fortreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt. Vónin er, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part [...] 18 nýggjar bústaðir, men eisini vera við til at skapa størri rørslu og fleiri møguleikar á bústaðarmarknaðinum sum heild. At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur í nýggjar bústaðir á Eiði [...] økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús
Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi. Ófriður tók seg [...] Hundraðtals ung vóru savnað í parkini til eitt tiltak í sambandi við, at nýggja skúlaárið var byrjað. Løgreglan fekk fráboðan um, at ein persónur var stungin við knívi. 16 ára gamli varð flogin á Ríkis
skaða. NPS hevur heitt á almenningin um at lata myndugleikunum upplýsingar um tey saknaðu og um møgulig gongufólk, sum vóru stødd á økinum. Nikki Baggs sigur við BBC, at hon og vinfólkini júst høvdu sett viðførið [...] gististaði í botninum á Grand Canyon – tá tey avgjørdu at fara útum. Áðrenn tey vistu av, fossaðu stórar vatnmongdir gjøgnum økið. NPS ávarar um, at toruveður og glopraregn kunnu halda fram til mánadagin [...] Umleið 15 fólk verða hildin at vera saknað eftir eina brádliga vatnflóð í Grand Canyon-tjóðargarðinum í amerikanska statinum Arizona. Tað upplýsir amerikanski tjóðargarðsmyndugleikin National Park Service
vegir kunnu gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið upp at gera einvegis omaneftir. Tað skal millum annað gera leiðina millum Sands [...] einvegis. Einvegisloysnirnar verða í flestu førum mettar at kosta millum 50.000 og 75.000 krónur. Størri umbyggingin Í Koytu verður tó mett at kosta umleið 500.000 krónur. Endalig ætlan við ógreiðum endamáli [...] kunnu mangla Tey 15 óhappini eru bert tey, sum løgreglan hevur skrásett. Ferðslutrygdarætlanin vísir á, at minni óhapp ikki altíð verða fráboðað løgregluni. Tí kann veruliga talið vera hægri. Harumframt hava
ímóti ætlanini um at styrkja fíggjarligu korini hjá familjum við lágari inntøku, men heitir á Trivnaðarnevndina um ikki bara at hyggja at inntøkumørkunum. Felagsskapurin vísir á, at ein familja ikki brádliga [...] altíð yvirskot til sjálvar at finna stuðulsskipanir, umsóknarbløð og freistir. Boðskapurin frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi [...] markið úr 70.000 í 90.000 krónur. Freistin at søkja verður eftir uppskotinum longd til 1. oktober. Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan
klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini. Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman. Tann, sum koyrdi, var bara 13 ára gamal og sostatt ov ungur at koyra prutl [...] prutl. Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað. Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur. – Hvar eru foreldrini í slíkum [...] slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.
Nýggjastu hagtølini frá Akstovuni vísa, at frá januar til og við juli í ár eru 1.304 nýggj akfør skrásett. Sama tíðarskeið í 2025 vóru tey 1.155. Vøksturin er sostatt 12,9 prosent. Serliga persónbilarnir
eystara parti av Ungarn og koppaði í veitina. Sambært ungarsku løgregluni benda fyribils upplýsingar á, at bussførarin helst sovnaði undir koyringini. 57 ferðafólk og tveir bussførarar vóru í bussinum, upplýsir [...] familjur og avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív. Pólski uttanríkisráðharrin, Radosław Sikorski, upplýsir, at talan var um ein ferðafólkabuss við pólskum ferðafólkum. Pólsku konsulatuppgávurnar eru settar í verk
Tí ber sambært landsstýrismanninum ikki til at staðfesta, hvørja beinleiðis ávirkan tær hækkaðu útreiðslurnar hava havt. Undirvísingarstýrið metir tó, at tilboðini hava havt týdning fyri fleiri børn. [...] í fleiri førum givið hesum næmingum neyðugar og tryggar karmar, tá vanligi skúlin ikki hevur megnað at veita eitt nøktandi tilboð.
Sebastian Wille. Úrslitið ber við sær, at HB misti møguleikan at taka seg nærri toppinum, nú tað endaði javnt millum tey bæði fremstu í Klaksvík. Og úrslitið ber við sær, at 07 Vestur tók seg frá teimum báðum [...] mótálop. Sum seinni hálvleikur leið, kendu heimamenninir seg noyddar at leggja meiri fyri í strembanini eftir at fáa málið, sum skuldi til at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikk. Vágamenn vístu so sera góðan [...] millum stólparnar hjá 07 Vestur, meðan Sebastian Wille sat á beinkinum. Hetta var onnur ferðin í ár, at 19 ára gamli Sámal á Steig var í 07 Vestur málinum. Fyrra ferðin var 6. apríl, tá ið 07 Vestur tapti