súkklubreytini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum. Siga ikki sanna søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava ført fram á fundum, at andstøðan [...] veruliga breyt at venja og súkkla í. Vit halda, at tað eigur at bera til at finna eina felagsloyn á Bøllureyni. Eg haldi eisini, at møguleikin at brúka grótbrotið á Glyvursnesi eigur at vera kannaður nærri [...] staðsetingini á Vesturvarða, og býráðsmeirilutin eigur at taka tað til eftirtektar. Tað kunnu tey gera, tá málið verður lagt fyri býráðið aftur. Vit stuðla einari nýggjari súkklubreyt á øðrum stað, og
í eygsjón. – Støðan á fóðurmarknaðinum er óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður hava sæð, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Hann vísir tó á, at felagið hevur bygt [...] fast við væntaðu ársframleiðsluni á umleið 97.000 tonsum í Føroyum og 20.000 tonsum í Skotlandi. – Nú útboðsvøksturin væntast at minka, eru útlit fyri størri javnvág á marknaðinum, sigur Regin Jacobsen [...] 6 milliónir stór smolt á sjógv, og fyrstu rognini vórðu løgd inn í nýggju smoltstøðina í Skálavík í juni. Nýtt fóðurvirki Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða
hvussu samfelagið arbeiðir víðari eftir, at ein avgerð er tikin. – Standa vit eftir sum eitt fólk í einum landi, ella missa vit fótafestið og lata gamla ósemjudjevulin fáa valdið? spurdi Kristrún Frostadóttir [...] fólkaatkvøðan um framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar [...] politiska endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg ella alt fólkið eru kloyvd av vreiði og øsing, hóast summir leiðarar og viðmerkjarar royna at fáa tað at síggja soleiðis
um tunnilsætlanina. Nú fáa vit høvi at byggja víðari á hesa framgongdina, sigur Alistair Carmichael. Hann leggur dent á, at átakið framvegis skal verða rikið av fólkunum, sum búgva á oyggjunum og hava [...] slíkar verkætlanir á ein fíggjarliga burðardyggan hátt, og um tað kann endurtakast aðrastaðni, sigur hann við skotska blaðið The National . Fundirnir um tunnilsætlanina verða hildnir á Unst, Fetlar, Yell [...] ætlanina at gera undirsjóvartunlar í Hetlandi. Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel Vision , varð sett á stovn fyri nøkrum árum síðan. Endamálið er at fáa undirtøku fyri tunlum, sum kunnu avloysa eina alsamt
men eisini eitt nú vørubilar og onnur skrásett akfør. Toyota greitt á odda í ár Hyggja vit at fyrstu átta mánaðunum í 2026, er Toyota eisini greitt á odda. Frá 1. januar til 31. august eru 212 nýggj Toyota-akfør [...] tvífalt so nógv sum Nissan, sum við 15 akførum var næstmest selda merkið í mánaðinum. Volkswagen kom á triðja pláss við 12 nýggjum akførum, Brenderup hevði 10 og Mercedes-Benz og MG høvdu níggju í part.
uppskotið. Hon vísir á, at mvg-frítøkan nú er farin úr gildi, og at bensin og diesel eru dýrari enn tá, skipanin varð sett í verk. Tá kostaði ein litur av bensini 13,33 krónur. Nú kostar hann 14,56 krónur [...] og vísir ein prísvøkstur á 2,4 prosent seinasta árið. Ein nýggj uppgerð kemur í september. Meirilutin heldur, at landsstýrið skal fylgja gongdini og meta um, nær hjálparátøk eru neyðug. Men tað ber ikki [...] ferðastuðulin og orkuískoytið enn at gera bensin og diesel bíligari. Men nú landsstýrið longu hevur brúkt 20 milliónir krónur upp á mvg-frítøkuna, tekur hon ikki undir við at hækka ferðastuðulin eisini.
eftir henni: Eitt tilboð frá einum plastikkirurgi um at gera nakað við ein blett á nøsini. – Tað síðsta, eg hoyrdi, tá vit fóru úr Kyiv í gjár, var loftávaringin. Kríggið heldur fram í Evropa. Eitt av fyrstu [...] hetta. Come on, skrivar Mette Frederiksen á Instagram. Hon sigur, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at fólk gera viðmerkingar um útsjónd hennara. – Eg havi ikki tal á, hvussu nógv boð eg havi fingið gjøgnum [...] Soleiðis sum hann nú einaferð er, tá tú ert kvinna og nærkast teimum 50. Men tilboðið frá plastikkirurginum fekk kortini sinnið eitt sindur í kók hjá forsætisráðfrúnni. Hon sigur, at fólk eru vælkomin at skriva
umleið 22.000 fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar. Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum. Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur [...] í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum. Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum – fýra ferðir [...] at troyta. Størri skipabólkar hava í fleiri førum fingið fiskirættindi í íslendskum sjógvi, á Flemish Cap og á øðrum leiðum, samstundis sum teir hava varðveitt síni rættindi undir Føroyum. Ein prosentvís
goymd á føroyskum øki. Løgtingið lýsti eisini við hesari samtykt, Føroyar at vera kjarnorkuvápnafrítt øki. Síðani fyrstu kjarnorkuroyndarspreingingina 16. juli 1945 eru fleri enn 2000 framdar. Tað eru í dag [...] Frankaríki, sum øll eru limir í trygdarráðnum hjá ST og hava sýtingarrætt har. Hini 4 londini, ið hava kjarnorkuvápn, eru India, Pakistan, Norðurkorea og Ísrael. Umleið 30 av heimsins londum eru umfataði av [...] friðarrørslan er vorðin limur í og luttók á fundi hjá á Hardangerakademinum í Jondal í Norra mánaðarskiftið juli/august í ár. Við vón um, at løgting og landsstýri fylgja upp á hesa áheitan frá friðarrørsluni. Tórshavn
Havstovan fór undir eitt átak at leggja streymmátarar út á Íslandsryggin fyri at leita eftir djúpum ráki av køldum yvirflotssjógvi tvørtur um Ryggin, hava vit nú beinleiðis mátingar av, hvar tann djúpi yvirflo [...] Ísland ella Føroyar, sum áður hildið, men miðskeiðis á Rygginum. Mátingarnar vísa tvær høvðusgreinar – eina vestari á í íslendskum sjógvi og eina eystari á í føroyskum sjógvi – har kaldur, tungur sjógvur ferðast [...] møguliga kundi fara tvørturum mitt á Rygginum. Atlantssjógvur ger eitt legg innaftur á Íslandsryggin Tær samlaðu mátingarnar eftir øllum Rygginum vísa, hví tað serliga er mitt á Rygginum, at tað djúpa yvirflotið