útbúgving innan fjølmiðlaøkið, og at níggju hava leiðsluroyndir. Nú skal Setanarnevndin hyggja at umsóknunum, og hon fer so at lata Kringvarpsstýrinum eitt tilmæli. Ætlanin er so, at nýggi stjórin verður settur [...] Tá freistin at søkja starvið sum stjóri í Kringvarpi Føroya var úti fyrradagin, høvdu 21 fólk søkt. Talan er um 18 menn og tríggjar kvinnur. Sagt verður, at 11 av umsøkjarunum hava royndir ella útbúgving
hvussu hon fer at eita. Tey flestu vænta, at prinsessan eins og hini børnini í kongshúsinum fær fýra nøvn, og at báðar ommurnar, Margretha og Françoise, verða uppkallaðar. Men onkur heldur, at drotningin verður [...] verður ikki uppkallað, og at tann lítla fer at eita Philippa Marie Louisa Françoise. Prinsessan, sum er fødd tann 21. januar, er annað barnið hjá Joachim og Mariu, men Joachim eigur eisini tveir synir
veg úr Bermuda til Azorurnar í einum stuttleikabáti, noyddust í gjár at fara í tann lítla bjargingarbátin, tí stuttleikabáturin fór at leka. Við einari fylgisveinatelefon fingu teir samband við Søværnets [...] sendi boð eftir hjálp. Amerikanska sjóverjan sendi eitt flogfar at leita, og eitt skip hjá finska flotanum, sum var har á leiðini, fór at sigla ímóti bátinum. Tá menninir høvdu verið fimm tímar í bjarg [...] kom tað finska skipið til teirra og tók teir upp. SOK sigur, at stuttleikabáturin var einar 600 fjórðingar eystan fyri Bermuda, tá hann fór at leka.
Ein arbeiðsbólkur hjá ST sigur í einari frágreiðing, at Norðurkorea hevur brotið handilstiltøkini hjá ST-trygdarráðnum, og at landið hevur smuglað vápn til Sýrialands og Myanmar. Sambært arbeiðsbólkinum [...] undan kavi í gjár. Í frágreiðingini stendur, at tey norðurkoreonsku vápnini verða smuglað ígjøgnum Kina. Stýrið í Beijing hevur fyrr fingið ST-trygdarráðið at dylja frágreiðingar av hesum slagnum, og sambært [...] sambært keldum í New York hevur Kina eisini roynt at forða fyri, at hendan seinasta frágreiðingin skuldi koma fram í ljósið.
dag, at herurin er í ferð við at flyta tunga útgerð ímóti sýriska markinum. Talan er um eini 30 hernaðarakfør, og fleiri teirra eru fermd við rakettútgerð. Reuters sigur frá einum embætismanni, at tað er [...] er rætt, at herurin hevur sent útgerð nærri sýriska markinum, og at fylgið nú er á veg frá býnum Iskenderum ímóti markinum. Samstundis skrivar turkiska tíðindastovan Anatolia, at fleiri hernaðarakfør eru
myndugleikarnir í spanska býnum Geroa hava givið matvøruhandlum boð um at læsa sínar ruskbingjur fyri at forða fyri, at fólk fara í bingjurnar at leita eftir onkrum til matna. Í Geroa eins og aðrastaðni í Spania [...] upp skelti við upplýsingum um, hvar fólk kunnu fáa mat frá hjálparstovnum, og at hetta er betri matur enn tað, sum var at finna í ruskbingjunum. Arbeiðsloysið í Spania liggur um 25 prosent.
ngjørt, vísir, at 49 prosent av teimum spurdu styðja Obama, og at 40 prosent styðja Romney. Í einari aðrari kanning, sum sjónvarpið CBS hevur gjørt, siga 52 prosent, at tey ætla sær at atkvøða fyri Obama [...] Hendan kanningin vísir eisini, at Obama stendur sterkari enn Romney millum teir veljararnar, sum hvørki eru demokratar ella republikanarar. 53 prosent av hesum siga, at tey styðja Obama. 42 prosent styðja
Novosti. Talsmaðurin sigur, at løgreglan fekk fyrst fráboðan um, at fólk høvdu funnið fýra tunnur, sum umleið 50 fostur vóru í, men seinni vísti tað seg, at har vóru fleiri tunnur, og at fostrini vóru 248 í tali [...] er eisini uttan á tunnunum. Teir lokalu myndugleikarnir siga við RIA Novosti, at talan er um "sjúkrahúsburturkast", men at fyritøkan, sum skuldi beina fostrini burtur, hevur ikki røkt sína uppgávu.
veðurstovan ávaraði í gjárkvøldið um, at áirnar við býirnar Jönköping og Kalmar fóru at veksa nógv. Veðurmenninir siga, at tað verður turt í dag, men at áirnar fara neyvan at minka fyrr enn mikudagin. [...] millimetrar summastaðni. Í fleiri áum er vatnið tveir metrar oman fyri tað vanliga, og tað hevur gjørt, at stór øki standa undir vatni, sigur sjónvarpið SVT. Eitt nú standa Mariannelund og Silverdalen, sum
Filipsoyggjunum sigur, at landið hevur bjóðað sær til at hjálpa tí strandaða skipinum. Talsmaðurin sigur, at eitt minst seks onnur kinesisk herskip eru nærhendis skipinum, og at fyribils hevur Kina ikki [...] vorðin spent, eftir at eitt kinesiskt herskip strandaði á einari grynnu nærhendis oynni Palawan, sum hoyrir til Filipsoyggjarnar. Tilburðurin hevur fingið myndugleikarnar í Manila at krevja eina frágreiðing