ferðast. Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi [...] dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum [...] Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Góð ráð og venjingar eru at finna á www.rff.fo . Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan
okkara búskap. Hvat gjørdu tey? Tey lótu sjálvi hesa Pandoru-eskju upp, segði Putin. Útsøgnin sipar til griksku søgnina um Pandoru, har tað at lata eskjuna upp hevði ófyrisæddar og álvarsligar avleiðingar [...] russiskt undirstøðukervi og logistikkur verða álopin. – Vilja tit órógva okkara logistikk? So varir tað ikki leingi, áðrenn okkara aftursvar kemur. Eg havi sagt tað mangan áður. Tað kemur altíð eitt svar, segði [...] gsundirstøðukervi við Svartahavið. Putin vísti samstundis aftur, at russisku álopini fara at elva til matvørutrot í heiminum. – Vit hava avbjóðingar við at fáa okkara egnu vørur út á marknaðin, men tær
hava ført til, at í Russlandi vantar brennievni víða um landið, vita útlendskir miðlar at siga. Meira um hetta kann lesast á leinkjuni her niðanfyri: https://www.tv2.no/nyheter/putin-kan-sla-til-mot-et- [...] netálop - ella eina avmarkaða innrás í eitt Nato-land. Áður hevur USA mett, at russiski forsetin fer ikki at gera seg inn á eitt Nato-land, so leingi, sum Russland er í kríggi í Ukraina. Men, henda meting [...] ukrainsku álopini langt inni í Russlandi ein hevnd fyri, at Russland heldur fram við sinum álopum og ikki vil enda kríggið. Útlendskir miðlar vita at siga, at Ukraina í seinastuni hevur lopið á eini 200 skip
undir sethúsunum hjá Sólrun og Poul Michelsen í Gundadali. Fyritøkan hevði fýra starvsfólk og helt til á 60 fermetrum. Í dag hevur P/F Poul Michelsen umleið 150 starvsfólk, og virksemið fevnir um innflutning [...] er vaksin upp í umleið 335 milliónir krónur. Men síðan 7. juli hevur familjan hjá Poul Michelsen ikki longur átt nakran part í fyritøkuni. Í Sosialinum greiðir Poul Michelsen frá, hvussu hann bygdi fyritøkuna
Jútlandi. Sambært Kára Jacobsen vísir málið, hvussu sosialir miðlar og netbólkar kunnu verða brúktir til at ávirka og radikalisera ung. – Ung eru serliga viðkvom fyri ávirkan, og tí er umráðandi at hava ans [...] Hann vísir á, at føroysk ung brúka somu talgildu pallar sum ung í øðrum londum, og tí eru Føroyar ikki avbyrgdar frá hesum slag av ávirkan. Kortini leggur kanningarleiðarin dent á, at hóttanin um yvirgang
di neyvrakettum í krígnum í Iran. Hetta hevur sambært Reuters elvt til stúran um, hvussu væl amerikanski herurin er fyrireikaður til møguligar framtíðar ósemjur. Donald Trump forseti hevur tó víst aftur [...] økta framleiðslu av týdningarmiklari hernaðarútgerð. – Menningartíðir, sum vara í fleiri ár, kunnu ikki góðtakast, skrivar Feinberg. Boðini koma, eftir at Reuters týsdagin skrivaði, at USA hevur brúkt stóran
súkklað úr Klaksvík, til Viðareiði, til Árnafjarðar, til byrgingina til Haraldsund, og so á mál við Effostøðina í Klaksvík. Ongin kvinna var við í dag, men tveir unglingar vóru til dystin fúsir. Jónatan [...] fram til sunnudagin komandi, tá "finalan" verður súkklað í Havn. Kappast bleiv í Vágunum ídag. Teinurin, ið bleiv súkklaður var millum FK í Miðvági og Flogvøllin. Flatari teinur, og betur teinur til Einkultstart [...] Einkultstart, finnist næstan ikki í Føroyum. Súkklarar skuldu í dag koyra hendan tein tvær ferð, íalt 20 kilometrar. Undan kappingini var Pauli Poulsen favorittur. Tað bleiv til ein tryggan sigur, og vann
vóru Bergtór Thorsteinsson, Jákup Petur Eliassen, Hilmar Hansen og Bogi Gregersen, men teir megnaðu ikki at koyra fremstu súkklararnar inn aftur. Eftir 40 minuttir og tvey seinastu umførini skuldi føroy [...] stríddust um føroyameistaraheitið. Rigmor Kølleskov legði seg tíðliga á odda og helt støðuni allan vegin til mál. Hon vann ein tryggan sigur. Har aftanfyri var størri spenningur um silvurheiðursmerkið. Mai-Britt
tekur støðu til, um manningin skal vísast úr Íslandi. Samstundis heldur løgreglurannsóknin fram. Sambært varapolitistjóranum hava manningarlimirnir verið hampiliga samstarvssinnaðir, men ikki serliga hjálpsamir [...] seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð um dagin. Løgreglan fer tó at kæra dómin til Landsrættin. Sambært Ásgeiri Þór Ásgeirssyni er lítil rættarsiðvenja á hesum øki, og tí ynskir løgreglan
upplýst, at framleiðslan steðgaði í mai, tá ein undirvatnspumpa fór fyri skeyti. Sambært felagnum er tað ikki búskaparliga forsvarligt at umvæla skipanina, tí Ninian-pallurin, sum Orlando er knýtt at, verður [...] virðið av Orlando-ognum niður móti null í komandi roknskapi. Felagið sigur, at oljuøkið er komið til endan á síni búskaparligu livitíð nógv fyrr enn roknað varð við, tá virðið av ognunum varð mett. Atlantic [...] Atlantic Petroleum arbeiðir nú við at rokna út endaligu roknskaparligu avleiðingarnar, men væntar ikki, at nakar týðandi fíggjarligur ágóði fer at koma frá Orlando framyvir. Myndatekstur: Atlantic Petroleum