Malfryd Solborg Andreasen, Oyndarfirði, ættað av Eiði, andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi hósdagin, 87 ára gomul.
Fimleikararnir eru Leivur Jóanesarson, Poul Joensen (Poul í Mykinesi), Eiler Mikkelsen, Jens Guttesen, Ingolf Dam Jacobsen, Terkelsen (lærari), Esbern Simonsen, Ebbe Müller, Regin Dahl og Leivur Chris
Placidus var sonur henda rómverja og gekk Bænadikti til handa. Kom sjálvur upp í munkaskipanina og eftir boðum Bænadikts bygdi hann eitt kleystur á Sikiloy. Kleystrið varð rænt og lagt í oyði av sjóræ
Í Indonesia leita hermenn og bjargingarlið framvegis eftir fólki, sum hvurvu í tí ógvusliga jarðskjálvtanum í síðstu viku. Í gjár søgdu ST-talsmenn í økinum, at talið á deyðum var komið upp í umleið 1
- Vit sleppa ikki undan at seta sparingar í verk fyri at avmarka hallið á fíggjarætlanini. Tað staðfestir Otto West, borgarstjóri í Hvalba. Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyra um kommunur, sum h
- Vit halda ikki, at hetta er rætta tíðin til at sera fiskiflotanum krøv um eykaútreiðslur. Tað eru Páll Hansen og Eyðstein Djurhuus, samdir um. Teir báðir eru formenn í ávikavist Maskinmeistarafelagn
Hvassur vindur ella skrið av landnyrðingi og regn. Seinnapartn nakað minni vindur av útnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig, Veðrið mikudagin og hósdagin: Lot til andøv