veruleiki, hóast tað leingi sá svart út. Um eitt gott ár er verkætlanin liðug, og fyri okkum hevur tað stóran týðning, at henda roynd eydnast væl, bæði fakliga og fíggjarliga. Fakliga gongur, sum tað skal, vit [...] hava eisini fingið áheitanir um at skipa fyri skeiðum og ymiskum øðrum fyri at útbúgva fólk, upplýsa um sjúkuna, at greiða fólki frá sjúkueyðkennum, og hvussu tú skalt vera um tey sjúku. Tórshavnar Býráð [...] nógv eru minst 30. Hetta, at skipað verður fyri skeiðum í Føroyum, er eitt gott og bíligari høvi hjá starvsfólki innan eldraøkið at dagføra sína vitan, og vóna vit sjálvandi, at undirtøkan verður góð. Væntandi
hann flenti bert, og bað okkum vera ansnar, tí annars fór Gerda at havast at okkum. Tað lá raðið fyri. Kassabilarnir vórðu tunaðir á verkstaðnum hjá Steintór, hjólini vóru í javnvág, og bremsurnar riggaðu [...] landi. Farleiðin á bygd kann vera vandakend fyri piltar. Hesum hevði Steintór ans fyri. Hann greiddi okkum frá flóð og fjøru, og at vera ansin fyri mórusandi, soleiðis at vit ikki gjørdust ófrættakendir [...] velja, at gleðast um nógvu og ríku løturnar, okkum untist at vera saman við teimum. Samstundis kunnu vit gera søguna – saman við teimum – til okkara. Vaks tú upp á Sandi, var tú tilvitaður um, at ”hinumegin
soleiðis at teir fingu eitt grundarlag at standa á, tá tað snúði seg um básinnrætting. Jónhild fekk fyrispurningin, um hon vildi halda skeið sjálv, og valdi at taka av. Jónhild heldur ikki, at tað er so løgið [...] londum, eitt nú í USA, og eisini har halda tey seg hava nógv at læra, tá tað ræður um básinnrætting. Í blaðnum the Crafts Report, sigur ein, sum er vanur at vera við á framsýningum, at tað undrar hann ferð eftir [...] Eitt borð er gjørt at eta við, og ikki at sýna fram á. Tað merkir, at verður tað brúkt til framsýning, so standa vørurnar ov lágt, sigur Bruce Baker Samanumtikið eru Bruce Baker og Jónhild Johannesen rættiliga
gerða fyri at verja seg móti eldsbruna. Hóast tað so hendur tað alt ov ofta at hús brenna niður og onkur má seta lív til. Ymisk lond hava ymiskar lógir á hesum umráðinum. Í Norðurlondum er tað bara Føroyar [...] játtar, at tey arbeiða við hesum, og at ein lógarbroyting á hesum øki kann koma um ikki so langa tíð. - Brunaumsjónin hevur aftur vent sær til okkum við einum uppskoti um at tað skal gerast krav at hava [...] eisini gjørt? - Ja, tað kann eg gott hugsa mær. Tað liggur í okkara áhuga at minka um brunaskaðarnir - sjálvandi bæði sæð úr tí menniskjaliga og búskaparliga sjónarmiðinum, sigur Mortan Poulsen hjá Tryggingarfelag
blaðnum, hava sæð, at eg helt uppskotið vera óambitiøst, og at partar av tí áttu at verið broyttir. Men eisini, at hetta er ein framgongd innan føroyskan politikk á økinum, serliga um tað er fyrsta stigið [...] Eg skilji, at tey flestu uppfata hetta, sum at eg skal hava kallað nýggja lógaruppskotið hjá Anniku Olsen um veðurlagspolitikk heita luft. Tað havi eg mær vitandi ikki. Tey, sum lósu sjálva greinina inni [...] hugsi, at ein tílík yvirskrivt kann selja nøkur fleiri eintøk av Dimmu; men hon ger neyvan nógv annað gott. Næstu ferð, tit á Dimmu vilja hava eina tílíka yvirskrivt á forsíðuna, mæli eg til, at tit seta
