koyrdur frá í septembur. - Eg eri sera errin av at hava fingið starvið sum landsliðsvenjari. Men eg eri fult greiður yvir, at eitt er at fáa starvið, eitt annað er at eydnast í starvinum, segði hann á tíðindafundinum [...] Gareth Southgate sleppur at halda fram sum venjari hjá enska landsliðnum. Hann er í dag settur í fast starv sum venjari, eftir at hann hevur staðið á odda fyri liðnum, síðani Sam Allardyce varð koyrdur [...] fyribils, men hevur nú skrivað undir fastan sáttmála. Higartil hevur hilnast honum væl, tó at onkur kann hugsast at vísa á styrkini á liðunum, Ongland hevur spælt móti undir hansara leiðslu. Hvussu er og
sum hava ringt við at finna bústaðir til sømiligir prísir. Samstundis eru tað tey ungu, sum í framtíðini skulu bera samfelagið víðari, og tí er tað altavgerandi, at vit fáa tey at støðast her sum skjótast [...] prís. Tá ið tørvurin í løtuni er so stórur, at fleiri familjur eru húsvillar og leita av øllum alvi eftir íbúð, so tykist tað upplagt fyri mær, at vit eiga at lata fleiri íbúðir byggja, sum eru líka skjótar [...] seti eg borgaran fremst. Vit skulu hava betri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, soleiðis at øll tey, ið ynskja at flyta til Klaksvíkar, skulu hava møguleika fyri tí. Nakrar av teimum íbúðunum, sum eru komnar
ger hann so glaðan, er, at tilboðini upp á Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin nú eru komin inn og vórðu latin upp í gjár. - Tilsamans vísa tilboðini, at tunlarnir báðir fara at kosta tvær milliardir [...] áleið tað sama, sum mett varð frammanundan. - Tað er ómetaliga gleðiligt, at tilboðini lógu áleið har, mett var, at tunlarnir fóru at kosta og nú er tað einki, ið kann steðga ætlanini, sigur Kári P. Højgaard [...] sigur, at hetta hevur eisini verið eitt hjartabarn hjá honum øll árini, síðani hann kom upp í politikk, fyrst í býráðnum í Runavík og síðani í Løgtingi og landsstýri. Upprunaliga var ætlanin, at eitt privat
samstarvið við Elektron, eru vit nú farin at brúka nýggju skipanina Fastgjald, limaskipanina, sum er partur av Mínrokning. Við hesi skipanini kann felagið nú bjóða limunum at gera fasta flyting og er hetta nakað [...] okkara limum hava ynskt. Tilmeldingin er sera nem at brúka: Trýst á teigin nýggir limir og limagjald á heimasíðu okkara og vel tann limaskap tú ynskir at tekna. Her skal tú bara fylla út teir ymisku teigarnar [...] tín limaskap, ella tekna teg sum nýggja lim í Liverpool Føroyar. Í samband við at vit hava fingið nýggja limaskipan fara vit at luta burtur nógvar góðar vinningar, har tann størsti vinningurin sjálvandi er
fyri at havt mentanarvikuna. Tað hevur hon tó verið, og hon hevur verið væl vitjað. Grundvøllurin, sum hon byggir á, er, at hon skal vera í bygdunum í kommunu, at fólkið skal skipa fyri henni og at hon [...] Hetta er eitt gott høvi hjá okkara borgarum at vitja hinar bygdirnar og læra fólkið í hinum bygdunum betri at kenna, sigur hann. Heðin Zachariasen sigur, at hann gleðir seg til Staksdagin í Tjørnuvík. [...] Við mentanarvikuni ynskja vit at lyfta mentanarliga gerandisdagin fram. Mentanin er ein partur av fólkinum, sum býr og virkar her í Sunda kommunu, og tí er umráðandi, at vit hava hesa vikuna, afturat øðrum
