henda dagin, 12. mars, siga vit, at tjøldrini eru komin, og so væl eru tey fagnað, at hesin dagur fram um allar aðrar mishalgidagar er vorðin ein merkisdagur í árinum, har vit skipa fyri grækarismessuhaldi [...] verið hin sanni várboðberi, og komudagurin verið tekin um, at nú kom endiliga várið við lýkku og ljósi. Og so sigur hann hetta: ”Vit halda nú henda dag sum ein ungmanna- og fugladag. At hetta er komið í [...] tjaldrið, at ”fá eru tey ár, at ikki onkur yrking verður gjørd um grækarismessu – tjøldur – várkenslur”. Og tá ið eg hugsi nærri um hetta, og vit hyggja m.a. í Songbók Føroya Fólks, so mugu vit undrast og fegnast
g Harry og Mighty Afrodite, ið báðir eru góðir men tó ikki so góðir sum eitt nú Annie Hall og Manhattan. Aftur á slóðina Við Small Time Crooks er Woody Allen komin aftur til komediuna. Hann byrjaði í 1965 [...] køkurnar eru so góðar, at tær við eitt gerast víðagitnar. Tey gerðast tí øll høvuðrík og aftaná eitt ár eiga tey øll eina sera stóra fyritøku. Men ikki er lætt at vera (ný)ríkur í New York. Tey eru púra vanlig [...] óvitandi um alt. Tað eru nógv ár síðani Woody Allen hevur gjørt ein film, ið er so stuttligur sum hesin. Yvir 30 filmir Hann hevur gjørt meiri enn 30 filmir (31) seinastu 35 árini. Teir eru ymiskir í góðsku
hjá honum í Fulafirði. Vit sita í hugnaligu stovuni við útsýni yvir býin og fjørðin. Kaffikopparnir standa á borðinum, og allastaðni rundan um okkum verður mint á, at jólini ikki eru so langt burtur, hóast [...] Tjóðveldisflokkinum hevur verið fullveldismálið, og ásannast má bara, sigur Signar á Brúnni, at vit enn eru langt frá tí, ynskiligt er. Grundirnar kunnu vera so ymiskar, heldur hann. Høvuðsorsøkin er væntandi [...] hóast farin afturum. Einglar og jólamenn saman við øðrum pynti og ljósum eru allastaðni at síggja. Signar á Brúnni sigur, at hann alla tíðin hevur trúð uppá, at sa-mgongan fór at røkka eini loysn á málinum
fløskubølir. Sekstiárini vóru komin til trota, sjálvur starvaðist eg sum rættlesari á Berlingske Tidende, Heretica og Rilke vóru langt burturi, á lofti millum okkum ungu vóru nú William Burroughs, Allen Ginsburg [...] føroyska vísu- og popptónleikin hjá eitt nú Harkaliðnum, sum legði frá landi um hetta mundið. Einki ilt um hetta, tíðir skifta og skulu skifta. Í dag vita vit tó, at Regin var meira í samsvar við tíðarandan [...] álvara. Á sumri 1957 fekk eg sum frítíðararbeiði at vera eitt slag av hjálparmanni hjá Sverra Dahl, nú grivið var út í Tjørnuvík. Eisini hann bleiv ein góður kenningur, hóast ein als ikki – sum hann kanska
Nú eru fjøllini gingin og øll eru glað og fró. Bara ikki seyðurin. Hann er rikin í rætt, vigaður, róstur, seldur á uppboðssølu og síðani flettur á nýmótans flettiborðum. Tað er ein góð uppfinning - fl [...] flettiborðini. Tað vóru vit leingi um at finna útav. Tori at pástanda, at um konur høvdu flett, so vóru borðini komin fyri langari tíð síðani. Og nú hanga øll krovini so fitt lið um lið í hjallunum, og menn [...] stúra, tá tað er ov lýtt, og eru harafturímóti ovurfegin, tá kuldin legst um landið, og tindarnir hvítna eins og í yndisligu, beinraknu umsetingingi hjá Robert Joensen: "Nú hvítna tindar fjøllum á". Eg
