kongafiski. Men teir vóru bert komnir á fiskileið, tá ið landsstýrið gav skipinum boð um, at kvotan var uppi, og at loyvið tískil varð tikið frá skipinum at veiða kongafisk á leiðini. Reiðarin veit ikki sjálvur [...] var rættiliga tíðliga! Vit avtalu at tosa aftur, tá ið hann er komin heimaftur. Anfinn Olsen, reiðari á Akraberg, heldur ikki, at stríðið snýr seg um, hvørt fiskaði eru meiri enn tey stívliga 7.300 tonsini [...] men øll manningin er heimkomin. Skipið hevur kvotu eftir í Barentshavinum, men vildi helst sloppið á kongafiskaveiði sambært teirri avtalu, vit hava við Grønland. - Skulu vit í Irmingarhavið, er neyðugt
Tað var rættiligt sjaskveður, og tað tarnaði bjargingarbeiðnum eitt sindur. Á MRCC siga tey, at teir fingu eina pumpu umborð á Smaragd, men hon fekst ikki at rigga. Síðani varð roynt at fáa eina pumpu av [...] skjótt, at Smaragd misti bæði maskinorkuna og ljós, men Brimil setti á hann at sleipa og eftir midnátt komu teir inn um Borðoyanes og á slætt og tá gekk frægari, og klokkan 03.20 lá hann við bryggju í Klaksvík [...] eingin vandi á ferð longur. Seks mans vóru við Smaragd, men eingin fekk mein av hendingini, og skiparin metti ongantíð, at talan var sum rættiliga neyðstøðu – og teir fóru heldur ikki av skipinum, sigur MRCC
##med2## Teir lata væl at skipinum, sum er í góðum standi og síggja manningarúmini heilt gott út. Tað var ein stuttur steðgur hjá íslendsku manningini, og har vóru eingi lógvatøk á kaini í Norðhavnini í dag [...] eigarunum, og so hoppaðu íslendingarnir inn í bilin. Eitt leiguflogfar stóð á flogvøllinum og bíðaði eftir manningini, sum fór beina leið á flogvøllin – og síðani til Íslands. ##med5## Vit ynskja bestu eydnu við [...] Við vóru fimm mans, sum fóru beina leið á flogvøllin, og koyrdu sjálvir við bilinum hjá reiðaranum, Kristian Martin Rasmussen. Margret er 2350 rummetrar til støddar, meðan Christian í Grótinum var 2500
undir Íslandi hendan túrin. Á seinasta túri undir Íslandi hevði línuskipið Jákup B eini 100.000 pund, meginparturin av veiðini var brosma og longa. Jákup B er nú undir Føroyum, og á Landingarmiðstøðini í Klaksvík [...] hampiligan fiskiskap í seinastuni. Teir hava ligið um eini 100 pund á línuna, og hjá onkrum hevur veiðan roynst enn betri, verður sagt á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík. [...] Klakvík. Teir hava roynt í eina góða viku, og veiðan liggur um 160.000 pund, meginparturin er upsi. Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík vænta tey línuskipið Kvik í morgin og Klakk hósdagin. Teir eru báðir
í Havn. Bilurin kom til Føroya við DFDS-skipinum S/S Island. Skipið fekk ikki lagt at bryggju, tískil varð bilurin førdur í land á eini jakt og skipaður upp á Kongabrúnni í Havn. Tað var ein stórhending [...] sum hevði motoriserað akfar í Føroyum. Á heysti í 1921 fekk hann eina motorsúkklu til landið, og hon varð nógv umrødd í bløðunum tá. Eingin av teimum, sum var á Kongabrúnni hendan dagin í 1922 dugdi at [...] bløðunum sæst, at bilurin fáar dagar eftir, at hann kom til landið, koyrdi túrar í Havnini og niðan á Sanatoriið í Hoydølum.
lesandi á Setrinum, er settur í starv hjá amerikonsku fyritøkuni Ion GX Technology. Hetta er ein fyritøka við serkunnleika innan upptøku og viðgerð av seismiskum dátum. Hetta skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu [...] upptøkur av seismiskum dátum til sjós. Hesar dátur verða eisini viðgjørdar (processeraðar) umborð á skipinum. Hilmar byrjar í nýggja starvinum 15. februar 2011. Sum skilst er Hilmar bert ein av fleiri, sum [...] heimasíðu síni. Hilmar hevur seinastu árini starvast á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum, har hann hevur granskað í seismikki við atliti til føroyska basaltið. Hendan verkætlanin er komin væl
skaðaloysisbræv upp á 12,9 miljónir krónur, og Norðoya Sparikassi annan veðrætt, sum var eitt eigarapantibræv upp á 12,2 miljónir krónur. Sambært Skipalistanum var tað P/F Kneysur á Glyvrum, sum átti Gorm [...] herfyri keypti á tvingsilssølu fyri 20.000 krónur, helst verður seldur til Ný Sælands. Tað var bankin, sum sjálvur kravdi tvingsilssøluna, eftir at bankin í november í fjør gjørdi úttøku í skipinum. Sum skilst [...] Íslandi í 2003, er 21,95 metrar langur og 6,50 metrar breiður. Trolbáturin hevur áður verið heimahoyrandi á Viðareiði undir navninum Gáshøvdi – og seinni í Sørvági undir navninum Gáshólmur.
mans eru altíð við skipinum, tá skipið er á ferð. Landsdystur Ferðin til Føroya hesaferð kemst tó mest av landsdystinum millum Føroyar og Skotland. Nakrir av teimum ið vóru umborð á Swan, hava mangan verði [...] til fótbóltsdyst millum Skotland og Føroyar ljóðar kanska løgið, men í mánadagin kom seglskipið Swan á Vág og skipið er bygt í ár 1900 Mánamorgunin sást Swan liggja við bryggju í Vági. Swan er seglskip og [...] aftur seinnapartin mánadagin, eftir at fólkið hevði leitað sær ein túr í Vági, runt vatnið og vestur á Eiðið, meðan sólin skein bæði oman og niðan. Serliga hugtikin vóru tey ferðandi av, at fótbóltsvøllurin
fjórðu viku, síðani bógportrið á Teistanum bleiv í ólagi og ikki kann nýtast. Av tí sama mugu bilarnir bakka upp á land, tað er bæði tvørligt og ikki sørt vandamikið. Serliga uppi á bryggjuni, tá allir hesir [...] eftir hæli upp í millum tað rúgvuna av fólki, ið kemur úr skipinum, og tey, ið skulu umborð aftur, tá tómt er blivið. Hetta brekið hevur verið á bógportrinum áður, men hevur ongantíð tikið so langa tíð [...] sama, tí núverandi støða kann ikki halda fram. Tað hoyrist at eitt mansskap skal setast afturat umborð á Teistan, tí hann skal fara at sigla um kvølið eisini. Er tað ikki ov nógv fyrilagt í hesum niðurgangstíðum
tveittur á sjógv av skipinum, Northern Ranger uttanfyri Labrador í Kanada í oktober í fjør. Hetta hálva árið, fløskuposturin hevur verið í sjónum, hevur hann sostatt rikið einar 3.000 kilometrar á havinum [...] fløsku við vælklistraðum proppi á og tá ið hann hugdi nærri, sá hann, at eitthvørt lá í fløskuni. Talan var um ein fløskupost. Og hesin fløskuposturin hevur rikið longri á havinum enn teir flestu. Í brævinum [...] Ranger eitt slag av strandfaraskipi í Labrador ið siglur við fólki og farmi ímillum ymisk pláss har á leiðini.