har vann eg onki. Emma hevur verið noydd til at lært seg at liva við at vera kend aftur á gøtuni síðani M'as Bluesband. Men tað hevur ikki verið torført at vant seg við. - Tað er ordiliga stuttligt. Eisini [...] Tað noyðist ikki at vera dýrt at fara á ólavsøku. Summi koma enntá ríkari út aftur hinumegin ólavsøkuna. Ein av teimum er Emma Vágoy, sum hevur savnað fløskur fleiri ólavsøkur á rað. - Eg kom oman her [...] sigur Emma, ið er farin einsamøll út at savna. Hetta var á leið kl. 19 í kvøld, so fløskurnar og pengarnir eru uttan iva blivnir fleiri síðani. Men hvat ætlar Emma so at brúka allar pengarnar til? Jú, á ólavsøku
nevndini, soleiðis at eftirlitið verður kannað, líka til dagin ídag. Tað er niðurstøðan, nú Vinnunevndin hjá løgtinginum er farin at skriva sítt álit til uppskotið hjá Johan Dahl um at seta eina grein-19 [...] 17. mars, svarar fútin at hann ger einki meira við málið, tí tað er fyrnað. - Spurningurin, hví málið kundi fyrna, eigur at kannast og lýsast. Tí mælir ein samd Vinnunevnd til at víðka arbeiðssetningin [...] grein-19 nevnd til at kanna viðurskiftini kring kollsiglda Eik Grunnin. Í uppskotinum til samtyktar er arbeiðssetningurin ”at kanna alment umvarðandi viðurskifti í sambandi við virksemið hjá Eik Grunninum, og
okkum, legði Eilif afturat. Eyðun takkaði fyri á vísti til, at vit eiga at bera bryðarnar hvør hjá øðrum – og tað er tað, vit m.a. royna at gera í dag. Tit eru altíð vælkomin legði hann afturat. Eftir [...] og hevur m.a. sum aðalmál at varðveita og menna heilsuna hjá pensjónistum í Tórshavnar kommunu. Í dag høvdu tey skipað fyri eini útferð til Klaksvíkar, har fyrst varð lagt at landi hjá nýggja stásiliga [...] Samuelsen takkaði fyri vegna tey vitjandi og vóru tey fegin um høvið at síggja prýðiliga og vakra bygningin, sum hann tók til. Tó at tit eina mest bjóða andaliga føði í hesum húsi, so eru vit eisini hjartans
Norðurlandahúsinum í kvøld. Tað er ikki hvørjum manni beskorið at vera einsamallur við 720 kvinnum eitt heilt kvøld. Og enntá at sleppa at hava orðið stóran part av tíðini. Men tað sleppur journalisturin [...] góðum tónleiki. Eg havi góðar vónir um, at áhoyrararnir fara at trívast. Tað sigi eg út frá minum royndum sum kabarett sjónleikari. Kvinnurnar hava lættari við at flenna og slappa av enn menninir, sigur [...] Mínar royndir sum kabarett sjónleikari siga mær, at tað verður stuttligt í kvøld. Kvinnur hava tað lættari við at flenna og slappa av enn menn, sigur Finnur Koba, sum helst verður einasti maðurin í No
føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðsmegi. Fyrispurningur um máli er eisini reistur á tingi, men Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, at einki er at ræðast í so máta. Á [...] verður víst á, at fyritøkur í fyrsta lagi skulu hava limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, um tey skulu fáa undangóðkenning frá danska útlendingastýrinum. Hetta er skjalprógv fyri, at fyritøkan lønar [...] løgini hinumegin, skrivar Vinnuhúsið. Víðari verður skrivað, at einki fakfelag hevur sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir. - Flestu byggifyritøkur
dystir leikbann, eftir at hann í dystinum móti EB/Streymi mánakvøldið fekk sítt seinna gula kort. Tað er serliga reaktiónin aftaná, sum hevur gjørt, at Hans Jørgen nú stendur til at missa steypafinaluna [...] stendur: Umframt at leikarin fær ein dag leikbann fyri reyða kortið í dystinum 11.08.2014, fær leikarin tveir daga leikbann afturat fyri at vísa dómaranum fingurin og ein dag leikbann fyri at sparka bóltin [...] eitt jarn (Sum verður brúkt at at læsa portri við) og kastar hetta hart inn í niðara part av portrinum. Jarni sprakk aftur móti HJD sjálvum, men rakar tíbetri ongan, tó at nøkur fólk vóru tætt við. Síðani
neyðugt at politisk undirtøka er fyri at stuðla henni. Guðrið Højgaard letur til at hava stóran politiskan tokka, ið er alneyðugt í tí starvinum, hon hevur. Vónandi verður tað allari ferðavinnuni at frama [...] Christensen heldur, at ein av høvuðsavbjóðingunum hjá ferðavinnuni í Føroyum, er at gerast fullt góðtikin sum ein vinna, bæði av politisku leiðsluni og av fólki annars. - Føroyingar eru so vanir at hugsa um fiskivinnnu [...] júst byrjað eina nýggja ferðaskrivstovu, Make Travel, eftir at tey seldu teirra part av 62°N. - Vestnorden Travel Mart ræður fyrst og fremst um at røkja sambandið við netverkið hjá okkum. Hóast Make Travel
og einki annað. Eg haldi, at føroyingar eru nógv meiri enn tað, og at spurningurin er nógv meiri fjøltáttaður, enn hann tykjast at vera uttanífrá. Lamya Essemlali heldur, at samskiftið ímillum føroyingar [...] Essemlali heldur, at tað hevur ikki verið til fánýtis. - Tað er bara ein lítil grind deyð í Føroyum, og sæð við okkara brillum er sostatt talan um eitt væleydnað átak. Men hon heldur eisini, at tað hevur eydnast [...] fordómar ímóti okkum. Hon heldur, at báðir partar eru komnir nógvum av hesum fordómum til lívs. - Eg haldi, at báðir partar skilja hvønn annan betur nú. Summi í Sea Shepherd hava havt eina einfalda mynd av føroyingum
síðani, at Wayne Rooney á fyrsta sinni spældi við Manchester United. Tað var í Champions League, at tann tá bara 18 ára gamli framherjin skoraði hattrik í 6-2 sigrinum á turkiska Fenerbahce. Til ber at síggja [...] , har kenslurnar at kalla hanga uttaná troyggjuni. Fótbóltsevnini eru framúr, men tað hevur smakkað illa hjá Manchester United viðhaldsfólkunum, at hann tvær ferðir hevur hótt við at fara, um hann ikki [...] tann dýrasti tannáringurin í heiminum. Fleiri mettu, at prísurin fór at verða ein ov tung byrða fyri ein so ungan mann, men helst hevur hann mótprógvað teimum flestu. Upp og niðurtúrar Tíðin hjá Wayne Rooney
Í sambandi við at standmyndin av Kópakonuni verður avdúkað í dag á helluni í Mikladali verður roknað við, at rættiliga fitt av fólki leitar sær til Mikladals at vera við til henda serliga og áhugaverda [...] verður fólki frá at fara við bili, tí gott bussamband er, og tað kann vera skjótt at fylla Mikladal upp við bilum. Parkering av bilum niðri í bygdini er ikki loyvd henda dagin. Bert er loyvt at parkera oman [...] vænta nógv fólk, og er nógv gjørt fyri, at til skal bera at fáa ein bita við fleiri ymiskum etistøðum. Konsertir og framsýningar eru eisini á skrá, umframt at Norðoya Kunningarstova skipar fyri gonguferðum