ásetingar, sum eru galdandi, samtykti aðalfundurin eftir uppskoti frá nevndini eina reglugerð fyri eina ávaringarskipan. ? Í praksis verður talan um gul og reyð fløgg. Dómarin hevur nú fingið heimild til [...] førum, at dómarin nú hevur møguleika at geva gula kortið, og eg ivist ikki í, at tá bátsmanningarnar fara at vita tað, so verða tær lagaligari at fáast við, sigur formaðurin í RSF. Og vit onnur mugu so vóna [...] Niclassen og Óla Jákup Kristoffersen í dómsnevndina. Tað tók fundurin undir við. Teir eru báðir advokatar. Teir eru valdir í staðin fyri Hans Petur Joensen í Havn, sum tók seg úr nevndini í sambandi við
so hevur tað víst seg, at 2 onnur orð eru eisini komin fløkjandi upp í hetta málið, men sum hóast alt merkir uttan iva eitt og tað sama, nevniliga: »Eginogn«. Tað eru orðini: »Grundkapitalur«, sum stórt [...] hvørs herðar byrðan nú var løgd yvir á, somuleiðis sum hvørjir gjørdust trælir, til tess at »høvdingar« skuldu geras frælsir við yvirflóð, ja, tað sigr søgan einki um enn! Rokna vit nú frá tí minsta pin [...] verður sjáldan nýtt í sambandi við reiðan pening, men einamest í sambandi vi ðdýr og jørðiskar ognir). Vit fara víðari: Hósdagin tann 9/10-1997, t.v.s. bert eina viku áðrenn lógvatakið í Sosialinum, hevur løgmaður
ikki kundi verið ein eins røtt avgerð at tikið. Tvær ferðir í fyrra hálvleiki eru vit um at fáa mál móti okkum eftir at vit hava havt deyðbóltsstøður í teirra hálvu. Uppsetingin bleiv ikki broytt í hálvleikinum [...] hjá honum at gera nakað. Royndi at stýra og tosa við eitt nú verjuna. Hallur Hansson: 2 av 6 Ongin ivi er um evnini hjá miðvallaranum, sum nú fer til AaB í bestu donsku deildini at royna seg, men í Hannover [...] leiklutin sum føroyskur landsliðsvenjari, men føroyskur landsliðsfótbóltur er komin forbí, at altíð skula greiða frá hvussu góðir hinir eru í mun til okkum. Taktista uppleggið minti nógv um tað í Íslandi. Bara
Explorer hevur higartil verið eitt snið til am-er-ik-anska marknaðin. Men nú fæst hann eis-ini á okkara leiðum. Hesin risastóri SUV fæst bara sum plug-in-hybrid. Tað vil siga, at hevur ein ben-sin-motor [...] or og ein el-motor, sum kann løð--ast upp frá elnetinum – og sum kann løða undir koyr-ing, sum vit vanliga kenna tað frá hy-brid-bilum. Hevur tú hug at spara bensin, so kanst tú til dømis løða tær bil-in [...] hetta, saman við bilavgjøldunum her á okkara leiðum, sum er orsøkin til, at hesin sjáldsami gestur er kom-in hendavegin: Tann modernaði ameriksanski risa-SUV. ##med5## Eftir góðu royndunum við at innflyta Mustang
Alternativið Landsstýrismaðurin sigur seg í løtuni ikki duga at síggjar aðrar møguleikar enn teir, vit síggja í dag, nú útlendsk áhugamál fara avstað við stórum og dýrum tilfeingi og hava stór móttøkuskip úti á [...] júst vóru tær somu. Enn er dagurin ikki ásettur, nær tey seinastu 6.000 ella 7.000 tonsini, sum eftir eru at selja, verða seld á Fiskamarknaði Føroya. Men ialeyst er umráðandi, at tey verða seld nakað skjótt [...] skjótt, tá trupult er at siga, hvussu leingi lønandi makrelfiskiskapur verður í føroyskum sjógvi, nú august mánaði er um hálvrunnin. Tað verður eisini spennandi at fylgja við, hvussu gávumildur landsstýrismaðurin