí, sum hendi gjørdi [...] Hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik vil sleppa at síggja myndir, sum vórðu tiknar á Utøya, tá hann myrdi 69 fólk har tann 22. juli í fjør. Millum annað vil hann sleppa at síggja myndir av fleiri av [...] gjørdi á Utøya. Tveir sálarlæknar eru í ferð við at kanna sálarstøðuna hjá Anders Behring Breivik. Hetta er onnur kanningin.
aturin, Tor-Aksel Busch, skrivaði í dag tey seinastu orðini í ákæruritinum ímóti Anders Behring Breivik, og tað varð síðani latið ákæruvaldinum. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB. Sambært tíðindastovuni [...] einstøkum rættarmáli í Noregi síðani seinna heimsbardaga. Tann 22. juli í fjør sprongdi Anders Behing Breivik eina bumbu uttan fyri stjórnarhúsini í Oslo. Átta fólk doyðu. Aftaná fór hann til oynna Utøya, har
Norska ákæruvaldið hevur fyrrapartin kunngjørt ákæruritið ímóti hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik. Tað vóru ríkisadvokatarnir Inga Bejer Engh og Svein Holden, sum kunngjørdu ákæruritið, sum byggir [...] langa ákæruritið lýsir yvirgangin og drápini í Oslo og á Utøya tann 22. juli í fjør. Í Oslo sprongdi Breivik eina bumbu uttan fyri stjórnarhúsini, sum kostaði átta mannalív. Haðani fór hann í løgreglubúna út [...] skjeyt 69 fólk, sum vóru á ungdómsráðstevnu hjá Arbeiðaraflokkinum. Rættarmálið ímóti tí 33 ára gamla Breivik er tað størsta í Noregi síðani seinna heimsbardaga.