vónbrotið, so var Claus Rasmussen skjótur at ásanna, at árið í ár ikki skuldi verða teirra ár. - Vit mugu bara ásanna, at vit ikki raktu dagin. Og tað kundi verið líkt til, at liðið ikki er nóg væl fyri til slíkar [...] tíðina. Og so er tað trupult at umstilla teg til knappliga at spæla móti einum liði, sum vil spæla hondbólt og sum vil vinna. Og tað megnaðu vit ikki. Tað slepst ikki undan, at Claus eisini eigur sín lítla [...] slíkar dystir. So mentalt hava vit nakað at arbeiða við til næsta ár, segði Claus Rasmussen í løtuni eftir dystin. - Men eg eri keddur um, at vit bara skora 21 mál í dag. Tað er for lítið og er snøgt sagt
jólakonsertir og almenna innsavnan til at hjálpa fátøkum, bara fyri at nevna nakað. Seinni í vár fara tey at hava ein serstaka konsert, har løgreglusangkórið í Reykjavík fer at syngja saman við øðrum sangarum [...] høvið at vísa hetta sama fjálga hjartalagið mótvegis íslendsku gestunum, sum fara at prædika og undirvísa um vikuskiftið fyri samkomulimunum og øðrum áhugaðum. Umframt hetta fara tey eisini at greiða [...] sangarum. - Hetta tiltakið er gjørt fyri at hjálpa til at økja um ferðslutryggleikan. Í hesum sambandi fara einir 40 motorsúkklukoyrarar at luttaka. Fyristøðumaðurin, Vørdur er ein teirra!, sigur Tummas. Umframt
Tessvegna sita fólk við ongum, eftir at vera flutt heim til Føroya. Arnhild greiddi frá, at hon hevði ikki eina teskeið, og um 3 vikur skal hon halda konfirmatión, eftir at hava búð í einum kufferti í meira [...] hann eftir øllum at døma er í landinum, sigur Andrea Hansen, sum fegin vil vísa Arnhild Poulsen samkenslu, og sjálv hevði Andrea longi ætlað at gera sum Arnhild gjørdi týsdagin, nevniliga at fara í bløðini [...] bløðini, fyri at vita, um maðurin er til og ger vart við seg. Sum sokkin í jørðina Sosialurin kann bert staðfesta, at snyttu kundarnir hjá Jaspuri Jacobsen hava rætt. Hann er ikki at finna, hóast roynt verður
tað so nátúrligt, at landsins myndugleikar – og hvør einstakur okkara, taka hetta í fullum álvara. Hetta er okkara ábyrgd. Tað er eisini okkara ábyrgd, at børn okkara verða uppald til at vanda sær væl í [...] sett í stóran vanda, tí tey verða noydd at ferðast til gongu gjøgnum sera vandamikla ferðslu. Venda vit aftur til 0-hugsjónina, so er júst eitt av málunum har, at vit gera ferðsluleiðirnar so tryggar, sum [...] meira útsettur, enn okkara smæstu medborgarar? Taka vit málið á Velbastað, so átti tað ikki at tikið so langa tíð at funnið út av, hvussu velbastaðbørn trygt kunnu ganga úr bygdini og niðan í Frítíðarskúlan
kvinnurnar at kalla onga mótstøðu. Og úrslitini í onkrum av hesum dystunum vóru beinleiðis láturlig. Í finaluni móti Bosnia var mótstøðan hinvegin ovurstór, og Føroyar høvdu at kalla ongan møguleika at nærkast [...] Og tað verður so nakað, sum vit koma at tosa við venjararnar um. Ein møguleiki er jú eisini at senda eitt yngri lið avstað. Og sjálvandi er ein møguleiki eisini at trekkja luttøkuna aftur. Tá kappingin [...] pappírinum eru 15 lond, sum hava møguleika at taka lut í kappingini. Men har útveljingin til Italia fór fram eftir ítróttarligum fortreytum, vigaði politiska ynskið um at taka lond sum Ongland og Albania við
