til fólkatingsvalið, sigur, at umstríddi Høgni Hoydal, sum hann rópar formannin í Tjóðveldi, forðar Grønlandi fyri breiðari samstarvi í Fólkatinginum, og heitir á IA um at taka seg úr Norðuratlantsbólkinum [...] heldur tað vera sera óheppið og ódámligt, at hansara persónur og flokkur verður dálkaður og drigin upp í grønlendska valstríðið. - Hatta er eitt skipið vápn fyri at vinna atkvøður, serliga tá Lars-Emil Johansen [...] í uppskoti til fólkatingsvalið. Sannleikin er, at Norðuratlantsbólkurin hevur fingið meira av skafti, síðani hann fór úr. Fyrimunirnir við bólkinum eru, at vit eru ein sterkari rødd og kunnu samstarva við
pensiónskassa og fara undir ongum umstøðum at góðtaka at verða flutt, siga fleiri fakfeløg í felags yvirlýsing í dag. -Vit eru vorðin kunnaði um at ætlanin er at flyta pensiónsskipanina, sum vit hava verið [...] vit eru sera væl nøgd við. Í Føroyum finst ongin skipan á sama støði og tískil halda vit at tað er púra burturvið at vit verða tvungin í eina skipan, sum á ongan hátt gevur okkum somu rættindi, siga fakfeløgini [...] við PKA, sum vit sjálvsagt hildu fór at vera galdandi til vit fóru frá við eftirløn, og sostatt eisini hava tilrættalagtokkara ellisár útfrá, vísir feløgini á. -At nýggir limir fara í eina nýggja skipan
royna at røkja mítt starv sum lærari í Hoydølum, og eg dugi ikki at siga tær, um starvið sum løgtingsgrannskoðari fylgir sessinum ella manninum, sigur Óli Breckmann. Tá Anfinn Kallsberg gjørdi av at leggja [...] farloyvi úr Tinginum. - Eg havi altíð hildið sum so, at varalimirnir skulu sleppa at royna seg á Tingi, og eg havi jú mítt borgarliga starv í Hoydølum at taka mær av, sigur Óli Breckmann. Hann er sum nevnt [...] valdur til løgtingsgrannskoðara fyri Fólkaflokkin. - Eg dugi ikki at siga, um tað starvið fylgir manninum ella sessinum. Men tað verður væl so, at komi eg á Ting aftur, verður tað starvið mítt, sigur Óli Breckmann
Carroll. Evening Chornicle hevur sitera Andy Carroll fyri at siga: - Dagligi leiðarin gjørdi greitt, at eg skuldi lata teimum eina umbøn um at sleppa vekk. Teir kroystu meg upp í eitt horn og eg hevði [...] hava meg og teir gjørdu greitt, at teir vildu hava pengarnar, sigur Andy Carroll. Tí søguni er venjarin hjá Newcastle, Alan Pardew, ikki samdur í. Hann vil vera við, at Andy Carroll, sum oktobur skrivaði [...] skrivaði undir nýggja fimm ára sáttmála, royndi at útnytta støðuna. - Andy Carroll kom til okkum og segði, at um hann ikki fekk ein nýggjan sáttmála, so vildi hann seljast. Vit hava ikki kroyst hann upp í nakað
Landsstýriskvinnan metir, at tíðin er búgvin at herða bótastøddirnar fyri oljudálking. Hin nógv eftirspurda bunkringskunngerðin kom í gildi í summar, skipaferðslan kring Føroyar sær út til at standa við og økjast [...] Endamálið við lógaruppskotinum er at røkka málið hjá sitandi samgongu um at herða revsingina fyri oljudálking. Oljudálking á sjónum hevur negativ árin á vistfrøðiligu ringrásina og er ein støðug hóttan [...] í Føroya rætti. Vanliga hugsanin tykist tó vera, at bótastøddirnar eru ov lágar og ikki muna nóg væl sum fyribyrging. Hetta verður vónandi broytt nú. At hækka bótastøddirnar fyri lógarbrot, óansæð um l