leggur afturat. - Tað hevur verið stórur áhugi fyri at keypa blaðið, og tað síggja vit sum tekin um, at talan er um eitt gott tíðindablað við stórum framtíðingarmøguleikum, sigur hann. Eyðfinn Reyðberg, sum [...] sp/f Dimmalætting, sigur, at við hesum keypinum hevur felagið fingi eina áhugaverdan møguleika at vera við í framhaldandi menningini av Dimmalætting. Partarnir eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin. [...] g, og sp/f Reyðberg hevur keypt øll partabrøvini í felagnum. - Við søluni eru vit komin á mál við teimum ætlanum, vit løgdu, tá vit keyptu P/f Dimmalætting, sigur Líggjas í Bø, stjóri í Løkjum, og leggur
enn 35 ár á palli og Robert fer um tey seksti: Niels Petur Nolsøe (NePtuN): Tað eru óivað mong sum siga, at álmanakkin lýgur, tá tey hoyra, at Robert er seksti ára gamal. Maðurin sær gott út, ungur av lyndi [...] Suðuroynni og megnaði ? hóast fjart frá miðstaðarøkinum og tess møguleikum ? at halda sær í fremstu røð. Vit minnast t.d. frá hesi tíðini løg sum Harmoniku Sørin og onnur við Robert, Jákup Ólavi og onkra [...] trúfastur, uppmerksamur, álítandi, hollur og ikki minst stuttligur at vera saman við. Hann hevur bæði beinini á jørðini og hansara avbera góðu listarligu evni og víðagitni hava ikki gingið honum til høvdið
luni í august, og gevst alt fyri eitt. - Í mínum føri er tað torført at finna motivatión til at vera her, og eg haldi ikki, at eg havi skyldu til at vera loyalur, tí hetta var ikki tað, sum eg var settur [...] fólk róð framundir, at starvsfólkini á Strandferðsluni fara at rýma, áðrenn fyrireikingarnar til flytingina eru lidnar. Somu fólk hava hildið uppá, at hetta fer at syndra stovnin, og at fáa álvarsligar a [...] hørm um at 9 góð ár skuldu enda soleiðis, og hon heldur handfaringina av málinum vera út um alt mark. Spurd, um tað kom óvart á hana, at stovnurin flytur suður, sigur hon: - Eg hevði forsvorið, at teir fóru
gevur til kennar, at hann fer at geva tað burtur fyri minni, enn tað er vert. Í døminum við føroyska fiskiríkidøminum verða milliónavirði givin burtur fyri einki, og tað er ein sjálvfylgja, at bíðirøðin við [...] haruhagarnar og fiskastovnarnar er ikki, at onnur rávøran ikki dugir at svimja og hin ikki kann renna. Munurin er heldur ikki, at tað í tí eina førinum eru privatpersónar sum eiga tilfeingið, meðan tað í hinum [...] spekulatiónina At diskriminera meira effektivt við fleiri krøvum til tey, sum verða vald út til at fáa tilfeingi, minkar ikki um spekulatiónina. Tað ger tað bara enn meira lønandi at vera ein av teimum
fyri, at skaði fer at standast av, halda tey bara, at tað er púra sjálvsagt at ringja eftir bjargingarfelagnum. Claus Olsen hevur varhugan av, at summi halda, at bjargingarfólkið fær løn, men tað fáa tey [...] við reimum og bondum, og við plátum, lektum og brekkum at negla fyri vindeygu fyri tekur og klædning, har tað er neyðugt. Hann sigur, at hóast veturin er ikki meiri enn komin í eyga, hevur tað longu verið [...] ringum standi, at skaði kann standast av tí. – Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at hús fella í órøkt. Talan kunnu vera um hús, sum eru arvað, og har arvingarnir rætt og slætt ikki hava ráð at halda tey. Men