so tætt upp at føroyskum, er alneyðugt at duga betur. VALGRESULTATIÐ: Eg meini valúrslitið. Ja, úrslitið gjørdist, at sambandsflokkarnir báðir einans fingu um 40% tilsamans. Man tað fara at gagna móðurmálinum [...] tjóðveldismaður, sum eitur Rógvi, mælti til at býta enskt og danskt um, soleiðis at vit hava meira enskt og minni danskt. Hatta eru vísdómsorð. Danskt er hent og neyðugt at duga; men vit brúka alt ov nógvar tímar [...] persónur, sum noyddist at bíða so leingi í óvissu eftir útlendska dómsvaldinum í Føroyum?!? RUNDKOYRING: Góð mynd hjá Høgna um samgonguna. Men tað ber ikki til at ákæra løgmann fyri at koyra til høgru í r
á, at tær ørligu prísøkingarnar fóru at halda fram í allar ævir. At man kundi halda fram við at byggja fyri tvær milliónir og selja aftur fyri tríggjar, sigur Jacob Brøchner Madsen og vísir til, at í fýra [...] knappliga ger tað munandi truplari hjá fólki at fáa lán. Umframt hetta hava hækkandi renturnar gjørt lánini munandi dýrari. Hetta kann fáa marknaðin til at »yvirreagera«, so prísirnir falla enn meira enn [...] Brøncher Madsen við epn.dk. 30-40% ov dýrt Hann hevur javnan verið at sæð í ymsum dagbløðum – og hvørja ferð við einum pástandi um, at donsku bústaðarprísirnir í fleiri ár hava ligið munandi yvir tí støði
verið í Føroyum seinastu nógvu árini. Hann hevur tann serliga eginleika, at hann hevur lætt við at koma í samband við fólk og dugir at røkja hesi sambond, og hesum hevur stovnurin mangan notið gott av. Hann [...] samfelagsútbyggingin krevur tað. Eisini hevur hetta lyndið mangan havt við sær, at gjørligt hevur verið at finna loysnir, soleiðis at mentanarminni ikki eru farin fyri bakka hóast neyðugu samfelagsútbyggingarnar [...] gjørdist hann leiðari á fornfrøðideildini. Hann hevur tó verið knýttur at savninum væl longri, nevniliga síðan 1970, áðrenn hann fór niður at lesa fólkalívsfrøði og miðaldarfornfrøði, og eisini í ferium í l
rætt fyri at røkka hertil. Og her hava foreldrini verið mær ein góður vegvísari og stuðul, sigur nýggi løgmaður, sum heldur tað vera ikki sørt ein æra at skula sita í hesum stólinum. Hann vónar, at hann kann [...] Karin Johannessen, sum er 78 ára gomul, dylur ikki fyri, at hon ætlar sær eisini at geva soninum góð ráð, tá hann biðjur um tey. Og hon leggur aftrat, at Kaj Leo hevur altíð lurtað eftir sær. Elski illveður [...] -Tað kenst væl at hava ein son, sum er vorðin løgmaður. Er hann glaður, so eri eg eisini glað. Eg haldi hann fer at klára seg væl. Hann er viljasterkur sum nakar. Tá hann setir sær nakað fyri, so gjøgnumførir
liggja, og vit staðfestu, at hesir virkir lógu meira enn henda eina kilometurin frá táverandi aliringum. Ragnar sigur, at sambært kunngerðini skulu nýggj virkir, sum kunnu hugsast at vera bygd til kryvjing [...] ásannar tó, at sambært kunngerðunum kann tað gerast trupult at fáa alda toskin til kryvjingar, virkingar ella goymslu á verandi virkjum, um tey skulu lúka treytirnar fyri virking. - Sum eg dugi at síggja, [...] Havbúnaðarfelag vísir á, at vanlig fiskavirki ikki hava somu reinsiskipan til frárensluvatn sum virkir, ið fáast við alifisk hava. - Vanlig fiskavirki hava reinsiskipanir, sum syrgja fyri, at frárenslið ikki skal