fólki innan hesa vinnuna. Mínar upplivingar eru, at tað er sera umráðandi at kenna røttu fólkini og tora at spyrja seg fyri, um tað skal eydnast einum at fáa lærupláss uttanlands, greiðir Hans Kristian [...] Davidson handlum í Danmark. Tað er eingin ivi um, at tað er ein stórur fyrimunur at duga eitt sindur og at kunna vísa á nakrar royndir, tá mann fer undir at søkja lærupláss uttanlands, sigur Hans Kristian [...] kendi hann seg ongantíð einsamallan, og hevði ikki stórvegis longsul eftir at koma heim aftur til Føroya: - Eg haldi, at eg dugi væl at vera langt burturi yvir langa tíð. Tá eg var í Los Angeles hevði eg egna
hon: »Gævi satt, at framkomni heimurin einaferð megnar at drepa rasuhatrið og loyvir øllum rasum at tráast eftir vakurleika.« Kynstrið, sum Josephine Baker meistraði fram um onnur var, at hon skilti og brúkti [...] rasurnar og teirra eyðkenni, í listini. Hon var somikið rúmlig, at hon visti, at við at yvirspæla stereotypurnar, kundi hon vera við til at bróta tær niður. Til dømis í banandansinum, har hon spælir primitiva [...] hennara søk. Eitt nú skrivaði gitni danin, Poul Henningsen, í Politiken »Um til ber at læra at vera natúrlig, áttu møður at sent døtur sínar í læru hjá Josephine Baker.« Í mun til USA var ongin sunduskiljing
Men sjúkan var so háttað, at hetta miseydnaðist. Hetta var eisini eitt bakkast fyri teir báðar. Enn størri bakkast var tað, at Dagbjartur doyði í 2003. Olaf kom at ásanna, at ein vanlukku kemur sjáldan [...] eina slíka sálarliga styrki, at hann fótaði sær hvørja ferð. Byrjanin var at tvíburabróðurin Dagbjartur fekk sjúku, sum oyðilegði hansara nýru. Olaf var beinanvegin fúsur at lata beiggja sínum eitt nýra [...] tyktist eisini eina ferð at vera møguleiki fyri tí, men sjúkan gjørdi, at ætlanin varð slept. Hetta var enn eitt bakkast. Olaf vísti framvegis sína sálarligu styrki. Ongantíð merkti eg, at hann tók synd í sær
in. Røktin er umframt lúking at skera av teimum plantunum, sum vaksa ov væl, og hjúkla um tær, sum ikki vaksa so væl við at taka tær inn í vakstrarhúsið fyri at fáa tær at koma fyri seg, og síðani skulu [...] nakrar plantur í krukkur, fyri at gera urtagarðin lættari at røkja og eisini fyri at gera urtagarðin meira spennandi, sigur Annleyg. – Eg fái næstan allar villar plantur at vaksa her á Garðavegi, tí føroyaskur [...] har hann skuldi vera, so klárt var at leggja flísar á, greiðir Annleyg takksom frá. Síðani legði hon flísarnar og skipaði beðini við at planturnar eru settar soleiðis, at tað líkist umstøðunum tær hava, har
spurt eftir tær, tú átti bara at vera har. Tú dugdi og tímdi so væl at fjasa við børnini og tað merktu tey beinanvegin, tá ið tey komu at kenna teg. Tað var so lætt at vera góð við teg, og tað sigi eg [...] einki svar. At tað virkuliga er soleiðis, at tú ikki kemur heim til okkum aftur, má eg bara góðtaka.Tað kemur mær hvønn dag til hugs, hvussu órættvíst lívið nú einaferð kann verða. Eg slapp at kenna teg [...] visti av, at Leif kom saman við einari gentu, men eg var altíð ov sein at heilsa uppá, tú hevði altíð “sníkt” teg avstað áðrenn. Ein dagin eg hoyrdi teg í gongini, reyk eg út, nú eydnaðist tað mær at síggja