Somuleiðis hava myrku sosialistisku kreftirnar í Føroyum, eftir øllum at døma, samtykt ein internetskatt - tó at eingin tílíkur skattur í veruleikanum er til í Føroyum. Kringvarpsgjaldið, sum HUXA sipar [...] orsakað av Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin hevur leingi verið fyri, at kringvarpsgjaldið skal leggjast um til ein veruligan skatt, so at tað verður samhaldsfast og soleiðis ikki rakar t.d. lesandi.? Tað [...] sum avlagar alt føroyska vinnulívið, við at geva fiskivinnuni serstakliga óhepnar fyrimunir, so er tað Fólkaflokkurin, sum forðar fyri hesum. Vilt tú steðga við at geva reiðarum ókeypis fiskiloyvi, ið teir
førir fyri at klára nógvu umrøðuna í fjølmiðlunum, sum fylgir við luttøkuni. Leiðarin fyri undirhaldsdeildina hjá Danmark Radio sigur, at eingin hevur fingið forboð fyri at luttaka í X Factor, men at DR nú [...] luttøkuni í kappingini. Í fjør vóru nógvar atfinningar ímóti DR fyri at útstilla fólk í X-Factor, og tað er hesin kritikkur, sum hevur fingið DR at broyta mannagongdina í kappingini. - Hesaferð hava vit havt tvær [...] vit brúkt til at finna út av, hvørji fólkini, sum koma til upptøkuroyndina, veruliga eru, sigur Jan Lagermand Lundme. Eisini tá ið fólk rúka úr kappingini, er ein sálarfrøðingur til reiðar at hjálpa fólki
ístaðin fyri at gera nakað við málið, ger løgmaður av at verja sín egna floksfelaga. Tí er hann dumpaður í síni fremstu uppgávu sum løgmaður. Høgni Hoydal staðfestir, at hann fer ikki at sleppa málinum [...] Løgmaður er dumpaður. Tað staðfestir Høgni Hoydal nú tað er greitt, at tað ongar avleiðingar fer fyri Johan Dahl landsstýrismann, at hann gav Jógvan Thomsen ávaring fyri avgerðir, sum vórðu tiknar á stovninum [...] Portalinum, er løgmaður ivingarsamur í um hann er samdur við ávaringini. Men hinvegin heldur hann ikki, at Johan Dahl er farin út um sínar heimildir og tí ger hann onki við málið. - Hetta er ein veruliga gøla
tyrluskiparanum at lenda við snútanum beint á saltsekkunum soleiðis, at eingin fekk skaða. Heldur ikki Sikorsky-tyrlan fekk so mikið sum eina skeinu. Havarínevndin kemur til ta niðurstøðu eftir at hava kannað [...] við óvanligu lendingini, at orsøkin var ein eftirlitsfeilur. Hetta hevur síðani ført til, at operatørurin hevur sett niður eftirlitsintervallið frá 500 til 250 flogtímar. Av tí at tyluframleiðarin hevur [...] skrivar dr.dk í dag. Men hóast flogtúrurin var rutina, var lendingin óvanlig. Tá tyrluskiparin varnaðist, at nasahjólið ikki fór niður, varð sett ein óvanlig ætlan í verk. Ein palla við saltsekkum varð sett út
sær eisini at gera síni sjónarmið galdandi nú. -Eg ætli mær aftur út á gøturnar í Kairo, tí eg havi einki í at velja. Eg fari hagar saman við teirri stóru mannfjøldini, og so er bara at vóna, at einki óhapp [...] stórfingna móttøku, tá hann kom til Egyptalands eftir at hava røkt leiðarastarvið í altjóða kjarnorkustovninum IAEA í tólv ár. Nú vónar andstøðan, at tann 68 ára gamli løgfrøðingurin verður næsti forseti [...] óhapp hendir, sigur Mohamed ElBaradei við amerikonsku heimasíðuna The Daily Beast. Hann leggur afturat, at nógvir egyptar vilja ikki góðtaka stjórnina hjá Hosni Mubarak, forseta longur. Mohamed ElBaradei er