Vit hittast á skrivstovu hansara á støðini í Havn. Hon er ljós. Eitt skrivaraborð og ein telda. Ein reol, full av dokumentmappum. Eitt fundarborð og nakrir stólar. Á einum knaga á sjálvari hurðini [...] urin vaksin. Hesum kann varapolitiinspektørurin tó ikki taka fult og heilt undir við. Hann vísir aftur á, at harðskapurin kemur í upplopum. – 2004 var eitt ár við meiri harðskapi enn vanligt [...] hetta av aftur, og 2005 var í so máta eitt friðarligt ár, sigur Jón Klein Olsen. Samstundis sum hann ásannar at 2006 ikki hevur verið eins friðarligt og 2005, so ber varapolitiinspektørurin ikki ótta
Grønlands at arbeiða, men so hitti eg ein mann hiðani, og hann beyð mær at vitja seg. Vit giftust og vóru gift í næstan sjey ár, men so fann hann sær eina aðra, fekk sær børn og alt. Tað var sera ringt. [...] og uppvaksin í Brasil. Har tosa tey portugisiskt, so eisini tað royni eg at læra meg – og eg læri hann føroyskt. Kanada hevur annars tvey almenn mál – enskt og franskt. Alt, sum er skrivað her, er á báðum [...] tað bókstaviliga henda, at oyruni hjá tær frysta. Sonurin misti húðina av oyrunum nú ein dagin, tí hann var ikki í húgvu. Tað var sum at fáa eitt brandsár, og tað oyrað frystir lættari aftur, um tað fyrst
liðið við Eli Müller í málinum, eftir at hann var tann seinasti málverjin at sleppa í aktión í Vestmanna fyri viku síðani, men tað var tó ikki tað heilt stóra, sum hann fekk gjørt við skotsterka heimaliðið [...] nýtt rættiliga nógv seinasta lítla tíggjuáraskeiðið. Hóast Ingi Olsen ikki var partur av liðnum, nú hann var í Vági við besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, so tóktist hetta ikki at darva stórvegis. Annars [...] at maðurin ikki hevur vant tað stóra meginpartin av einum ári. Skotstyrkina og bóltførleikan hevur hann kanska framvegis, men ferðin í spælinum er avmarkað. Var tað nakað, sum VÍF hevði tørv á hesa løtuna
Victor Carlsen ongatíð verið bangin fyri. Tað prógvaði hann so eisini seinasta leygardag. Hann hevur altíð dámað at skipa fyri. Tað hevur hann faktiskt altíð gjørt, sum ein tók til uttanfyri kirkjuna [...] møtti fólki seinasta leygardag. Oman gjøgnum Landavegin kemur ein so langur riðil av motorsúkklum, at hann er nærum ógjørligur at telja. Onkur byrjaði kanska at telja, men gavst, tá talið var farið upp um
flutt Rúna Nolsøe eitt sindur út í høgra borð. Nýggjur sentralur miðvallari er Vagnur Mohr Mortensen. Hann er meiri framrættaður, og Kári Nielsen er meiri verjukendur. Teir spældu seg upp, og 1-1 javnleikurin [...] tóktist endin á álopinum vera, tá ið Jónhard Frederiksberg misti bóltin frammi við baklinjuna. Men hann var treiskur, fekk bóltin av aftur mótstøðumanninum, spældi eitt tvey við Hanus Thorleifsson og legði [...] og dómari ikki. Einki spurdist burturúr innlegginum. Men so var tað, at málverjin var í gávuhýri. Hann pjakaði sær við bóltinum, innskifti Hendrik Rubeksen royndi at kroysta aftasta skansan, og tá ið málverjin
ri 1. september fylti Føroya Studentaskúli og HF-Skeið 68 ár. Leingi var hann einasti skúli av sínum slagi í landinum, og hann er framvegis størstur í sínum bólki og eisini bíligastur í rakstri roknað [...] stendur tað enn. Í 97 fylti skúlin 60 ár. Landsstýrismaðurin møtti upp at ynskja til lukku, og so læt hann bumbuna bresta. Útbyggingin í Hoydølum varð av ongum. Byggjast skuldi í staðin ein depil í Marknagili [...] ni var so eitt lítið millumspæl, tá ið vit í útvarpsviðtali hoyrdu rektaran siga frá, at nú hevði hann mist alla vón um bata. Hetta var í sambandi við ætlaða depilin í Marknagili. Í tí skili byrjaði nýtt
verið um borð og segði, at hann hevði fegin viljað sæð okkum á Sjómansheiminum. So sjálvt um tað var seina á kvøldið, tá ið vit vóru lidnir á Ráðhúsinum, ringdu vit til Rúna og hann svaraði: eg eri longu á [...] Mjóvanes, og tá tók okkara vakt við. Siglt bleiv norður ígjøgnum Djúpini, men tá ið vit komu norður um lá hann tráður av útnyrðingi, so vit máttu viðganga, at gott var við einum stýrhúsi. Men vit vistu eisini [...] fólki og vísa teimum skipið. Men tað mátti avlýsast, tí vit høvdu ikki meira enn bundið, tá brann hann á við ódnarveðri, so har gjørdist onki uttan at seta allar endar á land og vera glaður, at man lá
snittaði víðari við høvdinum, og Páll M. Joensen var enn eina ferð á rætta staðnum í røttu løtuni, tá ið hann var púra blankur og við høvdinum smekkaði bóltin upp í handara málkrókin. Heimafagnaðurin var stórur [...] Allan Mørkøre úr høgru hevði havt góða skotroynd, gjørdist Christian Høgni Jacobsen leysur í høgru, hann slapp langt inn í brotsteigin og smekkaði til úr góðari støðu, men bólturin fór við síðuna av málinum [...] vinstru megin Jens Martin Knudsen, sum kanska fekk stundir at fylgja við, tá ið bólturin snúraði millum hann og málstrikuna og fór út til málspark í mótsatta borðinum! Trý tey síðstu korterini snúði tað hjá
koma aftur við honum til ásetta tíð áðrenn kl. 12. Tá skal hann vera í sama standi, sum tá ein fekk hann. Tá bilurin verður latin inn aftur skal hann vera reinur bæði innan og uttan, rottangin skal vera tømdur [...] liggur bert fáar kilometrar frá Bergen, og tí er ein loysn at taka egnan bil við Norrönu. Tit fylla hann við seingjarklæðum og øllum tí, sum tit vænta at fáa brúk fyri og koyra so út um býin. Meðan maðurin
var føroysk. Hann segði, ja, har var ein lítil ein, sum var føroysk, Gunnhild, spurdi eg, ja nemliga, og hon stóð undir liðini á tveimum høgum ungum monnum, tá tey stóðu í nummar ordan. Hann helt hetta síggja [...] verið um kvøldið í staðin. Tey sova í hongjukoyggjum på rad og række, og tá ein vendir sær, so skumpar hann undir hini rundanum, so øll fara á rull. Klatra í mastrarnar Dagin fyri høvdu tey havt venjingar í [...] koyggjusekkin hvønn dag, og hennara hevði verið so gott stappaður, betur enn teir hjá drongjunum, fortaldi hann. Meðan eg gekk niðan aftur til metro-støðina, sá eg at tey aftur vandu at klatra í mastrunum. Eg gleddi