Føroyum, eru tey ungu í hesi kanningini ikki eins avgjørd. Orsøkirnar til at koyra rúsaður eru ymiskar. Onkur svarar, at tey fingu ikki fart og vildu bara sleppa heim. Onnur, at tey hugsaðu seg ikki um [...] eru nógvar góðar loysnir til at taka eina betri og tryggari avgerð í ferðsluni. Avtala hvør koyrir heim, áðrenn tit fara í býin. Ring eftir einum hýruvogni. Gang. Tak bussin. Og til tann, sum skal koyra heim [...] hóast tey drekka Í vár gjørdu vit eina umfatandi spurnarkanning millum ung í Føroyum um teirra hugburð til rúskoyring. Ábendingar eru um, at hugburðurin er broyttur – í øllum førum í hesum aldursbólkinum. Meðan
Rødgaard er nú rættiliga komin fyri seg, og telvar sum í gomlum døgum. Í dag fekk hann fyrsta sigurin til høldar. Eitt flott posisjónelt kvalitetsoffur gav veteraninum fyrimun og gott spæl. Restin var teknikkur [...] úrslitið øvugt; Albania vann 2½-1½. Fremru borðini taptu - Helgi Dam Ziska og Olaf Berg - aftaru borðini fingu stigini; Carl Eli Samuelsen remis á 3. borði og Jóan Hendrik Andreasen vann á 4. borði. Albania hevur [...] besta úrslitið. Kosovo vunnu teir 3-1, men í dag vóru teir hepnir at vinna á Skotlandi. Skotar stóðu til at fáa fyrsta javnleikin í kappingini. Jonathan Grant sat á fjórða borði við púra upplagdari remisstøðu
Ársins Suðuroyarkabarett hevði í kvøld frumsýning, og júst sum undanfarin ár, so fingu áskoðararnir eitt tyssi av vælspældum leikbrotum, oftast gróðursett í heimligum jørðildi, og kryddað við eyðkendum [...] leikarar eru á palli, tá fólk koma innar og sessast, og summi ivast kanska um tey eru komin ov seint til kabarett. Men kabarettin er ikki byrjað av álvara, men tað ger hon løtu seinni, og so “koyrur tað bara” [...] tíðina “eru á”, tí har er sum so ongastaðni at goyma seg, heldur ikki millum pallskiftini, hóskar væl til kabarettina, ið sanniliga ikki leggur fingrarnar ímillum, og ikki fjalir nakað. Her er ferð á. Her
verður tað koyrandi av Viðareiði og heilt suður til Dals. Úr Sørvági til Skopunar. Av Hellunum til Húsavíkar. Av Selatrað til Skarvanesar. Úr Saksun til Søltuvíkar. Um nakrar vikur verður Sandoyggin ein [...] fundarfólk, góðu fólkafloksfólk. Síðani vit hittust seinast til landsfund, hevur løgtingsval verið. Eg ynski at byrja røðu mína við at nýta høvið til enn einaferð at takka tykkum mongu, ið tóku eitt tak fyri [...] tann framíhjárætt at vera við til at seta kós, men um henda ábyrgd og hesin rættur ikki verða handfarin við nærlagni og virðing, so kunnu vit sum politikarar skjótt vera við til at skapa vónloysi og óvissu
ella ungur verður lokkaður av einum vaksnum til at gera ávís ting, ofta kynsligar gerðir. Fyri TV2 váttar Midt- og Vestsjællands Politi, at tey leygarkvøldið fingu eini skriftlig boð, har onkur varð meldaður [...] Mike Villa Fonseca til at verða tveittur úr flokkinum, sum hann er valdur í Fólkatingið fyri. Hann gjørdi eisini greitt fríggjadagin, at tað er samtykki frá foreldrunum hjá gentuni til parlagið. Tað vátta
frá upprunan til bókina, um samstarvið við Hans Vilhelm Lútzen, ið var stigtakari til bókina, søgugongdina og so endaði hann við at lesa nakrar brellbitar úr bókini. Fólk fingu síðani høvið at síggja bókina
Har helt tarvurin til, har var stóra eltornið, hagar kom kolið oman og haðani gekk vegurin til Hvalbiar. Nógvar rættir vóru har inni og tí nógvur seyður, harufelagið helt eisini til har omanfyri Húsgarð [...] Brandstøðini í Varðagøtu. ##med3## Tey bygdu hús á trøðni ovast í Varðagøtu, sum nú hoyrir til Villingardalsvegin. Tey fingu fýra børn, Karin, Jónatan, Eyðun og Fríðu. Borgarstjórin hevur havt nógv samstarv við [...] hevur klárað seg einamalla til hon bleiv 99, tá hon flutti á Tjarnargarð. Hann nevndi eisini, at Esther hevur verið sera aktiv og er komin nógv í Oasuna, sum í dag legði rúm til føðingardagshaldið. Esther
møta Finnlandi á fýra borðum. Vit møttu teimum á olympiaduni í sveisiska býnum Luzern í 1982. Tá fingu vit bara eitt hálvt stig. Luitjen Apol telvaði tá remis á 1. borði móti Veio Maki. Annars hava vit [...] Heikki Westerinen. Hann hevur telvað í Føroyum, men nú hann táttar í tey 80 árini, er hann dragnaður til nummar 50 í Finnlandi, og sæst tí ikki longur á finska landsliðnum. Hesir telva í dag: Bo. 31 Finland [...] Fylgjast kann við leik fyri leik á hvørjum borði. Heimasíða Talvsambandsins: faroechess.com hevur leinki til kappingina.
kanska detta niður móti 3-4 stigum. Gjáramorgunin gjørdist tað rættiliga hált í støðum, og hetta fingu tveir bilførarar í ávikavist Norðurstreymoy og í Eysturoy at sanna. Vaktleiðarin á løgreglustøðini [...] morgun at siga, at ein bilur fór út av vegnum á leiðini millum Streymnes og brúnna við Streymin. - Vit fingu fráboðanina klokkan 08.34. Hetta var ein bilførari, sum var á veg suðureftir. Bilurin fór út av í [...] ferðsluóhapp við Ljósá í Eysturoy, og her var sama søgan, at tað var so hált sum á kalvabaki. - Vit fingu hesa fráboðan klokkan 10.46. Bilførarin var á veg norðureftir og fór út av í høgru síðu á vegnum.
vanlig lond als ikki ráð til. Í einum vanligum “sjálvberandi” búskapi má almenni geirin fíggjast við skatti og avgjøldum á vanliga borgaran. Har er ongin annar at senda rokningina til. Hetta setur mark fyri [...] nýtslu merkir pr. definitión eina krónu minni til privata nýtslu. Verður almenna nýtslan ov stór, verður skatturin so harður, at ov lítið verður eftir til býli, mat og klæðir hjá privata húsarhaldinum [...] eisini sokallaðar “arbeiðsfríar” inntøkur til. Í okkara føri eru arbeiðsfríu inntøkurnar ríkisstuðul og gjøld á ali- og fiskivinnu. Við slíkum inntøkum ber til at lata almenna geiran vaksa uttan at taka