løgregluna. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør tað er, ið skal hava sligið. Og gjáramorgunin var ein bilførari [...] fara upp um 3.500 kg, so krevst koyrikortið, ið nevnist BE. Tá er vanliga koyrikortið ikki nóg mikið. Bilførarin fær í øllum førum bót fyri tað, sigur vaktleiðarin. Í Klaksvík fingu tveir bilførarar bót og [...] og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum, har ferðslan er einsrættað. Annaras hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskiftið, sigur vaktleiðarin.
sersambondum er avmarkað, og heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið er í fleiri ítróttagreinum ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig. Ein onnur avbjóðing er fráfallið millum [...] Men skulu úrslitini halda fram, krevst ein sterkari skipan rundan um úrvalsítróttin. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut [...] stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum, og Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2025. Greiningin er gjørd av Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðara hjá IDAN, og Klaus Nielsen, professara
Tá bústaðurin er ein skylda hjá sóknarprestinum er tað eyðsýnt, at prestagarðurin líkur tey krøv, ið annars er galdandi á bústaðarmarknaðinum. Bústaðarskyldan er ankrað í løgtingslógini um embæti og størv [...] ligið í dvala, meðan bíðað varð eftir eini politiskari semju um at yvirtaka tað kirkjuliga málsøkið. Um tað mundið, tá málsøkið varð yvirtikið, vóru prestagarðarnir niðurslitnir og tørvaðu stórar ábøtur. Fleiri [...] atliti at bústaði og arbeiðsviðurskiftum. Prestagarðarnir hava søguligt virði Tá ið talan er um prestagarðar, nemur tað aldargamlan mentanararv á fleiri økjum, bæði innan siðsøgu, byggisøgu og kirkjusøgu.
eldraøkið. Okkara meting er tó ikki, at áhugin at arbeiða innan eldraøkið er minkaður. Tað eru bara ikki nóg nógv arbeiðsfólk. Harumframt er røktartyngdin alsamt vaksandi. Hetta átak er ætlað at lætta um hjá [...] Tað eru fleiri orsøkir til hetta átak. Ein orsøk er, at demografisku avbjóðingarnar við, at tað lutfalsliga fækkast við fólkum í arbeiðsførum aldri í mun til vaksandi talið av eldri borgarum, ger tað alsamt [...] fyri onnur, kenna seg til nyttu og gerast partur av einum felagsskapi. Hetta er tó ikki bert ætlað eldri borgarum. Hetta er ætlað øllum borgarum, sum hava áhuga í at lata eitt sindur av síni tíð. Hetta
Kina sigur í dag, at nýggj revsitiltøk og fíggjarligt trýst móti Iran er eingin loysn á stríðnum í Miðeystri. Tað er eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið, Lin Jian, sum eigur orðini. Í gjár skrivaði [...] trupulleikarnar við politiskum og diplomatiskum samrøðum, sigur talsfólkið í kinesiska uttanríkisráðnum. Tað er heimasíðan - www.tv2.no - sum endurgevur talsfólkið, Lin Jian. [...] hann fer at seta í verk "tey mest oyðileggjandi búskaparligu átøkini" nakrantíð móti Iran. Ógreiða er tó um, júst hvørji tiltøk forsetin hugsar um. - Vit heita á partarnar um at taka ábyrgd og loysa t
og Triatlon er eitt landsfelag við 78 limum. Hetta eru seinastu atkomuligu limatølini frá 2024, sambært hesum hevur felagið í Havn 25 limir. Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin [...] Sprotin kallar tað Sýnisrættargangur Nú er hetta ikki eitt rættarmál, og her er eingin sekur ella ósekur, men nýtt føroyskt orð kundi kanska verið sýnishoyring – Soleiðis kendist tað í øllum førum hjá [...] ung reiðkvinna, Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, hevur skrivað: “Tað er lætt at taka støðu til nakað, man ikki kennir. Men tað torførasta er at steðga á og lurta. Summi ting kunnu ikki forklárast við orðum
kappingarførið hjá felagnum á einum marknaði, har kappingin er hørð. – Tað týdningarmesta er nú, at vit eru komin ásamt, og at tað fráboðaða verkfallið er av ongum. Gjøgnum alla tilgongdina hevur fremsta raðfesting [...] okkara verið at minka um óvissuna hjá kundunum og tryggja, at tey kunnu ferðast sum ætlað. Samstundis er tað avgerandi, at SAS heldur fram við arbeiðinum at styrkja kappingarførið og tryggja eina burðardygga
m Riga. KÍ er gestur hjá Riga, og hjá báðum pørtum er setningurin at vinna og harvið at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tá ið liðini fyri einari viku síðani hittust í Klaksvík endaði tað við málleysum [...] málleysum javnleiki. KÍ er í kendu uppstillingini í Europa – 5-4-1. René Shaki Joensen er nýggjur í miðverjuni, meðan Dani Pavlovic, sum er smáskaddur, og Odmar Færø, sum ikki hevur verið í dysti síðani mitt [...] at tað fór at eydnast at vinna KÍ í europeiskt bólkaspæl. Í 2023 var KÍ fyri fyrstu og higartil einastu ferð við í europeiskum bólkaspæli. Umstøðurnar eru góðar at spæla fótbólt í Riga í kvøld. Tað er
Tað skrivar Kringvarpið. Í staðin eigur kommunan at kanna, um hon sjálv skal keypa økið fyri marknaðarprís, so grønu og rekreativu virðini í økinum kunnu varðveitast. Tað er høvuðsniðurstøðan í hoyrin [...] greiða betur frá, hví útbyggingin er neyðug, og hvørjar avleiðingar hon fær fyri nærumhvørvið. Deildin vísir eisini á, at økið longu er undir stórum útbyggingartrýsti. Tað liggur millum skógarfriðað øki og [...] fýra afturat. Til samans hevur kommunan sostatt fingið níggju hoyringarskriv. Ætlanin er at broyta byggisamtyktina, so tað verður møguligt at byggja 84 íbúðir í upp til trimum hæddum í nýggja býlinginum Ternutúni
Vágunum, og 2. plássið hjá Bergtór er somuleiðis nokk so trygt, nú bert ein etapa er eftir. Tað eru hálvur fjórði minuttur millum 2. og 3. plássið. Onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, verður tikið til, men [...] etapu. Vinnur hann tann dystin, so er ikki óhugsandi, at samlaða støðan kann broytast. Súkkling er ikki bara at traðka og venja, tað er eisini taktikkur. Meðan Bergtór er úr súkklufelagnum í Klaksvík, Norðstrok [...] plássið, og var tað Bergtór sum kom á mál bert 1 sekund frammanfyri Kostas. Ongin Kaspar og ongin Jaspar, men ein Jónatan Gekk tað gott hjá unga strandinginum á Sandoynni, so gekk tað enn betur í dag.