vegføringina, veit hann ikki, hvussu hann skal bera seg at og rennir beint á nýggju oynna á miðjuni á vegnum. Hetta er klokkan 16:44 leygardagin. Maðurin er ikki í hjálmi og smekkar høvdið í, tá hann dettur. [...] upplýst, at ætlanin er at gera vegin tryggari. - Tað ljóðar frá vitninum í bilinum fammanfyri, at maðurin gjørdist sera skakkur av broyttu vegføringini og ikki visti, hvussu hann skuldi bera seg at, sigur [...] ini í Havn. Sum skilst varð vegurin broyttur í seinastu viku, og ikki fyrr enn eftir vanlukkuna vórðu fleiri avmerkingar gjørdar, og keylur settar upp. Hetta er aftaná, at aðrir bilar eru komnir í neyð
Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið í løtuni leitar við lúsakambi eftir øktum avgjaldsmøguleikum. Tað seinasta er so, at tað frá 1. juli ikki longur skal vera loyvt at innføra sigarettir tollfrítt. Fyri tað [...] aligt at samtykkja nakað við so at siga ongum varsli, uttan at hoyra nakran. Fyri tað næsta, so eigur Karsten Hansen at steðga á eina løtu og hugsa um, hvat hansara arbeiði er. Hann er valdur í landsstýrið [...] landsstýrið at umsita fíggjarmál. Hann er ikki lóggevari, hann er útinnari. Hann hevur ikki fingið mandat frá Føroya Løgtingi at ansa eftir heilsuni hjá føroyingum. Tað er heilt einfalt ikki hansara arbeiði
d. ikki hevur havt tíða at vitja heima í Føroyum seinasta árið, so tí er eisini gott at sleppa niður at vitja hana, sigur Jóna. Kom ikki heim aftur Tað er kanska heldur ikki undarligt, at mamman roynir [...] og tí var hetta ikki nýtt fyri tey. Tað hevði eisini alla tíðina ligið í kortunum, at Vígdis skuldi á eftirskúla í Danmark. Vígdis hevði fyrireikað seg væl bæði í ballett og fimleiki, so hetta var nakað [...] Vígdis fann og syrgdi sjálv fyri at slepp inn grundútbúgvingina í dansi á Steps í Keypmannahavn, greiðir Jóna frá. Hon metir, at hetta var løtan, tá hon skilti, at Vígdis fór at velja dansin, sum sín yrkisveg
Heldarskarð) Í fleiri mánaðir hava leysasøgurnar gingið. Og nú er so kunngjørt, at enski rokkbólkurin, Black Sabbath, fer at spæla aftur. Hetta kunngjørdi bólkurin fríggjadagin á tíðindafundi í Los Angeles [...] longu í ferð við at gera sangirnar til ta nýggju fløguna, sum verður tøk í heyst næsta ár. Fløgan hevur tó ikki fingið nakað heiti enn. Tað er nú ella ongantíð. Vit hava tað frálíka væl saman. Hetta er sum [...] konsertferð í 2012. Eisini verður nýggj fløga givin út. Limirnir í bólkinum eru sangarin Ozzy Ousbourne, gitaristur Tony Iommi, bassistur Geezer Butler og trummari Bill Ward. Bólkurin, ið byrjaði í 1969, er
nú, tí at kommunusamgongan ikki hevur hildið lyftið um at raðfesta dagstovnaøkið. Høgni eigur at fylgja betri við. Serliga um hann ætlar sær at gerast kommunalpolitikkari. Ein ivast stórliga í kompetansuni [...] Høgni hevur kanska ikki fylt so væl við. Tað verður hann noyddur til, um hann ætlar at stilla uppaftur til býráðið. Besta normering í landinum Ein sannroynd er, at í dag hevur dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu [...] børnini á stovninum. Uppgávan hjá kommununi er at seta nýggjan dugnaligan leiðara, so at stovnurin koyrir trygt og gott víðari. Men einki er at ivast í, at nógvir dagstovnaleiðarar kenna arbeiðið tungt
