– Nevndin hevur fingið boð frá mær um at finna út av at tillaga seg til nýggja veruleikan, at brøv og pakkar eru á veg út, hvussu loftar man tí, soleiðis at tað ikki verður belastningur hjá skatt [...] tørv á at fara aftur til kjarnutænastuna, sum er teirra høvuðsuppgáva. Har er eitt samskifti millum meg og nevndina um, hvussu tað skal fara fram. Hann sigur, at tey næstu tíðina fara at leggja [...] partafeløgini. Sjálvandi vælvitandi um, at tey eru øgiliga ymisk í mun til uppgávur og hvussu kompleks tey eru, men at tú hevur nakrar meginreglur um, at landið rekur virksemi, sum er samfe
við, at mann skal fara so langt burtur frá veruleikanum, segði Christian Andreasen. Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, vísti á, at tað er upp á tíðina at dagføra gomlu lógina. Eisini heldur hann, at uppskotið [...] løgregluni víðkarar heimmildir til at nýta vald, tá tað er neyðugt. Tað kann gerast við eitt nú at brúka skotvápn, stav, hundar og piparspray. Eisini skal møguleiki vera fyri at fáa hjálp frá danska herinum [...] grundleggjandi ímóti uppskotinum. – Hetta verður á fyrsta sinni, at Føroya løgting fer at geva heimmildir til ein útlendskan myndugleika at gera húsarannsaknir, kropskanna og brúka alskyns ambor til tess
tiltaki, sum “Leiðaradagurin”, er at hann manglar í Føroyum. – Fyri at menna føroyskt vinnulív og leiðslu sum heild, er neyðugt at hoyra, hvussu onnur gera og hvussu tey gera í øðrum londum, og tað er [...] ikki for nógv at siga, at tíðirnar eru nógv verri í dag enn fyri 12 mánaðum síðani, men tá tað snýr seg um leiðslu, verður mann noyddur at taka øll tíðarskeið við, sigur Christian Nagata. – At leiða eina [...] sjálvsagt munur á, hvussu arbeiðið verður skipað í teimum ymsu tíðarskeiðunum. Í góðum tíðum snýr ta seg um at ekspandera, meðan tað snýr seg um at konsolidera í ringum tíðum, heldur Christian Nagata
var fyri tað fyrsta, at mann valdi at loyva fólki frítt at koma inn í landið, og fyri tað næsta at mann bara testaði eina ferð í staðin fyri tvær ferðir. Vit vistu frá byrjan, at mann væl kann verða testaður [...] neyðugu stigini fyri at fyribyrgja koronasmittuni. Tað heldur læknin Marnar Fríðheim Kristiansen. Hann ávaraði eins og Pál Weihe fyrr í summar um, at vandi er fyri, at koronasmittan fer at breiða seg í Føroyum [...] Fríðheim Kristiansen. At vit ikki hava verið nóg røsk at vaskað hendur og hildið frástøðu er ikki orsøkin, heldur hann. – Politikarar og onnur royna at koyra skuldina á tey, sum tordu at fara á Ólavssøku.
kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt, og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast. – Endamálið við at brenna bál má tó ongantíð verða at sleppa sær av við stórar [...] landið sum vant at brenna bál. Í hesum sambandi hevur Umhvørvisstovan gjørt eina vegleiðing um, hvussu farast skal fram, og hvat man skal hugsa um: Áðrenn bálið verður kynt, er umráðandi at fáa loyvi frá [...] frá kommununi til at brenna størri bál, so sum nýggjársbál. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál. Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað
Føroyum. – Eg fari at fortelja um mítt lív. Um hvussu ein ungur maður frá einum provinsbýi kann enda sum hardcore-rockari og verða ákærdur fyri drápsroynd – tó funnin ósekur. Hvussu kann man enda so langt [...] børnum og leingi djúpt innvolveraður í bandaumhvørvið? – Tað er skiljandi nokk, at fólk hugsa soleiðis. Eg eri vanur við at fólk spyrja kritiskt inn til mín. Men tá tað er sagt, so haldi eg ein fyrilestur [...] hann hevur fyriskipað hendan fyrilesturin sigur hann: – Vit hava biðið Brian koma heim at halda ein fyrilestur fyri at ávara ung fólk ímóti stoffum, kriminaliteti og bandavirksemi. Gongdin í Føroyum er tíverri
aftra seg við at fara og svimja ella sóla sær, tí tær stúra fyri, at tær hava for stóran búk, lør ella armar. Hetta er for galið, meinar kropsaktivisturin Elisa Vang, sum áhaldandi roynir at gera upp við [...] eisini kallað fat-shaming . – Eg finni meg ikki í, at so nógvar kvinnur ikki skulu tora at sóla sær, bara tí tær hava yvirarmar og stóran búk. Onkur noyðist at traðka fram, sigur 35 ára gamla tvørakvinnan Elisa [...] yoga-klæðum. Tað týdningarmesta fyri Elisu Vang er, at øll skulu kunna kenna seg væl í sínum kroppi, uttan mun til, hvussu hann sær út. – Eg havi so nógv annað at bjóða upp á enn mín kropp. Mín kroppur er ikki
tað seg um at finna ein máta at vera saman uppá, sum er til at halda út, uttan at brúka peikifingurin, sigur Martin Kúrberg, sum ikki er í iva um, at hvat hansara kall í lívinum er. – Eg komi at arbeiða við [...] ein stór æra at fáa hesa viðurkenning. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg royni at gera heimin eitt sindur betri hvønn dag við at bjarga og hjálpa nøkrum menniskjum. Men eg arbeiði ikki fyri at fáa ein heiður [...] hann avgjørdur frá. – Trupulleikin er, at tá mann ikki tosar um, hvussu mann hevur tað, so verður tað at rúsa seg loysnin og liviráðini. Til endans tímdi eg ikki at liva longur. Eg vildi sleppa heim, tí
ferðafólkum. – Fyri at fáa tey vaksnu inn hugsa vit at bjóða ymsar rundvísingartúrar. Í vár fara vit at kanna nærri, um tað ber til at gera hetta ókeypis, tá ið atgongugjald er goldið, soleiðis at tað ikki verður [...] góðum standi. Tað verður byrjað við at umvæla takið, og vit vóna, at tað verður liðugt í summar 2020. At vælvildin er so stór ger, at hetta er eitt deiligt stað at arbeiða, sigur Karina Lykke Grand. [...] øll skulu vita, at tað er í Listasavninum, at mann kann uppliva Føroyar gjøgnum myndir, sigur Karina Lykke Grand. Nýtt og gamalt Nýggi leisturin hjá Listasavni Føroya merkir millum annað, at góðu gomlu verkini
kvinnudagurin fyri teg? Fyri at vera erlig havi eg ikki hugsað so nógv um kvinnudagin. Hvat eyðkennir føroysku kvinnuna/hvussu lýsir tú hana? Tað sum eyðkennir føroysku kvinnuna er, at hon er fantastiska fjøltáttað [...] dugi eg væl at síggja, at í summun førum verða vit ikki javnsettar við hitt kynið, men tá talan er um kynskvotur og serrættindi til kvinnur, hoppi eg av, tí í mínari verð eigur tað bara at vera fair báðar [...] tað mest ótrúliga, er bæði eyðmjúk og gróthørð samstundis. Tað sigst, at allar kvinnur eru superhetjur, men eg haldi so avgjørt at tann føroyska kvinnan er nakað heilt serligt. Er altjóða kvinnudagur