ÍF-SÍ 1-2 Seinasta vikuskiftið spældi SÍ móti Fram í Havn, og tá megnaðu teir at venda einum dysti tá svartast sá út. Og hóast ein ikki skuldi trúð, at tað lat seg gera enn einaferð, so var tað júst tað [...] tað teir gjørdu á Kambsdali móti ÍF um vikuskiftið. Úr Sørvági frætta vit, at SÍ spældi illa tey trý fyrstu settini. Jákup á Stongum sigur, at einki bar til. Móttøkan virkaði illa og av tí sama var einki [...] afturíaftur tá alt sá út til at vera tapt. Við sigrinum á Kambsdali og ósigrinum hjá Fram móti Fleyr, er SÍ einasmalt á øðrum plássi, og tað er nakað sum dámar sørvingum. ? Dreingirnir berjast fyri sakini, og