brúkast. Enn er ikki greitt hví hetta herverkið varð framt ímóti bussinum, sum stóð parkeraður í Norðragøtu. Heldur ikki ber til at siga, um hetta hevur samband við herverkið sum varð framt á ruskplássinum [...] greitt vísir, at her høvdu ótangar verið uppá spæl og høvdu framt herverk ímóti bussinum. Sum sæst, hava hesi ótangar brotið ein av rútunum av einihvørjari ókendari orsøk, soleiðis at bussurin ikki kundi brúkast
Annars plagar slíkt at standa í skipsblaðnum. Jørgen Niclasen sigur, at tí var tað ikki í hansara tonkum, at hann hevði fingið upphøggingartsuðul og tí hevur tað ongantíð verið uppi í viðgerðini. ? Men so [...] Tað er ikki rætt, sigur Jørgen Niclasen. Hann hevur fingið tilsøgn um loyvi og tað er ikki tað sama sum at fáa loyvi. Sostatt hevur hann ikki fingið loyvi enn, sigur hann. Men hann sigur, at hetta er ein [...] Íslandi um ársskiftið, er komið framm, at tað er kanska ólógligt at geva ghonum fiskiloyvi undir Føroyum. Orsøkin er, at hetta er fýrrverandi toftatrolarin Snoddið, sum í síni tíð fekk upphøggingarstuðul, tá
hesum. Í Danmark hevur læknin hesa skylduna. Hetta ger skipanina í Føroyum nógv fløktari enn í Danmark, og á Heilsutrygd meta vit at skilabest hevði verið at gjørt skipanina meira einfalda, og ikki á henda [...] áhaldandi biðið um at fáa nýggjar kommunulæknaviðtalur – men hetta hava vit ikki fingið enn. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sær út til at hetta møguliga fer at eydnast í næsta ár, tí har er [...] settur í fast starv at røkja eina viðtalu, hevur hann skyldu at røkja borgararnar í hesari viðtaluni. Hendan skyldan er ikki hálva tíð, men fulla tíð, eisini í feriu, tí læknin hevur skyldu til at tryggja
Danmark, og tað var eingin í iva um, at hetta var tað, sum flokkurin ynskti. Hetta ynskir Tjóðveldisflokkurin ikki í dag. Í dag ynskir flokkurin bert fullveldi (ógvuliga avmarkað) og ikki loysing, sjálvt um allar [...] hava í nógv Harrans ár afturat. Serliga eftir at Tjóðveldisflokkurin er farin at vakla í sínum grundhugsjónum. Nú landsstýrið hevur etið kongshús-gularótina, fer danska stjórnin óivað at góðtaka, Føroyar [...] vansar liggja sjálvandi eisini í pakkanum. Útbúgvingarmøguleikarnir í ES hava vit atgongd til í dag, eftirsum at vit utan hóvasták kunnu kalla okkum danir við einum reyðum passi í lummanum. Haraftrat eru fleiri
ferðandi at koma til læstar dyr á havnarlagnum í Nólsoy. Orsøkin er, at Strandferðslan vil ikki rinda fyri bíðirúmið á kaiini, har Ternan leggur at. Hetta er púra óskiljandi. Tað er ein landsuppgáva at røkja [...] sjálvandi at brúkt peningin á staðnum. Og teir áttu heldur at sett meira inn og gjørt umstøðurnar betri. Tí má eg tala at, nú Strandferðslan snarar lykilin um í bíðirúminum í Nólsoy. Og eg fari at heita á [...] spyrjandi, hví hetta ikki kann halda fram. Svarið hjá Strandferðsluni er, at avtalan er søgd upp. Hetta er eru smápengar, men tað gagnar og hevur týdning fyri bygdarfólkið. Tí undrar tað meg stórliga, at henda