er ov lítil og tískil er neyðugt at fara undir útbyggingar. Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF. - Vit arbeiða uppá at byggja ovnin út, so hann kann fara frá at taka trý tons sum tíman til eini [...] hevur ikki sett sær fyri at fara undir at byggja ein umsitingarbygning enn og tískil fer partur av umsitingini til Klaksvíkar. - Vit hava gjørt eina avtalu við býráðið í Klaksvík um at ein partur av umsitingini [...] ini á Hjalla í Havn og har lá kostnaðurin um 60 milliónir. Tí væntar Poul Andrias Joensen, at prísurin fer at liggja um 60 milliónir ella meir, men hann fær ikki staðfest tað áðrenn endaligu tekningarnar
elektroniskum miðlum í dag, og tað eigur kommunan at taka til eftirtektar og fremja meira opinleika tann vegin. Ein uppløgd tænasta at seta í verk er at fara at stroyma býráðsfundirnar. Mangt og hvat verður [...] milliardina. Sjálvsagt er, at borgararnir skulu kenna seg tryggar við, at allar avgerðir í býráðnum verða tiknar við grundgevingum, sum halda. Ógvuliga viðkomandi hevði eitt nú verið, at býráðsfundurin 4. august [...] fíggjarætlan á meira enn 800 mió. kr. Hetta er ikki smávegis ábyrgd hjá 13 býráðslimum at hava, og borgararnir hava krav uppá, at avgerðirnar verða tiknar í størst møguligum opinleika. Dyrnar til býráðsfundirnar
n í Vestmanna væntar, at klárt verður at flyta inn í nýggja røktarheimið á sumri 2012. - Tað er landið, ið setur starvsfólkið, og tí verður tað ikki einsíðis upp til kommununa at gera av, júst nær nýggja [...] sigur, at teir hava rent seg í fleiri trupulleikar á vegnum. - Vit komu fram á nøkur fornminnir, tá útgrevsturin var fyri, og tað seinkaði so arbeiðinum nakað. Síðani hava vit eisini bíðað eftir, at nýggja [...] Tíðarætlanin sigur, at bygningurin skal standa liðugur 1. mai komandi ár, men tá er so innbúgv og køkur ikki uppsettur. Tað hoyrir ikki undir hesa arbeiðstøkuna. Men tað er væl møguligt, at hetta arbeiði kann
á Estlandi sá Jákup Emil, at styrkislistadysturin millum Wales og Føroyar kundi blíva óvanliga tættur. Tí fór hann sjálvur at rokna upp á úrslitini og fann fram til, at Føroyar hava munin. – Tað skal [...] tí, so er tað, at Wales endar omanfyri Føroyar. Jákup Emil Hansen hevur roknað seg fram til, at tá fær Wales 273,7334416 stig. – Tá listin verður kunngjørdur áðrenn dystin, meti eg, at útrokningin skal [...] ómetaliga lítið til at broyta støðuna á styrkislistanum. Og gjøgnumskygni, FIFA tosar um, sæst ikki aftur í útrokningarskipanini, heldur Jákup Emil Hansen. Sjálvur útrokningarfrymilin er at finna á heimasíðuni
Elfelagnum SEV. Talan er um ein Peugeot iOn. Niðurstøðan er tann, at bilurin eins og ein vanligur bilur at koyra, bert tað at har er einki motorljóð at hoyra. Elmotorurin við 64 hk kraftar væl, bilurin er kvikur [...] elbilinum var ein góð uppliving. Trupulleikin er bert tann, at tá tú hevur koyrt elbil í nakrar dagar, kennist tað sum at verða fluttur aftur í tíðina at seta seg í ein vanligan bensin- ella dieselbil. Peugeot [...] stendur til at kunna koyra 130 km upp á eina løðing, men hann skal veruliga koyrast við umhugsni, um hann skal klára tað á føroysku vegunum við nógvum og drúgvum brekkum. Undir koyring ber til at fylgja við