ið liggur á herðum teirra. Hetta merkir eisini, at tinglimir eiga at virða tingstarvið og innan sum uttan tinggátt bera seg at við tign og sóma, soleiðis at virðingin millum manna fyri tingstarvinum ikki [...] Frístaturin Føroyar hevði einki kongsvald og tí var einki yvirvald til at fremja dómar tingsins. Hvør ætt sær noyddist sjálv at síggja til at fremja dómar tingsins. Hetta elvdi mangan til stríð og blóðugar ósemjur [...] besta tey evna, til tess at gera ólavsøkuna so góða sum møguligt, og nýggj tilboð eru mestsum fyri hvørja ólavsøku. Vit í Miðlahúsinum fara eisini at gera okkara til tess, at ólavsøkan skal gerast ein
Bjargaði árinum. Stanley Samuelsen sigur, at persónliga hevði Listavirðisløn Miðlahúsins nógv at siga fyri hann, tí slíkt herðaklapp hevur nógv at siga. - Og at fáa 50.000 krónur hevði eisini stóran týdning [...] mær árinum í fjør, tí ein gerst ikki ríkur av at spæla tónleik, sigur Stanley Samuelsen. Hann fegnast um, at tónleikur hansara verður nógv spældur, og at nógv fólk annars koma til konsertirnar hjá honum [...] gleða seg til at spæla og framføra saman. Um framtíðarætlanir sínar sigur Stanley, at hann arbeiðir við nýggjum tilfari, og tá nóg mikið er, er ein fløga væntandi. Í løtuni arbeiðir hann við at geva nakrar
Joensen og øðrum, sum ætla at byggja frítíðaríbúðir í Mykinesi. Trupulleiki teirra var, at ongar ásetingar vóru um slík øki í hesi vestastu oyggj okkara. Hetta fingu tey eisini at vita í svari frá kommununi [...] málum – spurningin um hví summar kommunur eru so trekar við at geva loyvi til summarhúsøki. Ein orsøk til hetta er hon, at tað kostar nógvan pening at gera eitt slíkt øki byggibúgvið. Og spurningurin hjá kommununi [...] kann hugsast, at møguligt krav um “jørðlitir” varð ásett), takhall, byggitilfar o.l. - At bara eitt frítíðarhús kann verða bygt og innrættað á hvørjum sjálvstøðugum matrikli. - Hvat er at rokna sum frítíðarhús
eru úr Oyndarfirði. Eg kom at kenna Jústinus fyri sløkum 20 árum síðani. Haldi hetta mundi vera, meðan hann stjórnaði og skrivaði í Tingakrossi – líkasum ein frísk roynd at endurnýggja hetta gamla sjá [...] tað, at hann skal vera bispur fyri øll, fyri homoseksuel, fyri fólk, sum giftast fleiri ferðir og aðrar minnilutabólkar, sum soleiðis verða happað av fleiri prestum. Og tað er akkurát Jústinus at tala [...] tala at slíkum. Tá man sum Jústinus nú er komin hálvvegis til árs, so er sjálvandi freistandi at tríva í onkra góða søgu. Tann klassiska um Jústinus er og verður grindadrápið í Vestmanna á sinni, har Jústinus
yvirskot og dirvi til at halda høvdið kalt, tá bólturin var vunnin. Hevði eitt serstakliga stórt arbeiðsøki, men helst hóast hetta fram við at ganga á odda – eisini tá føroyska orkan var við at ganga undan seinastu [...] tordi og megnaði at bjóða av í álopspartinum. Hevði eitt sera stórt arbeiðsøki, og hetta merktist eisini at enda, tá hann tóktist fullkomuliga flatur. Men tó vónandi ikki meira enn so, at battaríini kunnu [...] r. Megnaði væl at halda upp á bóltin, soleiðis at nakað av trýstinum kundi takast av føroyska spælinum. Hevði hartil eina fína skotroynd, eins og hann var nakrar fáar sentimetrar frá at spæla Christian